Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 243 - 14. desember 2007 Stigtakarin til mót­ mælið móti Sand­ oyartunlinum, Hans Blåsvær, stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin til løgtingsvalið POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Herferðin móti Bjarna Ask­ ham Bjarnason er ein av orsøkunum til, at hann hev­ ur valt at fara upp í politikk – og Sjálvstýrisflokkin vel­ ur hann, tí hann sum tann einasti var í móti Sandoyar­ tunlinum. – Eg havi ikki verið virk­ in í politikki, og eg kom upp á listan hjá Sjálvstýris­ flokkinum í Suðurstreymoy eftir at listin var liðugur, sigur Hans Blåsvær. Hann hevur tikið avgerð­ ina m. a. út frá tí, at fólk skulu hava loyvi at siga sína meining uttan at verða for­ fylgd, soleiðis sum hann heldur, at Bjarni Askham Bjarnason bleiv, eftir at hann sum tann fyrsti skriv­ aði undir mótmælið móti Sandoyartunlinum. – Eftir at hasi tíðindini bórust, steðgaðu undir­ skriftirnar fullkomiliga upp, sigur Hans Blåsvær. Tá tað kom fram, at Bjarni Askham Bjarnason sum tann fyrsti eftir Hans Blåsvær skrivaði undir mót­ mælið mánadagin, høvdu umleið 2200 fólk skrivað undir síðani 5. desember. Higartil hava 2495 fólk skrivað undir, so áhugin fyri at skriva undir er mink­ aður. – Eg kann als ikki góðtaka raðfestingarnar, sum nú eru gjørdar, og Sjálvstýrisflokk­ urin var tann einasti, sum var ímóti Sandoyartunli­ num, sigur hann. Hans Blåsvær sigur, at hann vil, at skil kemur í fíggjarliga, og tað heldur hann, at Sjálvstýrisflokkurin er einasti garantur fyri. Hans Blåsvær stillar upp sum mótmæli Hans Blåsvær, sum tók stigið til at savna undirskrivtirnar móti Sandoyartunlinum stillar nú upp til løgtingsvalið. Hann velur at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin, tí hann er einasti flokkur, sum hevur meldað greitt út og er ímóti Sandoyartunlinum ­ Ein góð loysn fyri júst Suðuroynna hevði verið ein tunnil til Sandoynna, soleiðis at túratalið við Suðuroynna kundi verið minst tvífaldað, sigur Rúna Sivertsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast tað fleiri ferðir er nevnt, at Sjálvstýrisflokk­ urin er einasti flokkur, sum er ímóti Sandoyartunlinum, so er veruleikin ein annar. Rúna Sivertsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum heldur, at tað er rætt at gera Sandoyartunnilin og at leggja farleiðina til Suð­ uroynna umvegis Sand­ oynna. ­ Tað er alneyðugt at út­ byggja samferðslukervið á ein skilagóðan hátt. Tí er ikki nóg mikið bert at vera ímóti, men vit mugu eisini hava eina loysn at vísa á, sum fremur framgond á øll­ um økjum fyri alt landið, sigur hon í politiskari við­ merking. Hon mælir til eina heild­ arloysn fyri Sandoynna og Suðuroynna eftir eini tíðar­ ætlan, sum eisini gevur pláss fyri, at vit samstundis kunnu nýta pening upp á onnur samfelagsvirði. Skal Suðuroyggin yvirliva er alneyðugt at sambandið við meginøkið gerst betur, heldur hon. ­ Ein góð loysn fyri júst Suðuroynna hevði verið ein tunnil til Sandoynna, soleiðis at túratalið við Suðuroynna kundi verið minst tvífaldað, sigur hon. Rúna Sivertsen sigur, at hetta er ein loysn, sum vit mugu gera eftir eini tíðar­ ætlan, sum fyrst og fremst er fíggjaliga forsvarlig, men eisini tekur atlit til, at hon má fremjast, áðrenn Suðuroyggin doyr út. Vanligur prísur fyri báðar ...........................340,- SerpríSur prísur fyri báðar ..........149,- Sparið kr. 191,- Glámlýsið r. rasmussen Bábelstornið r. rasmussen Fyrsta føroyska Skaldsøgan S e r t i l b o ð Gamli bókahandil Sjálvstýrisvalevni: Rætt at gera Sandoyartunlin BóKaúTgáva Tíðindaskriv Skemtbøkurnar við tekning­ um hjá Óla P í Sosialinum er vorðin til eina rúgvus­ mikla bókarøð. Í dag kemur út í bókabúðirnar tann nítj­ anda í røðini, Skemt 07. Í bókini eru umleið 130 tekn­ ingar, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hetta seinasta árið. Á perm­ uni viðger teknarin seinastu eljustríðini, sum hava verið í samgonguni, har hellan í Tinganesi minnir ikki sørt um Runsuvalsstríð, har blóðið flýtur. Løgmaður fylgir sum vera man útvikling­ inum úr erva, meðan Tobbi hvessir sær svørðið, og Jenis hevur krossin á lofti. Óli P gjørdi tekningina langt áðrenn samgongan nú um dagarnar mátti leggja kongin. Við hesi bókini eru nær­ um 3000 tekningar givnar út í bók. Tann fyrsta bókin var Skemt 89. Bókin, sum kemur út, komandi ár, verð­ ur so tann 20. í røðini. Tað verður ein serstøk jubi­ leumsbók. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri fram­ sýning við tekn­ ingum hjá Óla P í Danmark og møgu­ liga eisini í øðrum Norðan­ londum. Og fer Skemt 08 at vera meira umfevnandi við tekningum frá øðrum norðurlenskum teknarum og greinum um teknilistina hjá Óla P og sum heild. Skemt 07 er sett og umbrotin á Sosialinum og prentað hjá Føroyaprent. Hon kostar 150 kr. Skemt útkomin