hósdagur 24. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 98 - 24. mai 2001
Nr. 98 - 24. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Privatu telefaxini frá
konuni vóru skrivað
við grikskum bók-
stavum, so bara Peter
O. K. Olofson kundi
lesa tey, tá tey komu
umborð á Ljósafelli.
Fyrrverandi presturin
hevur skrivað bók um
fyrsta túrin til sjós
OLOFSON
Eyðun Klakstein
Peter O. K. Olofson tók til
málsligar snildir, tá hann
var til skips við Ljósafelli í
fjør.
Hetta greiðir hann frá í
nýggjari bók, sum hann
hevur skrivað um sín fyrsta
veruliga túr til sjós.
Telefonsamrøðurnar vóru
fáar, tí tað kostar nógvar
pengar at tosa umvegis
fylgisvein, og tí høvdu
Peter og konan samskifti
umvegis telefaxið.
Men við faxum er tann
trupulleiki, at tey kunnu
koma í skeivar hendur, tá
tey verða send umborð á ein
trolara, og so er ringt at
skriva persónlig brøv til
hvør annan.
Men fyrrverandi prestur-
in og kona hansara vóru
ikki ráðaleys.
Óskiljandi brøv
Konan skrivaði brøvini til
Olofson á donskum, men
aftaná syrgdi teldan fyri, at
bókstavirnir vórðu broyttir
til grikskar bókstavir.
Síðani varð brævið sent í
telefaxi umborð á Ljósa-
felli, og har kundi skiparin
so bara staðfesta, at eitt ó-
lesiligt bræv var komin til
Olofson.Fyrrverandi prest-
urin dugir grikska alfabetið,
og tí fekk hann lisið brøvini
uttan trupulleikar.
– Á hendan hátt kundu eg
og konan hava privat sam-
skifti. Tað bar til at verða
meiri persónligur, enn um
talan var um telefonsam-
røður umvegis fylgisvein,
skrivar Olofson í nýggju
bók síni.
Okkara prestur
Bókin »Da dørene fik sko
på« er júst komin út, og
Peter O. K. Olofson hevur
skrivað bókina sum eitt
minni um ein túr til skips.
Olofson var við Ljósfelli
á Flemish Cap og í Barents-
havinum, og tað sæst í bók-
ini, at hann hevur fylgt væl
við í gongdini umborð á
skipinum.
Hann
greiðir
frá
arbeiðsgongdini, hending-
um av ymsum slagi og um
samveruna við føroysku
sjómenninar. Hann dregur
stundum sín kristnað boð-
skap uppí frágreiðingarnar,
men sjálvt lívið umborð á
Ljósafelli fyllir mest í bók-
ini.
Olofson greiðir millum
annað frá, at hann stundum
varð umrøddur sum »prest-
ur« umborð.
Tá hann var komin heim,
lánti hann videoupptøkur
hjá einum av manningini.
Onkrar upptøkur er gjørdur
úr bjargingarbáti hjá skip-
inum, og tá upptøkumað-
urin einu ferðina tekur
myndir av skipinum og
Olofson kemur uppá, sigur
hann: »Hatta er okkara
prestur«...
Bókin nógv umrødd um-
borð
Tá Olofson kom umborð á
Ljósfelli fór prátið beinan-
vegin at ganga um, at hann
ætlaði sær at skriva eina bók
um túrin. Tí mátti manning-
in vísa seg frá sínum bestu
síðu.
Olofson
hevði
ikki
ætlanir um at skriva slíka
bók, hóast hann skrivaði
dagbók á túrinum, men tað
endaði hóast alt við, at hann
vildi skriva nógv umrøddu
bókina.
– Tað er menniskju, sum
vit hava hitt, sum vit
ongantíð síggja aftur, men
tað er ikki avgerandi. Vit
hava nøkur minni um hesi
fólk, og hendan bókin kann
so verða eitt minni um ein
av teimum mongu túrunum
hjá føroyskum skipum,
sigur Peter O. K. Olofson
um bókina.
Bókin kostar 100 krónur
og fæst í bókahandlunum.
Tað er OK-Forlagið, sum
stendur fyri útgávuni.
Olofson fekk loyniboð í Barentshavið
Peter O. K. Olofson hevur skrivað ein bók um, tá hann sum fyrrverandi prestur endaði umborð
á einum føroyskum trolara
NCC missir stórar
peningarupphæddir
av verkfallinum.
Arbeiðið at gera
Vágatunnilin er
steðgað, og verkfallið
kann eisini fáa
avleiðingar fyri
møguligan
Norðoyatunnil
TUNNLAR
Eyðun Klakstein
Arbeiðið at gera undir-
sjóvartunnilin til Vágarnar
liggur stilt í hesum døgum,
og tað hevur við sær, at
tíðarætlanin fyri arbeiðið er
rokin.
– Vit vóru frammanfyri
tíðarætlanina, áðrenn verk-
fallið byrjaði, men tað eru
vit ikki longur, og tá vit
sleppa í gongd aftur, eru vit
komin afturúr, sigur Her-
man Lindberg, umsitingar-
leiðari hjá NCC í Føroyum.
– Hetta er ein sera ó-
heppin støða, sum vit eru
komin í. Vit vóru í fullari
ferð, tá verkfallið kom, og
tað fer at taka nógvar dagar
eftir verkfallið, áðrenn vit
fáa rættiliga ferð aftur á
arbeiðið aftur, sigur hann.
Norðmenn sendir heim
NCC hevur havt 25 norð-
menn til arbeiðis, umframt
teir 35 føroysku arbeiðs-
menninar, men allir hesir
eru farnir heim.
Norðmenninir arbeiða í
vaktum. Teir eru í Føroyum
í fýra vikur og hava síðani
frí í tvær vikur. Síðst í
næstu viku skuldi vaktar-
skifti verða, men longu nú
verða norðmenninir, sum
hava verið til arbeiðis,
sendir heim, og avloysarar-
nir hava fingið boð um at
bíða við at koma hendan-
vegin.
– Framdriftin í arbeiðnum
steðgaði beinanvegin, tá
verkfallið kom. Vit fingu
loyvi at tryggja tunnilin, og
síðani hava vit gjørt ymiskt
umvælingararbeiði. Men nú
er alt í besta standi, og tí er
eingin orsøk at hava fólki
til arbeiðis, sigur Herman
Lindberg.
Ongantíð áður
Leigan av amboðunum,
sum verða brúkt til at gera
Vágatunnilin, kostar einar
150.000 krónur um dagin,
og seinastu tvær vikurnar
eru hesir pengar goldnir,
uttan at amboðini hava verið
í brúk.
– Leiðslan í Danmark og
Noregi skilir einki av
støðuni, tí teir hava ongantíð
verið úti fyri slíkum áður.
Tað er ótrúligt, at hetta
verkfallið skal sleppa at
draga út, tá tað kann fáa
álvarsamar avleiðingar fyri
samfelagið, sigur Herman
Lindberg.
– Vit missa sum er
nógvar pengar, arbeiðsfólk-
ið er tímaløn og missir
eisini pengar, og so er tíðar-
ætlanin hjá okkum rokin
fyribils. Støðan er ótolandi,
sigur umsitingarleiðarin hjá
NCC í Føroyum.
Dýrkar
Norðoyatunnilin
NCC hevur bjóðað sær at
gera Vágatunnilin fyri ein
fastan prís, og tí eru tað teir,
sum sita við Svartaperi, nú
verkfallið leggur arbeiðið
lamið.
– Vit hava ikki roknað eitt
verkfall inn í okkara tilboð,
men hetta er nakað, vit
mugu hugsa um til eina
aðru ferð. Skulu vit hava eitt
drúgt verkfall annaðhvørt
ár, so má tað eisini takast
við í møgulig tilboð, sigur
Herman Lindberg.
Ætlanin hevur verið, at
arbeiðið at gera Norðoya-
tunnilin um Leirvíksfjørð
skal byrja, tá Vágatunnilin
er liðugur, og tí kann tað
henda, at hetta arbeiðið fer
at dýrka, tá tilboðini skulu
taka hædd fyri einum ella
tveimum drúgvum verkfall-
um.
– Eg haldi, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sum
skjótast skulu finna saman
til samráðingar aftur, so
endi fæst á hesi støðuna.
Hetta kunnu vit ikki liva
við, sigur Herman Lind-
berg.
NCC missir nógvar pengar
– Vit hava ikki roknað eitt verkfall inn í okkara tilboð, men hetta er nakað, vit mugu hugsa um
til eina aðru ferð. Skulu vit hava eitt drúgt verkfall annaðhvørt ár, so má tað eisini takast við í
møgulig tilboð, sigur Herman Lindberg, umsitingarleiðari hjá NCC í Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 26 mai kl.
11.30 verður aftur morgun-
konsert í Havnar kirkju.
Hesaferð
verður
tað
"Havnar
Ungdómshorn-
orkestur" undir leiðslu av
Kenneth Jones, ið spælir.
Hetta orkestrið fer í
summar ferð til Skotlands
at halda konsert. Tey hava
eisini ein minni bólk
"Messingbólkurin"
við
fimm spælarum, og hesir
fara eisini at spæla í
kirkjuni. Skráin verður
bæði gamal og nýggjur
tónleikur, ið er hóskandi í
kirkjuligum høpi.
TÍÐINDASKRIV
Í samband við felagsmissi-
ónsvikuna fyri Norðstreym
og Eysturoy, verður skipa
fyri
ungdómstiltøkum
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið. Fríggjakvøldið 25.
mai kl. 22.30 verður lov-
sangs- og vitniløta í Legu-
húsinum í Nesvík við
fuglfirðingum.
Aftaná
verður Café, har heitur
matur verður til keyps.
Leygarkvøldið á hesi
missiónsviku er vanligt at
hava eina gospelkonsert, og
soleiðis verður eisini í ár.
Við á konsertini verða
Magni Christiansen, Bisco,
G-sus og eitt ungdómskór
úr Vágunum. G-sus er ein
nýggjur bólkur úr Fugla-
firði, sum ongantíð hevur
staðið á palli fyrr. Spenn-
andi verður tí at finna útav,
hvat teir hava at bjóða
uppá. Afturat hesum verður
eisini
ein
drama-fram-
førsla. Konsertin byrjar kl.
22.30. Ókeypis atgongd.
TÍÐINDASKRIV
Seinasta tiltak hjá Kon-
sertfelagnum hendan vet-
urin, verður við svensku
saksofonkvartettini Rolling
Phones.
Kvartettin heldur tvær
konsertir
á
ferðini:
í
fimleikarhøllini í Glyvra
skúla hósdagin -
Kristihimmalferðardag -
24. mai kl. 19:30, og í
Listaskálanum sunnudagin
27. mai kl.16:00.
Harafturat spæla Rolling
Phones fríggjakvøldið í
Vestmanna í smb. við
árligu kórstevnuna.
Rolling Phones er ein
sermerktur og vælum-
tóktur bólkur í Svøríki,
sum er kvinnuliga mann-
aður við Tove Nylund
sopran-, Kristin Uglar alt-,
Helena Ericsson tenor- og
Neta Noren barytonsakso-
fon.
Skipað verður eisini fyri
verkskeiði fyri saksofon-
næmingar í musikkskúlan-
um, sum endar við eini
konsert í Listaskálanum
leygardagin 26 mai, kl
17:00.
Skráin
hjá
Rolling
Phones er sett soleiðis
saman at høvi er bæði at
hoyra umskrivaðan virtu-
osiskan tónleik eftir t.d.
Bach og so nýskrivaðan
tónleik við myndum eftir
Wahlberg.
Fólk kann vænta sær eitt
heilt serligt upplivilsi, av
hesum fýra toppprofessio-
nellu svensku dámunum,
við teirra glitrandi ljóð-
førum.
Matiné í Havnar kirkju
Gospelkonsert í Nesvík
Konsertfelagið
C
M
Y
K
3
2