fríggjadagur 14. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
14
Mánalýsi
Elin á Rógvi
Bókadeild Føroya lærarafelags,
2007
93 s.
Elin á Rógvi, sum millum føroysk
børn man vera best kend sum
Meyla frá tiltakinum Lort í býin,
hevur nú givið út sína fyrstu
barnabók, Mánalýsi. Hetta er
bókin, sum vann kappingina í
Føroyum um at skriva nýggja
barnabók, sum norðurlendska
stuðulsnevndin NORDBOK
fyriskipaði í 2006. Hetta var
samstundis seinasta tiltakið
hjá hesi væl umtóktu nevnd,
áðrenn hon varð avhøvdað saman
við restini av norðurlendsku
stuðulsskipanunum.
Tað at Elin starvast í
Útvarpi Føroya, har hon ger
barnasendingar, sæst aftur í
bókini. Útvarpsmenn sum Elis
Poulsen, Jógvan Arge og Kári
Sólstein hava í bókini fingið ein
sannan stórfjeppara, Bjarka, sum
gongur við einum dreymi um at
gerast útvarpsmaður, tá ið hann
verður stórur. Bjarki nýtir hvørt
eitt høvi at herma eftir teimum,
og yndisútvarpsmaðurin er
ein, sum eitur Elis. So er longu
fingið sligið fast, at skemt er ein
týðandi táttur í bókini.
Bjarki er tvey ár eldri enn
stórasystirin Birna. Foreldrini
eru skild, og børnini búgva
hjá mammuni. Aldurin verður
ongantíð nevndur, men ein
viðmerking á síðu 43 bendir
á, at Birna er umleið tíggju
ár. Besti vinmaður Bjarka er
floksfelagin André, ið er sonur ein
flogbóltsleikara úr Bulgaria, sum
er venjari hjá besta liðinum hjá
flogbóltsfelagnum Lotinum.
Ein málningur verður stolin
úr Smiðjuni í Lítluvík, og tey trý
børnini fáa heldur tilvildarliga
frænir av, hvør tjóvurin er. Men
spurningurin er nú, um alt er
soleiðis, sum børnini (og lesarin)
halda tað vera. Her eydnast tað
høvundinum heilt væl at halda
spenninginum til síðstu síðu. So
far so good.
Tað heilt góða við hesi
bók er, at hon hevur støði í
gerandisdegnum hjá føroyskum
børnum, at hon er skrivað á
einum máli og um evni, sum
føroysk børn kenna seg aftur
í: hon gongur fyri seg í Havn,
hon lýsir støðuna hjá børnum,
hvørs foreldur eru farin hvør frá
øðrum, hon viðgerð tað at vera
fremmandur í Føroyum, og hon
lýsir eisini viðurskiftini millum tey
bæði systkini, Bjarka og Birnu,
sum næstan altíð klandrast.
Skemt er sum nevnt ein týðandi
lutur í bókini, og her hevur
høvundurin sera gott hegni at
nýta slíkt, sum frammanundan
er samtaluevni millum fólk, at
geva søguni nakað, sum ger
hana stuttliga og lætta at lesa.
Lýsingar av gerandisstøðum, eitt
nú tá ið tey sita til borðs og eta,
tá ið tey klandrast um eitthvørt,
ella tá ið Birna sær pápan við
nýggjari dámu, eru sera góðar og
livandi. Her kundi eg sum lesari
ynskt mær meira av hesum, við
ella uttan skemt, tí tað dugir
høvundurin væl.
Trupulleikin við bókini er, at
hon sum spenningssøga er ov
óspennandi, og at hon sum
samfelagslýsing verður órógvað
av søguni um stolna málningin.
Hetta ger, at plottið manglar
eitthvørt, sum skal halda øllum
saman. Hon vil ov nógv. Har
verða fortaldar ov nógvar søgur
á ov lítlum plássi og tað er eitt
sindur spell, tí tað ger nettupp,
at tær annars frálíku lýsingarnar
eru ov fáar til at geva meira enn
eina grunna lýsing av teimum
viðurskiftum, sum verða viðgjørd
í bókini.
Ivaleyst hevur hetta nógv
at gera við ta avmarking, sum
nevnda kapping setti til handrit,
ið kundu vera við í kappingini.
Minnist meg rætt skuldu
søgurnar ikki vera longri enn 30
A4 síður, og tað er í sjálvum sær
ein stór avmarking fyri eina søgu
sum hesa, tí hon kundi verið
heilt nógv betri, um nøkur evni
fingu meiri pláss. Tað finnast tó
enn ráð fyri tí, tíbetur, og tað er
at skriva fleiri bøkur um Bjarka,
Birnu og André! Onkursvegna
havi eg ein varhuga av, at tað er
júst tað, høvundurin ætlar.
Tann bara 93 síður langa
bókin er myndprýdd av Janusi
Guttesen. Myndirnar eru fínar,
men tær geva mær eina fatan av,
at børnini eru 15-16 ára gomul,
og ikki 10-12 ára gomul, soleiðis
sum teksturin einastaðni sipar til.
Samanumtikið er mín
niðurstøða, at hóast mánalýsi
ikki røkkur út í hvønn einasta
krók í bókini, so er talan um
eina viðkomandi og stundum
glógvandi lýsing av samtíð
okkara, sum er flættað inn í
eina heldur slaka søgu um eitt
brotsverk, sum ikki er sum tað
sær út til at vera. Vit bíða spent
eftir framhaldinum.
Trongligt
mánalýsi
Hálvmánalýsi. Mánalýsi er ein
toluliga væl samanskrúvað
spenningsøga fyri tey 10-12 ára
gomlu, sum gevur eina viðkomandi
og skemtiliga, tó nakað grunna,
lýsing av gerandisdegnum hjá
føroyskum børnum
Ummæli
Arnbjørn Dalsgarð