fríggjadagur 14. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 243 - 14. desember 2007
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Meginskrivstovan
Fíggjarfulltrúi til Meginskrivstovuna
Nærverkið søkir við hesum eftir fíggjar
fulltrúa til Meginskrivstovuna at byrja
skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu
Nærverkið hevur, umframt Meginskriv
stovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna
av Nærverkinum, fýra deildir:
Heimatænastan, Trivnaðartænastan,
Stuðulstænastan og Barnatænastan.
Samlaða rakstrarjáttanin hjá
Nærverkinum er uml. 460 mio. kr. í løtuni
og uml. 1400 fólk starvast í
Nærverkinum, sum veitir tænastur um alt
landið.
Arbeiðið hjá fíggjarfulltrúanum er í
høvuðsheitum:
• At leggja roknskaparhaldið hjá
Nærverkinum tilrættis sambært
roknskaparreglum landsins og at
menna hetta samsvarandi hesum.
• At hava mánaðarligt eftirlit við
rakstrinum hjá Nærverkinum
• At gera mannagongdir og vegleiðingar
v.m. og verða við til at seta tær í verk
• At fyriskipa fíggjarlógararbeiðið
• At tryggja eitt so einsháttað og
gjøgnumskygt datagrundarlag sum
gjørligt
• Árliga at góðkenna roknskapir hjá
sjálvsognarstovnum mótvegis
leiðaranum
• At lýsa og greina fíggjarstøðurnar,
virksemið og tænastustøðið hjá
stovnunum
• At fyrireika og fyriskipa fundir
• At vegleiða og ráðgeva leiðarum úti á
stovnum og økjum um landið.
Førleikakrøv
Vit vænta, at:
• Tú hevur evni at greina og arbeiða við
tølum
• Tú dugir væl at samskifta, herundir orða
teg bæði í skrift og talu
• Tú hevur eina positiva menniskjafatan
• Tú arbeiðir skipað og hevur hug at
arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi
• Tú er opin og virkisfúsur
• Tú trívist í einum virknum og til tíðir
umskiftandi arbeiðsumhvørvi
• Tú hevur góð samstarvsevni
• Tú hevur eina viðkomandi
framhaldsútbúgving og royndir innan
fíggjararbeiði
• Tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði
og evni at leggja aftrat hesum
kunnleika
Starvsroyndir innan almenna fyrisiting er
ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir
um Nærverkið. Tænastustaðurin í løtuni
er Meginskrivstovan.
Tann, ið settur verður, má kunna tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um
aðrar uppgávur innan stovnin.
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa
hjá Mary J. í Garði, stjóra ella Tórhallu
Simonsen, fíggjarfulltrúa á tlf. 360000
Umsóknir
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skulu sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Stílað:Mary J. í Garði, stjóri
Argjavegur 26
Postboks 3037
FO110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 22. januar 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
lýsingar
Magistarafelag Føroya
Ársaðalfundur felagsins verður
28. desember 2007 kl .17 í Tvørgøtu 3.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Lesið
Sosialin