Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 243 - 14. desember 2007 Tað er ikki nóg mikið at vera í góðari tíð fyri at sleppa við Atlantsflog, tá tú vil. Jólatúrurin við Atlantsflog til Íslands er fluttur tveir dagar, mánaðir eftir at fólk hava keypt og goldið sín ferðaseðil. Fá pengarnar aftur ella far til Keyp­ mannahavnar, ljóðar tilboðið frá Atlantsflog TÆNASTA Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Semiflex, Flex, Fullflex og nú eisini Xmas. Tilboðini frá Atlantsflog eru mong, og skulu helst geva ímynd­ ina av einum fleksiblum flogfelag við fleksiblum ferðaseðlum. Men fleksibili­ teturin gongur báðar vegir. Av sínum eintingum hev­ ur Atlantsflog flutt túrin til og úr Íslandi frá 2. januar til 4. januar. Og tað hevur felagið gjørt, hóast viðskifta­ fólk fyri mánaðum síðani hava keypt og goldið fyri at sleppa til og úr Íslandi júst mikudagin 2. januar. Ein teirra er Marita Sam­ son Sigurdardóttir, sum saman við fýra ára gamla soninum Jóan Peturi kemur heim at halda jól. Hjá Maritu er týdningarmikið at sleppa aftur til Íslands longu 2. januar. Hon ar­ beiðir í Reykjavík og skal til arbeiðis aftur 3. januar. Tí fór Marita Samson Sigurdardóttir longu tíðliga í oktober á heimasíðuna hjá Atlantsflog, har hon keypti og rindaði fyri ferðslaseðlar við almenna flogfelagnum, úr Íslandi 21. desember og aftur til Íslands 2. januar. Eitt annað viðskiftafólk hjá Atlantsflog, Kristin Balle, ætlar sær til Íslands saman við børnunum, Tor­ stein og Kristianna. Tey skulu halda jól í Íslandi. 31. oktober keypir og rindar hon ferðaseðlar – úr Vágum 21. desember og úr Reykja­ vík 2. januar. Kristin Balle skal til arbeiðis 3. januar og børnini skulu í skúla, somuleiðis 3. januar. Tí er umráðandi hjá teimum at sleppa heimaftur 2. januar. ES, konventiónir og Keypmannahavn Fríggjadagin fyri viku síð­ ani frætti Marita Samson Sigurdardóttir frá fólki, sum eisini høvdu ætlað sær heim við Atlantsflog henda túrin, at onkur broyting var komin í og at fráferðin vist nokk var flutt. Hon hvøkkur við og sendir beinanvegin teldupost til Atlantsflog, har hon mótmælir viðferð­ ini. Eisini ger hon felagið varug við, at hon hevur eitt arbeiði at røkja í Reykjavík, og um so er at fráferðin ikki verður flutt aftur, so má felagið bera so í bandi, at hon og sonurin sleppa til Íslands umvegis Keyp­ mannahavn, uttan meir­ kostnað. Hon fær svar dagin eftir, bæði í telduposti og telefon. Theodor Joensen, Revenue & Network Manager hjá Atlantsflog, greiðir henni frá, at talan er um ein feil. Eitt mistak. Hann greiðir frá, at við revidering av ferðaætlanini, komu tey hjá Atlantsflog eftir, at at hetta flogfarið, tvs. flogfarið á Íslandsleiðini 2. januar, ikki er farið úr søluskipanini. Síðani vísir Revenue & Network Manager’in hjá Atlantsflog á felagsins “generelle betingelser,” Warzawa konventiónina og ES­reglur. Hesar geva, sambært Theodor Joensen, felagnum fullan rætt at laga sína ferðaætlan innanfyri nakrar tíðarfreistir. Hann vísir á, at kundin skal hava tilboð um at broyta ferðina til fyrst møguliga alternativ ella hava bjóðað fulla re­ fundering. Og síðani bjóðar hann Maritu Samson Sigurd­ ardóttir og soninum at ferð­ ast til Reykjavíkar 4. januar, ella fáa pengarnar aftur. Seinni bjóðar hann teimum at flúgva til Keypmanna­ havnar 2. januar, uttan eyka­ kostnað. Men tá skulu tey sjálvi bíleggja og gjalda sína ferð víðari til Reykja­ víkar. Eisini Kristin Balle frætt­ ir av tilvild um broytingina. Og eins og hjá Maritu Sam­ son Sigurdardóttir er tað hon, sum vendir sær til At­ lantsflog, og ikki øvugt. Hjá henni er sama skil og hon fær at kalla somu frá­ greiðing frá Revenue & Network Manager’inum hjá Atlantsflog. – Atlantsflog sigur at tal­ an er um eitt mistak, og felagið sigur seg hava fullan rætt til at gera hesa broyting. Men eg missi arbeiðsdagar og børnini skúladagar. Tey bjóða sær til at vit kunnu sleppa úr Keypmannahavn til Føroya 2. januar, men vit mugu tá sjálvi rinda ferðina úr Reykjavík til Keypmanna­ havnar. Eg má siga, at eg eri rættuliga misnøgd við tænastuna, sigur Kristin Balle. Vónbrot – Hetta er ótrúliga skuff­ andi. Hetta hendir stutt und­ an at vit skulu heim at halda jól. Og eg havi jú bílagt ferðina í góðari tíð, longu í oktober, sigur Marita Sam­ son Sigurdardóttir. Hon hevur nú keypt sær tveir eyka frídagar frá ar­ beiðsplássinum, og fer sam­ an við soninum yvir aftur til Reykjavíkar 4. januar. – Har er jú í roynd og veru eingin annar møgu­ leiki. Og tað er ikki nakað tilboð at bjóða mær og son­ inum ein ferðaseðil til Keyp­ mannahavnar, tá eg skal til Reykjavíkar, sigur Marita Samson Sigurdardóttir, sum heldur lítið um vánaligu viðferðina, hon hevur fing­ ið frá Atlantsflog. Kristin Balle er av somu áskoðan. – Hetta er talan um ein dag, har flogferðslan úr Før­ oyum til Danmarkar er sera stór, og tí er lætt at ímynda sær, at Íslandsflogfarið, sum vit hava keypt goldið ferðaseðil við, er flutt til far­ leiðina til Danmarkar. Men eftir mínum tykki er talan um sera vánaliga tænastu frá einum flogfelagi, sum er einsamælt felag á markn­ aðinum, sigur Kristin Balle. Hon hevur nú verið noydd til at keypa sær tveir eyka frídagar. Og børnini, sum ganga í 7. og 8. flokki, missa tveir skúladagar. Ein feilur Magni Arge, stjóri í At­ lantsflog, sigur í stuttari við­ merking við Sosialin áðrenn deadline, at talan er um eitt mistak. – Ferðin hevur ligið til sølu hendan dagin, og tað átti tað ikki. Vit gerast ov seint varug við mistakið, tað varð síðani broytt. Fólk hava fingið tilboð um at fáa pengarnar aftur, at flyta frá­ ferðina ella fáa ein ferða­ seðil til Keypmannahavnar. Hvussu nógv fólk høvdu keypt ferðaseðil á farleiðini til og úr Íslandi henda túr­ in? – Eg haldi at talan var um eini 20 fólk annan vegin og nakað tað sama hinvegin, sigur Magni Arge í stuttari viðmerking úr fartelefonini. Og hann leggur afturat: – Her er talan um ein dag, har øll flogfør á Danmark­ arleiðini eru full og vit flúgva eini 1000 fólk, sum hava verið heima í jólafrí. Tað er eitt mistak, at vit hava sett eitt flogfar á ís­ landsleiðina, sigur Magni Arge. Atlantsflog snýtir ferðafólk - Hjá okkum er í roynd og veru eingin annar møguleiki. Og tað er ikki nakað tilboð at bjóða mær og soninum ein ferðaseðil til Keypmannahavnar, tá vit skulu til Reykjavíkar, sigur Marita Samson Sigurdardóttir, sum heldur lítið um tænastuna hjá Atlantsflog. Cantabile í Múllers Pakkhúsi Kvinnukórið Cantabile hevur áhugaverda jólakonsert í Múllers Pakkhúsi, sunnukvøldið klokkan 19. Á skránni eru jólaløg úr ymsum londum, sum m.a. Pauli í Sandagerði hevur útsett fyri kór. Unn Paturson stjórnar kórinum. Í kórinum eru fleiri dygdargóðir solistar, teirra millum eru Malan Eyðunsdóttir og Nomi Andreassen. Múllers Pakkhús hevur serstakt ljóð, og tað gagnnýtir kórið eitt nú til at syngja Ave Maria eftir russiska Rachmaninov, eitt verk, sum hevur fylgt kórinum leingi. Kórið syngur eisini Ave Maria eftir Rebecca Clarke. Kostnaður er 100 kr. Við í prísinum er ein heitur drekkamunnur og heimabakaðar jólasmákøkur. Magni Arge er gestur í tíðindunum á Rás2 fríggjadagin klokkan 17, sum verða endursend klokkan 1830. Sosialurin fylgir við málinum.