fríggjadagur 14. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
7
Bárður hevur eitt fyrimyndarligt
samstarv við Bókadeild Føroya Lær
arafelags, og higartil hava allar
bøkurnar havt børn sum málbólk,
men hann hevur eisini okkurt
liggjandi til vaksin. Um og nær
hetta verður givið út, veit hann ikki
at siga. Í løtuni er hann í holt við
at myndprýða eina barnabók hjá
øðrum rithøvundi, og henda bókin
kemur væntandi út komandi ár.
Bókin, »Ein hundur, ein ketta og
ein mús, er komin út á donskum,
íslendskum og fronskum. Hetta
gleðist Bárður um, men útgávu
samráðingar eru ikki hansara
borð. Tað letur hann onnur taka
sær av. Men honum dámar væl
at koma út við sínum bókum. Og
fyri stuttum tók hann lut í einum
fronskum listafestivali, har hann
saman við øðrum umboðaði
norðurlendska list.
Herðaklapp her
og har
Bárður Oskarsson fekk fyrr í ár
Barnabókaheiðurslønina hjá
Tórshavnar býrað. Í grundgev
ingini fyri heiðurslønina varð
millum annað sagt:
– Teknarin og barnabókahøv
undurin Bárður Oskarsson sýnir
hugtakandi listarligt hegni,
tá hann lýsir eina søgugongd.
Tekningarnar eru skemtiligar og
hugfarsligar og tola at standa
einsamallar. Bárður Oskarsson
hevur sermerktan tekningarstíl,
har smálutir bera søgugongdini
uppi, og trætur og ósemjur koma
til sættis.
Harumframt hevur Bárður
Oskarsson fingið Vesturnorður
lendsku barna og ungdómsvirðis
lønina fyri »Ein hundur, ein ketta
og ein mús«.
Viðurkenningarnar hava týdn
ing, hóast pengarnir sjálvdan
røkka longur enn til rokningar,
sigur Bárður.
– Fyri meg hevur tað serligan
týdning, at tað eru fakfólk, sum
sita í dómsnevndunum. Tí tey
vita, hvat er gott.
Fakligi stoltleikin er ein náttúr
ligur partur av hugburðinum hjá
Bárði, har hann sær tað at tekna
sum eitt arbeiði, sum so nógv
onnur arbeiði.
Umhvørvið
órógvar ikki
Eitt sereyðkenni við bókunum hjá
Bárði er, at søgurnar fáa loyvi at
fylla alla síðurnar. Her eru ongar
óneyðugar detaljur, og umhvørvið
er næstan ikki til.
– Børn eru so konkret, og tey
síggja allar detaljur. Tí kann
tað órógva søguna at hava alt
møguligt annað við, greiðir
Bárður frá.
– Eg vil gjarna halda lesaran
til ta søguna, sum eg vil fortelja.
Tí eru tað persónarnir og tví
dráttirnir, sum sleppa at fylla,
sigur Bárður, sum hevur búð í
Danmark, síðani hann var 17 ára
gamal. Men tað er mest av tilvild,
at hann býr har, heldur hann.
Tað er sum við tekningunum
– umhvørvið hevur ikki so stóran
týdning.
– Eg eri føroyingur, og eg vil
ikki avvísa, at eg aftur fari at
búgva í Føroyum. Men tað hevur
ikki so stóran týdning, hvar eg
eri. Eg kundi flutt hvar sum
helst, sigur altjóða føroyingurin,
sum hevur føroyska konu og
tvey børn, sum eru ávíkavist 7
og 9 ára gomul. Tey eru partur
av íblástrinum til søgurnar,
men eisini hálvtíðarstarvið á
frítíðarsskúla heldur barnsliga
sjónarhornið við líka.
Skemtiligir persónar
Onkuntíð koma søgurnar skjótt,
men við hvørt tekur tað langa tíð.
Í fleiri ár royndi hann at fáa eina
søgu uttan tekst at fungera, og
við søguni, »Beinið« eydnaðist
tað.
– Teknaðar søgur skulu ikki
vera ov fløktar, men tær skulu
heldur ikki vera ov einfaldar. Tær
skulu fanga og vera stuttligar,
sigur Bárður.
Lætta einfalda strikan ber
humorin, og Bárður lýsir sínar
tekningar sum formar heldur enn
detaljur. Tað er sjálvt úttrykkið,
sum hevur týdning fyri hendan
teknandi úrmælingin. Men hóast
detaljurnar ikki órógva, so eru
persónarnir – ella dýrini – bæði
livandi og stuttlig.
– Eg tekni dýr, tí tað er lætt at
gera mun uttan at fornermna. Og
vit kenna øll persónsmenskurnar
hjá teim ymisku dýrunum. Tí
sleppi eg undan longum frágreið
ingum, greiðir Bárður frá.
Og øll, sum hava lisið søg
urnar hjá Bárði, har ketta,
mús, giraffur og hundar eru
leikarar, vita hvat hann meinar
við. Ságligi hundurin, illsinta
kettan og leitandi giraffurin
hava síni serligu djóraeyðkenni
samstundis, sum tey eru so
menniskjalig, at eingin ivi er um
at søgurnar eru um fólk.