fríggjadagur 14. desember 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 243 • 14. desember 2007
bæði í samveruni við onnur og í
royndini at skapa egnan sam
leika.
Gestur í egnum lívi
Spurningurin um at velja verður
soleiðis eitt tema á fleiri stigum
í Færøblues, har tað serliga er
royndin hjá Kára at finna fótafesti
í lívinum, ið drívur søguna fram.
Sum smádrongur er hann púra
sannførdur um, at hann skal
verða skipari, eins og pápin. Men
longu á sínum fyrsta túri til skips
fer hann at ivast. Hugurin til
tónleikin dregur støðugt meir, og
hóast hann veit, at pápin verður
vónbrotin, velur hann ikki at fara
við aftur skipinum. Ikki tí, at velja
sjólívið hevði ikki á nakran hátt
verið tann lættasta avgerðin
– heldur tvørturímóti.
Fyri at fáa eina fatan av, júst
hvat tað valið inniber, mynstraði
Lisbeth Nebelong við línubátinum
Bresti, meðan hon skrivaði Færø-
blues. Teir 14 dagararnar, hon
var við skipinum, brúkti hon til at
práta við manningina um milum
annað lívið umborð og longsulin
heim.
– Eitt, sum ofta gekk aftur í he
sum prátum, var, at sjálvt um teir
trivust fínt við at vera sjómenn,
so hevði tað við sær, at teir ofta
kendu seg sum gestir í teirra
egna heimi, tá teir komu í land,
greiðir hon frá.
Í bókini flytur Lisbeth Nebelong
hesa kensluna av at vera gestur
yvir á Kára, ið sum frá líður kennir
seg sum gest í sínum egna lívi
– eins og er hann við ”í einum
sjónleiki, har tey ikki høvdu ráð til
ein leikstjóra og har eisini teska
rin var tikin av lønarlistanum”.
Til endan er Kári um at kvalast
av hesum ”føroyska tilstandi
num”, sum hann kallar tað, har
snævurskygni og smáligheit
gjøgnumsúrga alt. Hartil standa
Føroyar sum ein nærum ítøkilig
forðing fyri, at hann kann fylgja
sínum dreymi um at gerast yrki
stónleikari. 19 ára velur gamal
hann tískil at flyta av landinum og
sletta Føroyar úr sinninum.
Ættarliðssøga
Fyri Kára er avgerðin um at
rýma eitt slag av uppreistri og
mótmæli. Hinvegin hevði hann
neyvan havt hendan møguleikan,
var tað ikki, tí hann er barn av
60’unum. Høvundurin dylur heldur
ikki yvir, at hon við Færøblues
hevur ynskt at lýsa sítt egna
ættarlið, 60’ara ættarliðið, sum
vóru tey fyrstu, ið av álvara høvdu
møguleikan at velja egna lívsleið.
Hóast ættarliðssøgur frá hesum
tíðarskeiðnum eru sæddar fyrr,
heldur Lisbeth Nebelong, at tað
ríkar genruna, at Færøblues er
staðsett í Føroyum.
– Tað eru ikki skrivaðar serliga
nógvar føroyskar skaldsøgur um
hetta tíðarskeiðið, og eg haldi
tað vera synd, um tað bara fer í
gloymskuna. Eisini hevði eg hug
at kanna, hvat tað ger við men
niskju, tá ein so ógvuslig bro
yting fer fram í einum so lítlum
samfelag, sigur Lisbeth Nebelong
og sipar til skiftið frá traditionella
fiskisamfelagnum til vælferðar
samfelagið.
Fyri Kára merkir hetta skiftið,
at allur hansara samleiki sum
føroyingur er hóttur. Ella sum
pápábeiggi hansara sigur: ”Tað er
nú tú skal gera av, um tú vil vera
verandi føroyingur ella um tú vilt
verða professionellur tónleikari.”
Eina tíð dregur Kári á bæði,
har tað serliga er omman, og
allur tann kendi tryggleikin, hon
umboðar, ið fær hann at ivast.
Kortini velur hann ikki bara at
venda Føroyum bakið, men eisini
at rista allan føroyska samleika
av sær við millum annað at bro
yta mátan, hansara navn stavast.
Váðaverk
Hóast Kári fær eitt gott lív uttan
lands, er tað lítil ivi um, at hann
kennir seg sum offur í mentanar
liga og politiska tvídráttinum
millum Føroyar og Danmark.
– Sum ungur er Kári fangaður
í hasi antinella felluni, har hann
skiftivís hatar og háðlovar øllum,
sum er danskt. Hann fær heilt
einfalt ikki rúma tankanum um,
at tað kanska finst ein triði vegur,
sigur Lisbeth Nebelong og leg
gur afturat, at trupulleikin er, at
slíkur antinella hugburður rakar
teg aftur sum ein bomerang, tí
tú verður verandi fastlæstur og
kemur ikki víðari
– Tað kann so vera ein for
kláring. Men eg haldi ikki, at tað
kann brúkast sum ein umbering
longur fyri, at til dømis danska og
føroyska tjóðin ikki kunnu koma
til sættis á ein fruktagóðan hátt,
sigur Lisbeth Nebelong.
Við Færøblues kemur høvun
durin sjálv við einum boði uppá,
hvussu hetta kann gerast verulei
ki. Eftir 25 ár sum útiseti og eina
langa vøkunátt á Hotel Føroyum,
letur hon umsíðir Kára taka eina
avgerandi støðu. Hann velur at
taka børnini hjá sær við ein túr
í Havnini og fortelja teimum um
tey vøkru støðini, hann vaks upp í.
Myndaliga verður hansara nýgg
ja fatan av havnargøtum soleiðis
hendan triðja gøtan, komandi
ættarliðið roynir at ganga.
Fyri Kára krevur hetta eitt stórt
dirvi, sum høvundurin ikki dylir
yvir, at hon sjálv kennir seg aftur í
– Tú spurdi, um tað ikki er í so
næsadjarvt av mær, at koma við
eini bók, sum hesi. Jú, tað er tað,
men tú ert noydd at vera djørv,
um tú skal bjóða tunga okinum
av fortiðini av. Í so máta er
Færøblues avgjørt eitt váðaverk,
viðgongur Lisbeth Nebelong og
sær eitt sindur fjálturstungin út.
Kortini fegnast Lisbeth Nebe
long um, at bókin nú liggur sum
eitt ítøkiligt boð uppá, at tað ber
til at bjóða spentu viðurskiftunum
millum Føroyar og Danmark av.
lin undir luppin
Føroyingar mugu koma úr hesi felluni, har teir
antin hálova ella hata alt, sum er danskt, sigur
høvundurin Lisbeth Nebelong
Sum lið í arbeiðinum við Færøblues mynstraði Lisbeth Nebelong við Bresti. Her er hon saman við fyrstameistaranum,
Marneri Olsen, sum var ein týðandi íblástur til lýsingina í bókini av lívininum umborð. Mynd: Mikkel Krag