Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 243 - 14. desember 2007 Á tíðindafundi um fyrstu føroysku sjúklinga nøgd­ semiskanningina varð staðfest, at sjúklinga nøgdsemi er týdningarmesta amboðið til at rað­ festa heilsuveitingar. Men tíðindafundurin vísti eisini, at føroyskt kjak um heilsuverkið sera lætt endar sum stríð millum lokalu økini HEILSA Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Kannningar hava víst, at starvsfólk ikki duga at meta um kvalitetin í viðgerðini, Tað er bara sjúklingurin, sum kennir alla tilgongdina, og tað er bara sjúklingurin, sum veit hvussu hann veruliga hevur tað eftir, at viðgerðin er liðug. Tí hava sjúklinganøgdsemiskannin gar stóran týdning. Tað er Sjúklingafelagið, sum hevur heitt á lands­ stýrismannin at fáa føroysku kanningina gjørda, tí sjúkra­ viðgerð snýr seg um sjúkl­ ingar, og sjúklingarnir eiga at vera í miðdeplinum. Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingafelagnum, segði á tíðindafundinum, at hann er sera fegin, um at tað endiliga hevur eydnast at gera eina føroyska nøgd­ semiskanning. Danski stovnurin, Enhe­ den for Brugerundersøgel­ ser, hevur gjørt nøgdsemis kanningar í Danmark síðani 2000. Og danski samskip­ arin, Karen Stage Fritsen, staðfesti á tíðindafundi í gjár, at donsku kanningarnar vísa, at samanhangur ikki altíð er millum tað sum sjúklingar upplivað og tað sum starvsfólk í heilsu­ verkinum halda. Kapping millum økir Nøgdsemiskanningin vísti, at Klaksvíkar Sjúkrahús kláraði seg best. Statistisk samanteljing vísti, at svarini hjá sjúklingum frá Klaks­ víkar Sjúkrahúsi á seks økj­ um lógu omanfyri lands­ miðaltali, og bara á einum øki lógu tey undir. Suður­ oyar Sjúkrahús var betri enn miðal á tveimum økjum og niðanfyri miðal á einum øki, maðn Landssjúkrahús­ ið ongnatíð lá omanfyri miðal, men á 12 økjum lá niðanfyri landsmiðaltali. Danski samskiparin segði, at sama rák er at síggja í Danmark, har sjúkl­ ingar eru betri nøgdir við tey smærri sjúkrahúsini enn tey størru. Men hetta hevur tó ikki broytt politisku rað­ festingina í Danmark, har rákið tey seinastu árini hev­ ur verið ímóti størri samlað­ um sjúkrahús eindum. Viðmerkingarnar frá leið­ arunum á teim trimum sjúkrahúsunum á tíðinda­ fundinum vístu, hvussu skjótt tað lokala stríðið gerst tað mest áhugaverda kjakevni. Umsjónarmenn­ inir í Klaksvík og Suðuroy kundu gleðast um, at teirra sjúkrahús kláraðu seg betri enn Landssjúkrahúsið, með­ an læknastjórin á Lands­ sjúkrahúsinum vísti á, at sjúkrahúsinini ikku kundu samanberast, tí arbeiðsupp­ gávurnar vóru so ymiskar. Hetta helt Heri Ellings­ gaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ikki vera viðkomandi, tí kanningin tók atlit til ymisku viðgerðarøkini og eisini spurdi um evni, sum eru felags fyri øll sjúkra­ húsini. Umsjónarmaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi stað­ festi við einum smíli, at leiðslan á Landssjúkrahús­ inum var vælkomin suður at læra, hvussu mann fekk nøgdar sjúklingar. Kanning sum raðfestingaramboð Danski samskiparin undir­ strikaði, at kanningin í sær sjálvum broytir einki, og tað ringasta, sum kann henda, er at mann bara er nøgdur við at klára seg hampuliga væl og leggur kanningina í onkra skuffu. Í Danmark hava nøgd­ semiskanningar verið brúkt­ ar til at uppraðfesta tey øki, sum sjúklingarnir vóru mest ónøgdir við. Henda ávirkan er at síggja bæði í landspolitisku raðfestingini og lokalt í einstøku økinum og sjúkrahúsunum. Donsku kanningarnar vísa eisini eitt alsamt størri nøgdsemi frá tí, at kanning­ arnar byrjaðu í 2000 fram til seinastu kanning, sum var gjørd í 2006. Aðalstjórin í Almanna­ og Heilsumálaráðnum, Poul Gert Hansen segði, at hóast ráðið valdi at almannakunn­ gera kanningina, so vildu tey ikki luttaka í almenna kjakinum. Tí tað var upp til komandi landsstýrið, hvørj­ ar politiskar avleiðingar kanningin skuldi hava. Jákup N. Olsen segði seg vóna, at kanningin verður tikin í álvara og brúkt sum stýrisamboð til dygdar­ menning av føroysku heilsu­ veitingum. Ætlanin er at kanningin skal vera aftur­ vendandi annað hvørt ár, soleiðis at broytingar kunnu staðfestast. Danski samskiparin, Karen Stage Fritsen, staðfesti á tíðindafundi í gjár, at danskar kanningar vísa, at starvsfólk ikki duga at meta um kvalitetin av heilsuveitingum. Bara sjúklingarnir kenna alla tilgongdina og eru tí einastu serfrøðingar á økinum Mynd: Jens Kr. Vang Sjúklingar skulu avgera politiska raðfesting Kommunan tikin niður Bygdarmyndin í Hósvík er broytt, eftir at tann gamla skrivstovan hjá Hósvíkar kommunu bleiv tikin niður seinasta leygardag. Húsini, sum vóru í ringum standi, hava leingi staðið uttan nakað serligt endamál. Mett varð ikki, at tað loysti seg at umvæla tey, men heldur at taka tey niður, so atkomuviðurskiftini til økið, sum í byggisamtyktini er lagt av til almennar stovnar, er í lagi. Bygt verður sostatt ikki aftur á grundina, sigur Sunda kommuna á heimasíðu síni. Stoktur laksur Seint fyrrakvøldið vað løgreglan í norska býnum Narvik boðsend, tí eldur var komin í ein fullfermdan trailara, sum stóð parkeraður uttan fyri eina matstovu í býnum. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at trailarin var fullfermdur av laksi. Av einari ella aðrari orsøk var eldur komin í lastina, og løgreglan kundi ikki forða fyri, at 17 tons av laksi fóru upp í royk. Fólkaskaði var eingin, men trailarin gjørdist vrak av at hava virkað sum ovnur.