Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 • 14. desember 2007 Vikuskifti 24 Elsa Funding Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Forlagið Fróðskapur Setursrit 4 200 blaðs. Til inngangs endurgevur Elsa burtur úr formæli hjá Viderø til Sámuelsbøkurnar í 1953, at bíbliutýðing minnir um sinnopskornið, sum vaks og vaks, inntil tað varð so stórt, at himmalsins fuglar kundu byggja reiður í greinum tess; hebráiska málið kann líknast við bulin á sinnopstrænum, tað er frumstovnurin. Á hesum máli er gamla testamentið ritað, og tó at nýggja testamentið er á grikskum, lýsir tí hitt hebráiska málið mangar staðir ígjøgnum; allar heimsins bíbliutýðingar eru eins og greinar, ið allar eru sprotnar av hesum eina stovni. Fyrsta greinin var hin grikska týðingin, tínæst hin latínska og so framvegis; alt fram at okara døgum hava hesar greinar fjølgast, soleiðis, at “træið” nú fevnir um alla jørðina. Eisini við okkara føroyska máli hevur nú hetta veldiga ”træ” fingið eina grein afturat, eina lítla, óbúna, sum toyggir seg fram millum hinna fullbúnu greina, ið mjúkliga boyggja seg allar vegir fyri andans loti; men eingin sigi hana ringa fyri tað, tí at ikki hava gróðarlíkindi hennara verið tey bestu. Góð innføring Bókin er býtt sundur í fleiri smá og størri brot. Eitt stutt brot er um nøkur prinsipp um orðatýdning ella týdningsmun millum føroyskt og grikskt. Eitt kapittul er um bíbliu­ týðingarsøguna í høvuðsheitum. Her verður mest nortið við fornaldar týðingar. Her verður nortið við fyrstu týðing á einum máli, sum er skilt við okkara. Tað er gotiska týðingin, sum Wulfila biskupur og trúboðari týddi. Meginparturin av Nýggja Testamenti og brot úr Gamla Testamenti, tað er stuttligt at síggja. Sjálvt um vit ikki skilja tað eru tað meira enn so onkur orð, sum vit kunnu fá fatur á. Hetta er so langt afturi í tíðini sum í fjórðu øld. Elsa fylgir gongdini upp móti okkara tíð, sjálvsagt ógvuliga stutt. Hon nevnir tær evropeisku og norðurlensku týðingarnar, tær kendastu eru Luthers týðing, enskar og franskar, so danskar, svenskar og íslendskar. Tær norðurlendsku eru allar í størri ella minni mun heftar afturat Lurhers týðing. Føroysku týðingarnar Eitt kapittul er um føroyskar týðingar upp til 1908. Tann elsta føroyska heildartýðingin er J. H. Schrøters týðing av Matteusevangeliinum, sum varð prentað í 1823, men týdd nøkur ár frammanundan. Henda týðing fekk eina heldur kaldliga móttøku. Næsta samanhangandi skiftið var bíbliusøgan hjá Jógvani Poulsen, sum var lærari á Strondum frá 1900, og so týðing A. C. Evensens av Jóhannesevangeliinum, sum kom í 1908. Nevnd verða brot eftir Hammershaimb, J. P. Gregoriussen, Fríðriki Petersen og Símun av Skarði. Næsta kapitlið er Føroysk bíbliutýðingarsøga II frá 1909 til 1990. Her eru tað fyrst og fremst teir ”Stóru”, sum vit kanska kunnu nevna teir. Jákup Dahl, K. O. Viderø og Victor Danielsen. Viderø fullførdi Dahls verk. Fyrsta skriftið, sum Dahl læt úr hondum, var týðingin av Sálmunum í Gamla Testamenti, sum kom í 1921, so komu skriftini so við og við, seinast Jóhannes evangeliið í 1936 og Nýggja Testamenti í 1937. Men longu nøkur ár, áðrenn Nýggja Testamenti hjá Dahl kom út var Victor Danielsen farin undir at umseta Bíbliuna, og hansara Nýggja Testamenti kom út sama árið, sum Dahls, í 1937. Victor arbeiddi skjótt, og longu í 1949 kom hansara týðing av allari bíbliuni. Týðingin hjá Dahl, sum Viderø gjørdi lidna, kom ikki út fyrr enn í 1961. Í hesum partinum er eisini at nevna týðingin hjá Aksel Torgarð av Apokrýfunum, og nøkur brot av Nýggja Testamenti, sum Hans Jacob Joensen hevur týtt. Spennandi samanberingar Teir kanska mest spennandi partarnir av ritgerðini eru teir báðir seinastu partarnir, málsliga samanberingin av tekstum í Gamla Testamenti og tað sama av nýggja Testamenti. Hetta skal ikki endurgevast her. Men eigur av verða studerað. Niðurstøðan hjá Elsu er eisini spennandi. Og kanska verður tað her fólk vera samd ella ósamd við høvundan. Bert eitt lítið brot burtur úr niðurstøðuni: Tað er eini týðing íborið ongantíð at vera liðug. Henni fer altíð at tørva endurskoðan, ella at frumritið verður týtt av nýggjum. Hesar treytir má ein bíbliutýðing lata sær lynda, og eg haldi, at tíðin er komin – bæði hjá Kirkjuni og hjá Brøðrasamkomuni – at fara undir nýggja bíbliutýðing. Neyðug nýtýðing? Ein av niðurstøðunum hjá Elsu Funding, er, at J. Dahl, K. O. viderø og Victor Danielsen vóru undangongurmenn. At meta seg teirra javnlíkar – einsamallur at fara undir slíkt ódnartak, eigur maður ikki at gera í dag. Slíkt verk hevði verið kolldømt, áðrenn tað var byrjað. Harafturímóti eiga vit, eins og norðurlensku grannar okkara, at fylgja tí arbeiðsháttalagi, sum altjóða bíbliutýðingargransking ásetur. Vit eru fáment, og føroyska málinum hevði tað verið vinningur við lít, lótu vit ikki átrúnaðarligu ósemjurnar fáa fastatøkur á okkum, men stóðu saman um eina felags bíbliutýðing. Lat meg leggja afturat, Elsa Funding man vera tann av føroysku prestunum, sum er best fyri at standa á odda fyri einari nýtýðing. Elsa er køn í bæði hebráiskum og grikskum, og haraftur í føroyskum, har hon hevur lokið cand. phil prógv í føroyskum máli og bókmentum. Bókin hjá Elsu fær mítt besta viðmæli. Bíbliutýðingar á einum vegamóti Elsa Funding, prestur á Viðar­ eiði, hevur skrivað eina bók um føroyskar bíbliu­ týðingar og týðingarroyndir, sum kom út herfyri Ummæli P. M. Rasmussen teol dr. Bókin hjá Elsu Funding, cand. phil. fær bestu viðmæli frá P. M. Rasmussen teol. dr.