Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 98 - 24. mai 2001 Nr. 98 - 24. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Hundraðtals útlendsk oljufólk koma til Føroya verður olja funnin til heystar. Tað krevur, at myndug- leikar og oljufeløg taka bústaðar- spurningar upp í størsta álvara. BP er tilreiðar at tosa við myndugleikarnar um, hvussu hetta verður loyst OLJUFUND OG AVLEIÐINGAR Jan Müller Nú tað nærkast fyrstu oljuboringini í Føroyum nakrantíð taka seg upp nógvir spurningar. Ein teirra er tørvurin á íbúðum og ansingarplássum. Í dag – undan møguligari olju – er hetta ein stórur trupul- leiki. Peter Rattey, stjóri hjá BP, sum saman við sínum fólkum leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi boring, dylur ikki fyri at verður olja funnin, so fer hetta at seta stór krøv til manning, og tað merkir so aftur krøv til íbúðir og ansingarpláss. Neyðugt verður við nógv fleiri fólk- um eftir, at oljan er funnin og feltini skulu útbyggjast. BP stjórin nevnir í hesum sambandi, at tað lættliga kann blíva talan um at hava 100 fólk í arbeiði hjá teimum tá. Hetta er eisini nakað, sum oljufeløgini hugsa um. Peter Rattey sigur, at teir í fyrsta lagi fara at tosa um, hvat gerast skal og í øðrum lagi fara teir at tosa við myndugleikarnar, um hvat kann góðtakast. -Vit vilja sjálvandi taka øll hugsandi fyrilit til føroyska sam- felagið. Tú kanst ikki bara flyta inn fólk, um tú ikki hevur nakað at bjóða teim- um at búgva í oa. Tá verður ávirkanin eisini alt ov stór. Tí er hetta nakað, sum má gerast í samráð við mynd- ugleikarnar. Peter Rattey sigur víðari, at verður nógv olja funnin og føroyskir myndugleikar ikki vilja góðtaka, at tað gongur ov skjótt fyri seg, ja so má tað taka longri tíð. Hinvegin er tað málið hjá einum oljufelag sum BP, verður olja funnin, at fara í gongd alt fyri eitt at byggja eitt møguligt felt út. Nakað, sum væl eisini er ynskiligt frá føroyskari síðu, skulu inntøkur spyrjast burtur úr heldur BP-stjórin fyri. -Vit í BP kunnu lova, at vit vilja gera hetta so skjótt til ber og vilja vit greiða tykkum frá, hvussu vit kundu hugsað okkum eina útbygg- ing, men hana skulu føroy- ingar sjálvandi vera við til at góðtaka. Og tað er í hesum sam- bandi, at spurningar um slíkt sum bústaðir koma upp. Oljufeløgini eru greið yvir, at hetta kann gerast ein trupulleiki í framtíðini. - Vit eru ikki áhugaðir at koma inn og oyðileggja húsamarknaðin, men er tað eitt ynski frá føroyskum myndugleikum, at vit t.d. eru við til at byggja íbúðir til okkara egna fólk, so er tað sjávlvandi nakað vit vilja tosa um. Men vit gera einki, sum føroyskir mynd- ugleikar eru ímóti. Tað má vera nakað, sum tit sjálvi ynskja. Peter Rattey sigur, at teir vilja umrøða allar hugsandi loysnir á hesum øki. Er tað eitt ynski frá føroyskari síðu, at her ikki verður nøkur innrás av oljufólki, so ber til, at ein partur av teimum arbeiðir út frá Aberdeen heldur enn at koma til Føroya at arbeiða. Og er tað eitt gott hugskot við einum flótandi hotelli, so eru teir eisini fúsir at umrøða tað. Hetta eru sjálvandi spurningar, sum liggja eitt sindur longur frammi, men tó so, at verð- ur olja funnin til heystar, so mugu fyrireikingar gerast til at kunna taka ímóti fleiri útlendskum oljufólkum. Hetta er so nakað, sum før- oyskir myndugleikar skjótt skullu til at fyrihalda seg til. Innrás av oljufólki verður nógv olja funnin Peter Rattey, BP-stjóri dylur ikki fyri, at føroyskir myndugleikar skjótt mugu til at fyrihalda seg til, hvat fer at henda, um nógv olja verður funnin Vit mugu fáa undan- taksloyvi, tí smolt er so viðbrekið, at kemur tað bara einar tveir tríggir dagar ov seint á sjógv, mis- trívist, ella doyr fiskurin, sigur Edvard Magnussen, smolt- alari í Fámjin. Á Guttansstøð í Fámjin eru tey við at fara um evstamark VERKFALL Áki Bertholdsen Edvard Magnussen í Fám- jin hevur havt langar arbeiðsdagar seinastu tíðina. Vanliga eru teir einir fýra mans til arbeiðis á smoltstøðini Guttansstøð, men akkurát í hesum døg- um plaga teir at vera fimm, tí tað er nú, at smoltið av røttum skuldi verðið sett út. Men í løtuni er Edvard einsmallur, tí verkfall hevur ført við sær, at allir hinir eru farnir til hús. Og hann sigur, at hóast hann arbeiðir frá heilt tíðliga á morgni til heilt seint á kvøldið, fær hann bara stundir til at gera tað, sum er allarmest neyðugt. – Heldur verkfallið á, verður tað ein vanlukka. Ikki bara fyri okkum, men helst eisini fyri aðrar smoltalarar í Føroyum, sum ikki longu hava sett út - og sostatt fyri alivinnuna sum heild. Edvard Magnussen sigur, at tað er onki sum eitur: Smoltstøðirnar mugu fáa undantaksloyvi til at seta smolt út, annars verður heilt galið. So leingi, verkfall er, fáa teir onki gjørt og tí verður smoltið gangandi í kørun- um á landi. Smoltið doyr Og tað er júst hetta, sum ger støðuna heilt álvarsliga. – Smolt er so viðbrekið, at gongur tað bara nakrar fáar dagar ov leingi uppi í kørunum, áðrenn tað sleppur í sjógv, fer fiskurin “yvirum” sum tað verður nevnt. Tvs, at smoltið ger seg um aftur til feskvatnsfisk og klárar ikki longur at skilja saltið úr kroppinum og so mistrívist, ella doyr tað, tá ið tað kemur í saltvatn. –Tá fer smoltið ikki at trívast í sjónum. Tað verða trupulleikar av tí alla tíðina og fiskurin fer heldur ikki at veksa, sum hann skal og nógv av honum doyr. Hann sigur, at tað lív- frøðiliga urið hjá moltinum er ógvuliga viðbrekið, tí tá ið tað er sjóbúgvið, er tað næstan upp á klokkuslett, at smoltið má verða sett út, annars trívist tað ikki, ella doyr. – Tó er tað frægari at seta smoltið út nakrar dagar ov tíðliga, enn tað er at gera tað nakrar dagar ov seint. 2-3 dagar avgerandi Hvussu viðbrekið smoltið er hesa tíðina, fingu teir eitt dømi um í fjør. – Tá settu vit smolt út 9. mai. men tað var nakað tíðliga, so helvtin av teim- um 60.000 smoltunum, vit settu út, doyðu. Vit settu so útaftur aftaná hálvan mei og tá var alt í lagi. Nær smoltið er klárt at seta út, veldst m.a. um, hvussu lýtt tað er í veðr- inum. – Í heyst var tað nakað kalt og tí var tað komið ov stutt fyrst í mei til at tað kundi verða sett út. – Men nú er mánaðin skjótt liðugur, so verður verkfall nakrar dagar afturat, verður tað ein vanlukka. Sjálvur sær hann svart uppá tað, tí hann heldur, at tað, sum higartil er komið fram um verkfallið, ljóðar ikki gott. – Nú smoltið er sjó- búgvið, hava vit havt tað í kørum í hálvtannað ár, so tað verður ein vanlukka fyri okkum at missa tað nú. Á Guttansstøð í Fámjin hava teir 300.000 - 400.000 smolt, sum skulu setast út nú. Teir fáa 10 krónur fyri stykkið, so tilsamans er talan um eitt virðið upp á tríggjar - fýra milliónir. – Tað er sjálvt grundar- lagið undir støðini, so fer fer alt tað fyri skeytið, verður tað endin á smolt- støðini, sigur Edvard Magnussen. Hvørt smoltið hevði av røttum verið til ein laks uppá eini trý kilo, so talan hevði blivið um ein útflutning uppá 900.000 kilo av laksi. Prísurin liggur um 25 krónur fyri kilo, so alt í alt er talan um eitt beinleiðis útflutningsvirði upp á millum 22 og 23 milliónir, bara av hesi einu smolt- støðini, sum er tann minsta í landinum. Harafturat koma arbeiðslønir og annað virksemi, sum tað kastar av sær. Nakað serligt Tí heldur hann at smolt- støðirnar eru í eini heilt serligari støðu og áttu at fingið undantaksloyvi. Hann heldur, at arbeiðs- gevarar og verkafeløgini áttu at sett seg saman aftur við samráðingarborðið og fingið ein enda á hesi ólukkuligu støðuni. Í hvussu so er, mugu útvegir at finnast fyri at smoltstøðirnar fáa und- antaksloyvi at seta út, so at ikki allur fiskurin skal doyggja Ein misskiljing hevur ført við sær, at síðani verkfallið byrjaði, hava suðuroyingar stoytt yvir 10.000 litrar av mjólk í havið VERKFALL Áki Bertholdsen Síðani verkfallið byrjaði, eru bóndurnir í Suðuroynni ikki slopnir av við mjólk- ina. Teir hava stoyutt hana á sjógv og tilsamans eru so- statt yvir 10.000 litrar farnir havið hesar dagarnar. Orsøkin er, at øll hava hildið, at tað hevur ikki borið til at fáa mjólkina frá bóndrunum í Suðuroynni, norður til Havnar, so leingi verkfall var. Hinvegin er mjólk komin ótarnað av mjólkarvirkinum í Havn og suður í pakkum, so suður- oyingar hava ikki manglað mjólk. Tað var ikki fyrrenn at Petur Karl av Rana, bóndi á Tvøroyri, gramdi seg í Útvarpinum um, at “Tvøra- fjørður var hvítur av mjólk” sum tey høvdu stoytt í havið, at gongd kom í málið. Tí at bóndurnir í Suðuroy ikki skjuldi sleppa av við mjólkina, var bara nakað, teir hildu. Feløgini í verkfalli gjørdi beinanvegin vart við, at mjólkarflutningur var ikki tarnaður av verkfallinum og tískil bar líka væl til at føra mjólk úr Suðuroynni, til Havnar í stórum tanga- bili, sum tað bar til at føra mjólk suður úr Havn í smáum pakkum. Men alt hevur sína orsøk, eisini hendan misskiljingin Tað er Strandferðslan, sum heintar mjólkina fyri mjólkarvirkið. Tá ið verk- fallið byrjaði, stóð tangin í Havn. Mjólkarvirkið sigur, at ætlanin var at fáa hann suður beinanvegin fyri at hava hann til taks. – Men tað gekk so striltið at fáa hann suður, at ongin ivaðist í, at hesum flutningurin varð bloker- aður, verður sagt av Mjólk- arvirkinum Í suðuroynni kunnu bøndurnir, sum hava mjólk- neyt, teljast á aðrari hond- ini og teir lata um 2.500 litrar, hvørja ferð, bilurin er eftir mjólk, tvs, tríggjar ferðir um vikuna. – So hetta er ongin van- lukka sum so, sigur Mjólk- arvirkið. Men nú misskiljingin er ruddað av vegnum, sleppa bóndur aftur av við mjólk- ina og týsdagin varð aftur koyrt eftir mjólk fyri fyrstu ferð, síðani verkfallið byrjaði. Verkfallið verður ein vanlukka fyri okkum Hesin maðurin sær ógvuliga svart upp á tað. Edvard Magnussen á smoltstøðini í Fámjin sigur, at verður verkfall nakrar dagar afturat, verður tað helst endin á smoltstøðini Hann er einsamallur til arbeiðis á Guttansstøð, men sleppa teir ikki at seta smoltið út nú, verður tað ov seint og so mistrívist, ella doyr fiskurin Suðuroyingar stoyta ikki longur mjólkina á sjógv C M Y K 5 4