fríggjadagur 14. desember 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 14. desember 2007
27
lýsingar
Stórt úrval av leikum og jólaprýði!
Her finnur tú altíð røttu gávuna!
Allar leikur
nú - 30%
Opið til jóla
Mánadag
17/12 frá kl. 8 til kl. 20
Týsdag
18/12 frá kl. 8 til kl. 20
Mikudag
19/12 frá kl. 8 til kl. 20
Hósdag
20/12 frá kl. 8 til kl. 20
Fríggjadag 21/12 frá kl. 8 til kl. 20
Leygardag 22/12 frá kl. 9 til kl. 22
Tollaksmessudag frá kl. 14 til kl. 22
Onnur góð tilboð
eru eisini
430 Hvalvík · tel 42 23 94 · okhammer@post.olivant.fo
www.okheilsola.com
Alt jólaprýði
nú - 50%
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðul til ungan mann við menningartarni
Stuðulstænastan søkir eftir stuðli at
arbeiða 12 tímar um vikuna hjá ungum
manni við menningartarni í
Suðurstreymoy.
Arbeiðsuppgávur
At stuðla honum eftir loknan arbeiðsdag
við at fara við honum til ymisk mennandi
tiltøk, og soleiðis stuðla honum í at hava
ein innihaldsríkan gerandisdag.
Arbeiðstíðin
Arbeiðstíðin er eftir loknan arbeiðsdag
hjá manninum, og er talan um 12 tímar
um vikuna.
Førleikakrøv
Umsøkjarar, ið hava eina náms- ella
heilsufrøðiliga útbúgving hava fyrimun
til starvið.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum
ikki primært eru ætlaðar til arbeiði innan
náms- og heilsufrøðiliga økið, verður víst
til hjálparfólkasáttmála hjá Føroya
Pedagogfelag.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um størv innan Nærverkið við
fyribils setan í Stuðulstænastuni. Løn
sambært sáttmála millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið
Nærri fæst at vita um starvið frá Karin á
Heygum á tlf. 360000.
Umsókn
Umsókn saman við prógvi, c.v. og
møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Argjavegur 26
160 Argir
Umsóknarfreist: 02. januar 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.