fríggjadagur 14. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 243 - 14. desember 2007
- Ørskapurin má
steðgast og tí má
Løgtingið beinan-
vegin eftir løgtings-
valið í januar taka
støðu til at sleppa
ætlanini um at gera
undirsjóvartunnil í
Sandoy og ætlanini
at longja flogvøllin í
Vágum og at byggja
ein altjóða flogvøll
fyri pengarnar,
sigur Tórbjørn
Jacobsen, sum er
framsøgumaður
hjá Tjóðveldinum í
vinnumálum
AltjóðA
flogvøllur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað fyrsta, sum nýggja
Løgtingið noyðist at taka
støðu til eftir løgtingsvalið
19. januar, er, um vit ikki
skulu sleppa ætlanunum
um at gera undirsjóvartunnil
í Sandoy og at longja
flogvøllin í Vágum.
Hesi bumbuni sleppur
Tórbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður fyri Tjóðveldi,
nú valstríðið upp undir
Løgtingsvalið er við at
verða skotið ígongd av
álvara.
Hann sigur, at tað er
alneyðugt, at spurningarnir
um at gera undirsjóvartunnil
í Sandoy og um at longja
flogvøllin í Vágum, verða
tiknir upp til politiska
viðgerð av nýggjum.
- Veruleikin er, at flog-
vøllurin er ein fløskuhálsur
ímillum Føroyar og restina
av heiminum og ein tann
størsti spurningurin, okkara
ættarlið hevur at taka støðu
til yvirhøvur, er, um vit í
framtíðini skulu liva í
einum
tilafturskomnum
oyggjalandi ella í einum
framkomnum samfelagið,
mitt í altjóða meldrinum.
- Vit eiga at seta okkum
nógv hægri mál enn at
longja vøllin í Vágum upp í
1600 metrar. Tí eiga vit
beinanvegin at taka avgerð
um, at vit skulu hava ein
altjóða flogvøll í Føroyum,
sum førir við sær, at tað
verður livandi í Føroyum í
langa framtíð afturat.
Strika Sandoy
og Vágar
Men so reisti Tórbjørn
Jacobsen eisini standandi
spurningin:
Hvar
skulu
pengarnir koma frá?
Tað hevði hann eisini eitt
svar upp á.
Í hesum sambandi vísti
hann á, at Løgtingið hevur
nýliga samtykt at fara undir
tvær stórar íløgur, sum hann
helt ikki, at nøkur sam-
felagsnytta er í.
Onnur íløgan er at longja
vøllin í Vágum fyri 400
milliónir.
- Hesum er als ongin
framtíð í, tí einasta enda-
málið er at gera vøllin í
Vágum betri hóskandi til
flogførini, sum Atlantsflog
hevur nú og sum ikki verða
gjørd longur.
- Hin íløgan er undir-
sjóvartunnilin í Sandoy,
sum fer at kosta 1,2 milliard,
tá ið allur kostnaður er tikin
við.
- Samstundis er tað eisini
ávíst, at hann klárar bara at
forrentar 80 milliónir.
- Tað er ávíst, at hetta er
tann íløgan, sum loysir seg
allar ringast av øllum fyri
samfelagið.
Tórbjørn Jacobsen vísir
á, at strika vit hesar báðar
íløgurnar, hava longu vit
1,6 milliard til ein altjóða
flogvøll í Føroyum.
- Raðfestingarnar í íløgu-
num eru ikki rættar fyri
samfelagið, tá ið tað einasta,
vit fáa burturúr, er at pjøssa
upp á ein flogvøll í Vágum,
sum
ongantíð
verður
brúkiligur, samstundis sum
vit fara undir Føroya størstu
íløgu nakrantíð, hóast tað
kann prógvaast, at tað er
samfelagsbúskaparligt
vitloysi.
Tí staðfestir hann, at
beinanvegin eftir løgtings-
valið
má
løgtingið
og
samgongan taka málið upp
til nýggja viðgerð og kanna
eftir, um vit fáa meiri
burturúr
at
brúka
1,6
milliard til altjóða flogvøll
ella um vit fáa meiri
burturúr, at brúka tær til
undirsjóvartunnil til 1400
sandoyingar og til at leggja
400 metrar afturat vøllinum
í Vágum.
Samstundis
má
tann
komandi
landsstýrismað-
urin í vinnumálum beinan-
vegin fáa arbeiðið liðugt at
finna útav, hvar tað er best
at
leggja
ein
altjóða
flogvøll.
Kunnu bíða í fimm ár
Men nú verður ført fram, at
vit hava ikki stundir at bíða
eftir einum altjóða flogvølli,
tí at tað tekur fleiri ár og at
tað tí er neyðugt at byggja
vøllin í Vágum út ímeðan
vit bíða eftir einum altjóða
vølli?
- Taka vit avgerðin nú um
at vit skulu hava ein altjoða
vøll, kann hann standa
liðugur um eini fimm ár.
Nú hava vit klára okkum
við vøllin í Vágum so
leingi, og vit klára okkum
vælsaktans í fimm ár aftu-
rat. Spurningurin er um tað
er nakað skil í at brúka 400
milliónir til eina í Vágum,
sum bara skal vara í nøkur
heilt fá ár.
Men tú atkvøddi fyri at
longja vøllin í Vágum?
-Tað er rætt, men tað var
ein serlig støða. Tað var tí,
at
einasta
loysn,
sum
samgongan kláraði at finna,
var at fáa 400 milliónir úr
íleggingargrunninum
fyri
Føroyar, men treytin var, at
peningurin varð brúktur at
longja vøllin í Vágum. Í
eini
heildarmeting
av
støðuni, metti eg, at vit
máttu fáa sum frægast
burturúr og tí mæltu vit av
øllum illum til at longja
vøllin í Vágum 600 metrar.
Men tá ið undirtøka heldur
ikki var fyri tí, góðtóku vit,
at hann bara verður longdur
400 metrar, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Hann staðfestir, at tá ið
eitt komandi Løgting fer at
raðfesta
íløgurnar
av
nýggjum, skulu íløgurnar í
Sandoyartunnil, í at longja
vøllin í Vágum og íløgan í
ein altjóða flogvøll, setast
upp ímóti hvørjum øðrum,
fyri at vita, hvat samfelagið
fær mest burturúr.
Soleiðis fáa vit 1,6 milliard
til altjóða flogvøll í Føroyum
- Spurningurin um at
gera undirsjóvartunnil
til Sandoyar og um at
longja flogvøllin í Vágum,
skulu takast uppaftur til
nýggja politiska viðgerð
og har skal støða takast til
um vit ikki heldur skulu
brúka pengarnar til at
byggja altjóða flogvøll
fyri, sigur Tórbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður.
Og hansara meining
kann fáa stóra ávirkan,
tí sum støðan er nú, er
hann framsøgumaður
hjá Tjóðveldinum í
vinnumálum
Reimer rýmir
Ein av teimum kendu tíðindavertunum hjá danska sjón-
varpinum DR1, Reimer Bo Christensen, fer nú av skíggja-
num. Eftir at hava arbeitt á tíðindadeildini hjá DR í 15 ár
hevur Reimer Bo Christensen stovnað sína egnu fyritøku,
sum millum annað skal gera tilfar til DR. Millum annað
er talan um sjónvarpssendingar, sum skulu sendast í 2008
og í 2009. Reimer Bo Christensen hevur skrivað bøkurnar
"Min bænk i Abisko" og "Samtaler på TV".
Ræðast oljuóhapp
Norðmenn, sum eru ímóti, at oljufeløgini fáa loyvi til at útvinna
olju og gass úti fyri Lofoten og Vesterålen, halda, at óhappið á
Statfjord-leiðini fyrradagin er ávaring, sum má fáa avleiðingar.
Bjørn Kjensli, sum stendur á odda fyri átakinum ímóti oljuídnaði
við Lofoten og Vesterålen, sigur við NRK, at øki, sum hava so
stóran týdning fyri fiskivinnuna, sum Lofoten og Vesterålen hava,
tola ikki slík óhapp og mugu tí fáa frið, sigur hann.