fríggjadagur 14. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 243 - 14. desember 2007
konsert
týðing: þóra þóroddsdóttir
Um Jólaoratoriið, sum nú um
vikuskiftið verður framført í
Fríðrikskirkjuni og í Hoyvíkar
Kirkju, skrivaði Jón Stefánsson:
Jesu føðing og deyði – jól og
føsta – hava frá fyrstu døgum
kristindómsins verið listamann
inum ein ótømandi kelda, og hesi
bæði hugtøkini hava mangan verið
tulkað í máli, myndum og tónum.
Krossurin á Golgata, tann grýtuta
leiðin, og so tað øvugta. Jólini.
Stjørnan yvir Betlehem. Seyða
menn á nátt. Undrið, ið teimum
varð fyri. Onki listaverk megnar at
lýsa hetta, og listin endurgevur bert
eina glæmu av dýrdini, fjósinum í
Betlehem, Jósefi, Mariu og nýborna
jødakonginum í krubbuni.
Tann, ið lesur hesar reglur,
verður leiddur tann vegin. Fram
førslan fevnir um tríggjar teir
fyrstu partarnar av Jólaoratorii J. S.
Bachs, og tvær ariur og ein kórsats
úr seinni partum av verkinum.
Hesi brotini siga hvør sín part av
søguni um Jesu føðing, og
leikpallarnir eru ymiskir.
Fyrst kemur ein lovsongur. Hann
kemur! Maðurin, ið profetarnir
greiddu frá, trínur fram á pallin!
“Lovið honum við ljóði av lúðrum,
lovið honum við hvøllum pauku
sløgum. Bach tekur undir við Dáv
idi kongi, tey kongaligu ljóðførini,
trompetir og slagljóðførir ljóma av
sonnum, og tann kristni heimurin
kemur uppí part í inngangsskórin
um:” Jauchzet, frohlocket!”
(Fegnist, lovsyngið!)
Evangelisturin trínur fram. Hann
greiðir frá orðum Lukasar:”Men
tað hendi í teimum døgum ...”
(resitativ, nr. 2 í verkinum). Bíbliu
orðini ljóða rein og óspilt. Bach
heldur seg til søguna. Fylgispælið
eru bert nakrir fáir tónar frá
cembalo og cello. Eru tit til reiðar
at taka ímóti frelsaranum? Bach
gevur okkum góða fyrireikingartíð
( recitativið nr. 3 og songlag nr. 4).
Tú tekur ikki ímóti einum kongi í
gerandisklæðum. Kórið tekur á seg
lutin sum kirkjulið og syngur ein
sálm: Hvussu taki eg ímóti tær?
(nr. 5, sum er kórsatsur).
Var tað tilvildarligt, at Bach
valdi lagið til “Á høvuð blóði roði”
sum minnir okkum á ta lagnu, ið
barninum í krubbuni varð tillutað.
Hava vit kanska ikki longur fyri
neyðini at fáa slíka áminning?
Men hann kom! Evangelisturin
heldur fram at greiða frá (recitativ
sum nr. 6 í verkinum).” Hon átti son
sín hin fyrstafødda”. Síðani kjakast
bassrødd og og sopranrøddir ( nr. 7
), har vit verða mint á, at Jesus varð
borin í heim uttan ríkidømi og vald
at handa okkum dýrgripir. Tey
forngriksku orðini, ið nýtt vórðu
sum álitisheilsan, tá nýggir kongar
komu til vald og ræði, eru eisini har.
“Kyrie eleison!” (Harri miskunna
okkum!)
Tann fyrsti parturin endar við, at
barnið verður rurað í blund (sálma
lag nr. 9) og kórið tulkar tað, sum
meinigheitin vónar: Lat Jesus
barnið festa røtur í mannahjørtum.
Soleiðis heldur Bach á at veva sín
likstarvev, og hvør partur fær sín
leikpall. Í øðrum parti eru vit á
Betlehems vøllum. Fýra oboir trína
inn á pallin, ljóðførir hjá seyðamann
inum, Himmal og jørð eru í einum í
eini sinfonia (nr. 10). Oboirnar skifta
orð við streingir og floytur. Evangel
isturin greiðir frá (nr. 11: recita
tiv):”Og tað vóru hirðar har í bygda
lagnum ...” Eingilin boðar frá: “Óttist
ikki”.” Streingirnir eru í samljóði við
eingilin og lyfta boðskapin á hægri
stig við aðrari frásøgn úr bíbliuni.
Songløg, recitativ og sálmaløg
hvørt um annað. Hvør partur tekur
undir við tí, sum tulkað verð framm
anundan, og kagar djúpari. Tey
himmalsku herliðini framføra tann
fyrsta jólasálmin (nr. 21):”Heiður
verði Gudi í hægsta himli”. Bach
letur lagið av einslistum í heiðurs
búna. Meginstevini eru trý:”Ehre
sei Gott”,”und Friede auf Erden” og
“und den Menschen ein Wohlge
fallen”. Tónameistarin tvinnar stór
sligna heild av hesum træðrum.
Mangan ljóðar kórið sum kaldir
einglar, ið hava bráskund at sleppa
inn í himmalin. Vónandi situr
áhoyrarin so fjálgt, at hann kann
skoða listarverkið til lítar!
Tann triði parturin sigur frá seyða
monnunum, ið halda leiðina fram at
finna barnið í krubbuni og vísa tí
virðing sína. Vit hoyra lovsong,
trompetir og paukur trína fram á
pallin. Seyðamenninir skunda sær
at hyggja nærri at tí, ið Dávid
kongur hevði kunngjørt teimum, og
Bach tulkar hetta sum ein sannur
meistari. Tú hoyrir, hvussu teir trok
ast hvør um annan í miklari undran,
men eru tó ekkaleysir.”Lassen uns
nun gehen gen Betlehem (nr. 26),
“Latum okkum nú fara beinanvegin
til Betlehem og vita um hesi tíðindi,
sum hend eru, og sum Harrin hevur
kunngjørt okkum”.
Tú dvølir eitt bil við Mariu Guds
móðir, ið hugleiðir um orðini hjá
seyðamonnnum. Inngangskórið til
triðja part verður sungið av
nýggjum (nr.24). Tann mynd, ið
fyrr kom til sjóndar, verður nú
staðfest við lít.
Tvey songløg úr 4. parti verða
framførd. “Flösst mein Heiland”,
ið sopran og afturljóðandi sopran
rødd, uggandi til frelsu, syngja
saman við obo stuðlandi uppií.
Hetta man vera eitt av kendastu
brotum í verkinum.
Tenorlagið “Ich will nur dir zu
Ehre leben” er ein stórsligin táttur í
verkinum. Tvær solofiólir, solosang
ari og cello flættast í eina heild.”Eg
vil liva tær til heiðurs, gev mær
megin, gev mær treysti”.
Við inngangskórinum til fimta
part endar oratoriiframførslan.
“Ehre sei dir Gott gesungen”
(Heiður veri tær, Gud, framborin).
Oboirnar saman við strúkarum
ljóða av nýggjum, og fagnaðar
rómurin er heilt serstakur.
Førisk
Sum eitt serligt ískoyti endar
framførslan á hesum sinni við “Nú
fjøll og firðir blunda”, lag og
satsur: J.S.Bach, orð: Oskar
Hermansson.
Alt síðan føriskir
kórsangar seinast í
60-árunum fingu sær
samband við úrmæltar kór-
leiðarar uttanífrá, hevur
siðvenjan at framføra
eisini størri tónaverk við
solistum og orkesturfylg-
ispæli vaksið seg fram í
Føroyum.
Hesar framførslur vóru í sínum
uppruna aðalinnihaldið í árligu
kórstevnum. Føroyakórið, ið kom
í lag í sambandi við upplatingina
av Norðurlandahúsinum, tók
táttin upp við stevnuhaldinum
“Summartónleikadagar í Norð
urlandahúsinum”, har kórsangur
á hægri stigi var miðdepilin.
Eisini í øðrum samarbeiði mill
um kórsangarar hava kór og ork
esturverk eftir tónaskøld sum
Bach, Händel, Haydn, Mozart,
Beethoven og Brahms framførd
helst í Norðurlandahúsinum.
Eftir at hetta samstarv millum
kór í Føroyum fjaraði burtur hevur
Havnarkórið sum best hildið fram
við hesari framsøknu siðvenju eitt
nú við aðru hvørja ferð at fram
føra Händels Messias og Jólaorat
orium J. S.Bachs fram móti jólum.
Seinasta ár fekst við nýggju sam
ferðslumøguleikunum samstarv í
lag millum Havnarkórið og
kvinnukórið “Suð” í Klaksvík um
framførslu av “Messiasi” í Christi
anskirkjuni og í Norðurlanda
húsinum, og í ár er Havnarkórið
einsamalt um uppgávuna aftur at
framføra Jólaoratoriið. Tvær
framføslurnar verða:
Leygardagin 15. desember kl.
16.00 í Fríðrikskirkjuni og sunnu
dagin í Hoyvíkar Kirkju kl. 16.00.
Solistar verða Berghild Poul
sen, sopran, Sigríður Aðalsteins
dóttir, alt, Eyjólfur Eyjólsson,
tenorur og Águst Ólafsson, bass
bariton. Orkestrið er samansett
av musikkskúlanæmingum og –
lærarum og professionellum tón
leikarum úr Íslandi og úr Dan
mark. Leiðari er Ólavur Hátún.
Um solistarnar
Berghild Poulsen hevur lærara
prógv frá Føroya Lærarskúla við
tónleiki sum linjugrein. Tíðliga
gav hon til sjóndar sínar serstøku
songgávur.
Berghild hevur sungið nógv í
kórum og tey seinastu mongu
árini í Havnarkórinum. Í hesum
umhvørvi kom hon í samband
við úrvaldar sanglærarar sum
André Orlowitz úr Pollandi og
gitnu íslendsku operusangarind
una Ólöf Kollbrún Harðardóttir.
Í kórsins framførslum av størri
verkum sum t.d. Skapanini eftir
Haydn, Händels Messias, Jóla
oratorium Bachs og Ein deutsches
Requiem eftir Johs. Brahms hevur
Berghild Poulsen við síni ljóm
andi, kenslubornu rødd ikki smæst
burtur undir liðini á profession
ellum solistum uttan úr heimi.
Sigfríður Aðalsteinsdóttir tók
endaligt prógv frá Sangskúlanum í
Reykjavík á vári 1995. Høvuðs
lærarar hennara vóru Elísabet F.
Eiríksdóttir og Þuriður Pálsdóttir.
Á heysti 1995 byrjaði hon útbúgv
ing sína á operudeild Tónlistar
háskúlans í Wien og leyk har enda
ligt prógv við hægsta stigatali í
2000.
Tíðina í Wien hevði Sigríður
ymsar operuleiklutir so sum
“Triðja dama” í Gandafloytu
Mozarts, Fjodor í Boris Godunov
og Mercedes í Carmen.
Á Íslendsku Operuni hevur
Sigríður umframt áðurnevnda
leiklut í Gandafloytuni eisini verið
Marcellina í Figaros Brúdleypi og
Mother Goose í Rake´s Progress.
Umframt sítt operuvirksemi
hevur Sigríður Aðaslsteinsdóttir
havt hópin av solokonsertum og
verið solistur saman við kórum,
Symfoniorkestri Norðurlandsins
og Íslendska Symfoniorkestrinum.
Eyjólfur Eyjólfsson fekk sína
tónlistarligu grundútbugving
bæði sum floytuspælari og sum
sangari á Tónlistarskúlanum í
Hafnarfirði, haðan hann leyk
endaligt prógv á vári 2002.
Eftir beinleiðis framhald í trý
ár á Guildhall School of Music
and Drama í London tók hann
masterprógv og Postgrade
Diploma fra operudeild skúlans.
Eyjólfur hevur havt sololeik
lutir saman við hópin av kórum og
orkestrum bæði úti og heima.
Nevnast kann t.d tann krevjandi
tenorparturin í Händels Messiasi í
Maenstranza operuhúsinum í
Sevilla. Umframt ymsastaðni í
Onglandi hevur Eyjólfur havt
framførslur eisini aðrastaðni í
Europa eitt nú í Fraklandi, og
seinasta ár hevði hann solokonsert
saman við klaverleikaranum
Eugene Asti í konserthøllini á
Tónlistarakademiinum í Moskva.
Í Føroyum gjørdist Eyjólfur
kendur í tónleikaheimi, tá hann
sang tenorlutin í fyrstu førisku
operuni Í Óðamansgarði eftir
Sunleif Rasmussen, eins og føring
ar eisini hava hann í minni sum
tenorsolist í Requiem Mozarts,
sum Føroya Symfoniorkestur og
Symfonikór framførdu á 200 á
minningarhaldi um tónaskaldið í
Norðurlandahúsinum á vári 2006.
Ágúst Ólafsson fekk sína byrj
andi sangundirvísing í heim
býnum Reykjavík. Framhaldandi
lærdi hann á Sibelius Akadami
inum í Helsinki hjá Jorma Hynn
inen og Sauli Tillikainen. Sam
stundis søkti hann sær lærdóm og
førleika á skeiðum í Týsklandi hjá
heimsgitnu sangarunum Elisabeth
Schwarzkopf og Dietrich Fischer
Diskau.
Ágúst hevur havt solokonsertir,
í Íslandi, Noreg, Svøríki, Finn
landi og Týsklandi. Í altjóða sang
kapping á Hugo Wolf Akademiin
um í 2004 vann hann aðru viðis
løn saman við pianistinum Izumi
Kawakatsu.
Í operusangi hevur Ágúst Ólafs
son havt gitnar leiklutir sum Don
Giovanni og sum greivin í Figa
ros Brúdleypi, operum Mozarts,
og sum Don Carlos í Verdis
opera.
Annars er Ágúst javnan sol
istur í oratorium Bachs og Händ
els. Í Føroyum hava vit upplivað
magnmiklu rødd hansara í Moz
arts Requiem saman við Føroya
Symfonikóri og orkestri og sein
asta ár hevði hann somuleiðis
basslutin í Händels Messiasi í
framførslu saman við kvinnu
kórinum “Suð” og Havnarkórin
um við tess oratoriiorkestri.
Innihaldið í Jólaoratorium J. S. Bachs.
Jólaoratorium í Fríðrikskirkjuni og í Hoyvíkar Kirkju
Sigríður Aðalsteinsdóttir
Eyjólfur Eyjólsson
Águst Ólafsson
Berghild Poulsen