Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 243 - 14. desember 2007 - Eg veit, at eg kann geva nakað til landspolitikkin. Men tað er hóast alt ikki meg, ið alt snýr seg um, sigur borgarstjórin í Sandavági og forkvinnan í Kommunufelagnum, Rósa Samuelsen, sum eisini ynskir at gera sína ávirkan galdandi á løgtingi. Uppstilling Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandavágur: - Eg haldi meg hava eina rættiliga góða føling av, hvat ið halt- ar í samfelagnum. Og hetta vil eg fegin gera nakað við, sigur Rósa. Hóast hon er vald í Demo- kratia fyri Sambandsflokkin, er ikki líkt til, at hennara egna lokala valfelag er áhug- að í hennara atkvøðum. Sum víst er á í aðrari grein á síðuni, telist hon ikki millum valevnini til løgtingsvalið í næsta mán- aði. Flokkurin avgjørdi at stilla tveir mans upp. Eftir hvat skilst, er tað Marjus Dam, ið óttast kappingina frá Rósu Samuelsen um sessin í løg­ tinginum. – Eg taki sjálvandi úrslitið til eftirtektar. Hinvegin er tað ikki mín persón, sum alt snýr seg um, men um tað sum eg kann geva frá mær, staðfestir Rósa. Hesa seinastu tíðina hev- ur hon annars fingið fleiri fyrispurningar frá flokkum, sum ynskja hana at stilla upp fyri seg. Serliga í gjár stóð telefonin hjá henni ikki still. Telefon frá løgmanni Í eini grein á Portalinum seinnapartin í gjár varð nevnt um uppstillingina hjá Sambandsflokkinum í Vág- um. Heitið á tíðindastubba- num var “Marjus við – men ikki Rósa”. Eftir at fólk høvdu lisið henda stubban byrjaðu fólk úr Vágum og kring alt landið at ringja til Rósu. Í flestu førum var ynskið at fáa hana stilla upp fyri júst teirra flokk. – Eg hevði annars sett mær seinnapartin av at baka til jóla, men tíð varð snøgt sagt ikki til tað, so ofta sum telefonin ringdi, greiðir Rósa frá. – Fólk úr flestu flokkum á tingi hava ringt til mín. Millum hesi taldist Kári P. Højgaard og sjálvt løgmaður Jóannes Ejdesgaard! Í løtuni stendur hon í teirri støðuni at hon skal taka eina týðandi avgerð: Hvønn flokk ynski eg stilla upp fyri? – Hetta verður ikki ein forhastað avgerð. Eg má hugsa meg væl um, sigur Rósa við Sosialin. Ávirkan á tingini Bæði áðrenn Demokratia varð stovnað og ikki minst síðani, er gjørt eitt stórt arbeiði at gera kvinnur til- vitaðar um sína ábyrgd og møguleika á tí politiska leik- vøllinum. Í hesum arbeiði hevur Rósa Samuelsen eisini gjørt sína ávirkan galdandi, eftir at júst Sambandsflokkurin valdi hana sum sítt umboð í Demokratia. Hon hevur ver- ið virkin í kommunalpoli- tikki, bæði lokalt og á lands- plani, og metir seg hava nógv at geva landspolitikki- num eisini. – Eg eri greið um, hvar og hvussu ein kann fáa ávirkan á tingini. Fór eg upp í landspolitikk hevði tað bara verið ein víðari útvikling av tí arbeiði, sum eg longu eru í, slær Rósa fast. Við fólkatingsvalið í november fekk hon 102 atkvøður atkvøður. Men nú bendir alt á, at hon ikki verður á listanum yvir sambandsvalevnir til løgtingsvalið! Hesa vikuna hava teir báðir flokkarnir, sum hava tingmenn úr Vágum, havt upptillingarfundir sínar. Í báðum førum verða bara menn uppstillaðir Uppstilling Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vágoy: Fyrr í vikuni kunn- gjørdi fólkaflokkurin at teir stilla upp floksformannin, Jørgen Niclasen úr Sørvági og Jóannes Nielsen úr Sandavági. Á fundi í sambandsfe- lagnum varð avgjørt at stilla tingmannin Marjus Dam úr Miðvági og Eivin Jacobsen úr Sørvági upp. Í hesum javnstøðutíðum høvdu helst mong bæði væntað og vónað, at sam- bandsflokkurin fór at stilla borgarstjóran í Sandavági og forkvinnuna í Føroya Kommunufelag, Rósu Sam- uelsen upp. Men tað hendi ikki. - Fundurin samtykti í fyrsta lagi at hava tvey val- evni, og í øðrum lagi at stilla teir báðar, Marjus og Eivin upp, sigur fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin í Sambandsflokkinum, Ivan Johannesen við Sosialin. Hann var sjálvur ein av teimum 18 fólkunum, sum vóru møtt á uppstillingar- fundinum. Rósa sjálv var eisini á fundi, men undirtøka var ikki fyri at hon skuldi uppá listan til løgtingsvalið um ein góðan mánað. Eitt ella einki Ein ávísur spenningur var knýttur til fundin, tí tað skiltist frammanundan, at Marjus Dam ivaðist í, um hann skuldi stilla upp aftur ella ikki. Við heimasíðuna hjá Sør- vágs kommunu segði hann mánadagin, at hann hevði umhugsað hetta. Einki varð kortini sagt um orsøkina til henda ivan. - Men tað vóru fleiri sum heittu á meg um at stilla upp aftur, og tí avgjørdi eg at gera tað, sigur hann við Sosialin. Persónliga hevur hann als einki ímóti javnstøðu á lista- num, soleiðis at eitt kvinnu- ligt og mannligt valevni vóru á listanum úr Vágum – í hesum føri Marjus sjálv- ur og Rósa. Nevndin í felagnum hevði undan fundinum gjørt eitt tilmæli um talið av valevnum úr oynni. Spurn- ingurin var, um tað skuldu vera tvey ella trý, men semja varð um at hava tvey valevni. - Áðrenn vit gjørdust til eitt valdømi, høvdu vit onkutíð fýra valevni. Men eg eri sannførdur um, at gjørdu vit tað hesaferð, so fingu vit einki sambands- umboð úr oynni, slær Marj- us fast. Frá fýra til tvey Marjus Dam hevur um- boðað Vágoynna á tingi síðani 1998, og hann var tí eitt sjálvsagt valevni til val- ið. Á uppstillingarfundinum vórðu trý onnur valevni at velja millum – Gunnar Nattestad, Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen. Áður hevur ein roynt at hava eitt valevni úr hvørjari av teimum størru bygdunum í oynni, og síðani eitt val- evni úr annaðhvørt Bø ella Mykinesi. - Tá vit atkvøddu millum hesi fýra sum vóru í upp- skoti, fingu Marjus og Eivin flestar atkvøður. Og so var tað málið avgreitt, sigur Ivan Johannesen. Skal ein ganga eftir úrslit- inum av Fólkatingsvalinum fyri einum mánaði síðani, og um ein sammetir tað við eitt løgtingsval, hevði Vágo- yggin mist sítt sambands- umboð. Men eitt løgtingsval er kortini øðrvísi enn eitt fólka- tingsval. - Vit fara í øllum førum at gera alt sum gerast kann, fyri at fáa eitt sambands- umboð úr Vágum til nýggja løgtingið, staðfestir Ivan. Allir vilja hava Rósu – uttan Sambandið Marjus og Eivin umboða Vágar Marjus Dam er eitt av valevnunum til løgtingsvalið, men valfelagið í Vágum vil ikki hava Rósu Samuelsen á listan ” Tað vóru fleiri sum heittu á meg um at stilla upp aftur, og tí avgjørdi eg at gera tað (Marjus Dam, tingmaður) ” Fólk úr flestu flokkum á tingi hava ringt til mín. Millum hesi taldist Kári P. Højgaard og sjálvt løgmaður Jóannes Ejdesgaard (Rósa Samuelsen, Sandavágur)