Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 243 • 14. desember 2007 Stríðslúðrar eftir Sólmund Joensen Føroyaprent 2007 67 yrkingar 152 blaðs. Nógv tær flestu yrkingarnar eru um sosialismu, meðan nakrar fáar eru náttúrulýsingar og yrkingar við religiøsum innihaldi. Tær sosialistisku eru ikki bert nógvar í tali, men flestu fylla eisini nógv. Ongin ivi er um, at Sólmundur er og følir seg í sosialismunar tænastu, men hann tøvir ov nógv á staðnum: endur­ tøkurnar gerast alt ov nógvar, bæði hvat viðvíkur innihaldi og orðum, og hetta sjálvt um hann eisini nýtir góðar myndir og fjøl­ broytt mál. Nógvar yrkingar virka – í før­ oyskum høpi ­ sum anakronismur. Innihaldsliga líkjast tær teimum arbeiðarayrkingunum, ið yrktar vóru fyri hundrað árum síðani og følast ofta sum ein rødd, ið einsamøll rópar í oyðimørkini. Vónin um sosialismunar sigur verður givin lesarunum at enda í hvørjari yrking. Men vónin er ongastaðni sum fylgi av, men altíð upp á tross av. Í støðum er tað, sum hann sjálvur ikki trýr upp á tað, men ikki kann lata vera at halda fast um mantraðið: Kammeratar! Verkamannafjøld! Haldið á! Vær viljum sigra (Kvøða til stríðsfelagarnar) – og í Privatkapitalistiska høgraráki: fjøldin svevur og letur seg tøla av høgrarákinum kapitalistisku snillingunum Og meira aktuelt og nærverandi yrkir hann m.a. í Stríðshugaða fjøldin: stættarstríðið er av greiður tað borgarliga harkaliðið frá nei sanniliga er stættarstríðið ikki av nústani byrjað av álvara Religiøsir undirtónar eru í fleiri yrkingum: T.d. í Ríkmennini við fylgi: og vekja okkum til tann nýggja blóð­ reyða morgunin ið brátt kemur, verið árvaknir stríðsfelagar brøður og systrar!! Fylkist í hóp og blási í sigurslúðurin stinna! tann fullkomni solidaritetsandin vil sigra! Børnini leika á bønum og binda sóljukransar. Framtíðin er okkara tilfeingi alt bæði á sjógvi og landi vinnutólini verksmiðj­ urnar alt vit hava bygt upp við okkara stríðsmerktu hondum er fólksins ogn – kraddarapakki verð­ ur rikið á dyr! Fær durafjórðingin med alla! Sigurin verður okkara! Fagurt tá verður at liva á foldum! Og úr: Socialistiska fólka­ heimið: Líka til tann rættvísa revolutiónin hevur sigrað – verð­ ur fullkomin – roðandi sól í eystri ber boð um tann veruligi solidariski uppreisturin er í nánd (fyrijáttan?). Og í somu yrking: Revolutiónin er í nánd!! Roðandi dagur í eygsjón táið tann framskygna upp­ reistrarhugaða arbeiðarafjøldin hesar sonnu solidarisku bløð­ andi hendurnar vilja sigra! Ríkmannaharkaliðið luksusdýrini og tær kápusveiptu fínu frúurnar og teirra børn biðja: Fjøllini fjali okkum (á evsta degi?) Og at enda í somu yrking: Gævi tann dagur er í nánd táið tann reindyrkaði vinstrahalli socialistiski staturin gerst veru­ leiki!! Og at ríkmanna­ og pamp­ arahvinini hoyrast har tey hoyra heima, men vit hoyra tey ikki!!! Soleiðis. Annars kundu tær mongu og longu yrkingarnar um sosialismu havt fyrimun av at verið færri og styttri, og tað kundi óivað hækkað støðið/góðskuna og sloppið lesarunum undan teim mongu innihaldsligu endurtøkunum. Flestu yrkingarnar eru í knekkprosastíli, men nakrar eru skrivaðar við enda­ og bókstavs­ rímum og vakrar myndir og persónifiseringar prýða og styrkja um innihaldsligu framførsluna. Millum hesar er Vivaldi – Árstíðirnar: Vár sólin fyllur steyp gyltan løg úr vaði vármoy ung úr hami leyp morgundøgg á enni vaknar bøur, hagi vármoy kvøður ljómfult lag brúsandi vársins kelduvað vaknar alt ið svevur Síðani verður yrkt um: Summar – Heyst og Vetur. Sera góð yrking Yrkingin Ótti – Ivi byrjar soleiðis: Kemur og fer Ágangandi, kúgandi, bindandi Sníkjandi Sigur ikki frá Kemur óboðin Uttan ífrá Innan í frá Mær dámar eisini væl yrkingina: Stríðsreyði, tí hon dregur náttúr­ ina, bringureyða og stríðið fyri sosialismu inn í eina heild. Av øðrum yrkingum , ið mær dámar væl, eru t.d.: Horvna og afturfunna orðið, Gentan situr á garði og Ein øðrvísi heimur, ið eins væl kundi verið ein góð hjartanemandi søgu, meðan eg undrist yvir: Ljósbogin, sum minnir meg um: Gentuna við svávilspinnunum. Hon vísir tó yrkjarans kærleika til og solidaritet við teimum veiku og marginaliseraðu, ein solidaritetur sum eisini er reyði tráðurin gjøgnum alt savnið. Men hann fer víðari í Stríðseinglum, sum stríða hitt góða sosialistiska frælsisstríðið via Friðarhøvdingin til Kvøldarstund við trúarjáttan yvir 7 ørindi har síðsta ljóðar: Leggi meg í Harrans hendur Harrans lyftir svíkja ei Leiðir meg til ljósins strendur Ljósins Faðir vísur leið. Og hvør kann tá vera ímóti? Stríðslúðrar, stættastríð, solidaritetur og sosialisma Ummæli Dagfinnur Danbjørg