fríggjadagur 14. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
6
Hann var einans 14 ár, tá hann
fyrstu ferð myndprýddi ein før
oyska barnabók. Hetta var eitt
jólablað, og síðani hevur Bárður
Oskarsson arbeitt saman við
Bókadeild Føroya Lærarafelags
um fleiri barnabøkur.
– Flestu børn gevast at tekna,
tá tey eru um sjey átta ár, men
eg gavst ongantíð. Eg vaks upp
í einum umhvørvi, har tað at
tekna var náttúrligt og vanligt,
og mær dámdi væl at orða meg
við myndum, sigur Bárður, sum
hevur búð í Keypmannahavn alt
sítt vaksna lív. Tekningin er ikki
longur eitt ítrív, men ein lívsstarv.
Bæði pápin, Herman Oskars
son, og abbin, Oskar Hermans
son, teknaðu. Abbin hevði onkra
framsýning, og pápin teknaði til
samfelagssatiriska Ruskovnin.
Men Bárður heldur ikki, at tekn
ingin bara er sosialur arvur. Tað
hevur eisini ligið í fingrunum og
í persónliga áhuganum, heldur
hann.
Bárður arbeiðir hálva tíð á
frítíðarsskúla. Málið er at kunna
liva av listini, og kanska er ikki so
langt á mál. Í øllum førum hevur
hann sligið navn sítt fast við
trimum barnabókum, sum hann
bæði hevur skrivað og myndprýtt.
Tann fyrsta av teimum, »Ein
hundur, ein ketta og ein mús«,
er umsett til fleiri mál. Og tann
seinasta, »Beinið«, skuldi – sum
Bárður sigur – ikki verið so torfør
at umsett. Hon hevur eingin orð.
Teknar áðrenn
hann skrivar
Fyrst í 90unum tók Bárður Oskar
son ein stegð frá tekningunum
og halgaði seg málningalistina.
Men í 1998 vendi hann aftur til
bókavinnuna, tá hann myndprýddi
bókina, »Margreta og Mjólkin«,
hjá Siggu Vang.
– Mær dámar bæði at tekna og
mála, og í dag geri eg bæði, sigur
Bárður. Tað er ikki tann stórur
munurin, heldur hann. Men tað er
sjálvandi meira bundið, tá hann
teknar til bøkur hjá øðrum, og
tá hann málar hugsar hann ikki í
søgum.
– Men í síðsta enda eru bæði
eitt arbeiði. Og tá eg tekni og
máli, so arbeiði eg bara, sigur
Bárður lítillátin.
– Eg eri praktiskt anlagdur
og hugsi ikki so háfloygt. Eg
arbeiði bara, og havi gjørt tað so
leingi, at eg dugi mítt arbeiði. Tí
fungerar tað, og í dag lukkast tað
oftari enn tað miseydnast, sigur
hann og flennir.
Tríggjar barnabøkur eru út
komnar, har Bárður hevur gjørt
bæði orð og myndir. Hesar eru
»Ein hundur, ein ketta og ein
mús«, »Pól, hin kuli giraffurin«
og »Beinið«. Eg tekni søgurnar
fram, og tað er eingin søga,
fyrr enn eg eri komin í helvt.
Nógvar myndir verða frávaldar,
og so byrjar søgan at fortelja seg
sjálva, greiðir hann frá.
– Eg skrivi eisini søguna so
seint sum gjørligt fyri at halda lív
í tekningunum.
Partur av evrope
iskari teknilist
Bárður Oskarsson hevur eina ser
liga striku, og tekningar hansara
minna meira um altjóða rák innan
tekniseriur enn nakra føroyska
siðvenju. Sjálvur sigur Bárður, at
hann hevur teknað í so nógv ár,
at hann hevur funnið sína egnu
striku.
– Eg havi ikki nakrar ávísar
fyrimyndir innan barnabøkur, men
kanska havi eg fingið íblástur
frá nýggjari europeiskum tekni
serium.
Spakførur
úrmælingur
sigur søgur við
strikum
Bárður Oskarsson hevur við sínari eyðkendu striku og stuttligu
søgum flutt mørk innan føroyskar barnabókmentir, men honum
dámar ikki at gera nógv burtur úr sær sjálvum.
– Eg arbeiði bara, sigur hann
Samrøða
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
– Teknaðar søgur skulu ikki
vera ov fløktar, men tær
skulu heldur ikki vera ov
einfaldar. Tær skulu fanga
og vera stuttligar, sigur
Bárður Oskarsson. Onkuntíð
koma søgurnar skjótt hjá
honum, men við hvørt tekur
tað langa tíð. Í fleiri ár
royndi hann at fáa eina søgu
uttan tekst at fungera, og við
søguni, »Beinið« eydnaðist
tað, sigur hann.
Bæði heiti og søgur eru einføld, men »Pól, hin kuli giraffurin«, »Beinið« og »Ein hundur, ein ketta og ein mús« eru samstundis fullar av dýpd og humori