Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 98 - 24. mai 2001 Nr. 98 - 24. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Teir báðir sálarfrøð- ingarnir Ása Ellefsen og Marita Sámals- dóttir Petersen eru farnar undir gransk- ing av autismu í Føroyum. Tær vilja vita, hvussu nógvir teir eru í tali, bústað- armysntrið hjá autist- um og hvussu aldurs- býtið er. Tær halda avgjørt, at ein slík gransking hevur ligið á láni í Føroyum AUTISMA Stefan í Skorini Í hesum døgum ferðast tveir ídnir sálarfrøðingar kring landið fyri at kunna um granskingarætlanina, ið teir eru farnir undir. Ása Ellefsen og Marita Sámals- dóttir Petersen fara út á allar fólkaskúlarnar í land- inum, har tær tosa við lær- ararnar. Tað var meðan Ása Ellefsen og Marita Petersen arbeiddu á Sernámsdepl- inum, at tær fingu samband við svian Christopher Gil- berg, sum hevur granskað nógv innan autismu í Svøríki. Hann er professari í Gøteborg og í Odense. Hann verður við í gransk- ingini av føroyskum autist- um, og tær eru glaðar fyri at hava hann við, tí hann er ein serfrøðingur á økinum. Tær báðar hava verið í Gøteborg fyri at tosa nærri um ætlanina við Gilberg. – Tað er nú eitt heilt fitt tal av føroyingum, ið hevur fingið diagnosuna autisma í Føroyum. Tí hevði tað verið spennandi at fingið at vita, hvussu nógv tey eru í mun til aðrastaðni, og hvussu viðurskiftini hjá teimum eru á ymiskum økjum, sigur Ása Ellefsen. Skulu fanga autistarnar Tær leggja seg eftir at kanna aldursbólkin 7-16 ár. Orsøkin til, at tær júst hava valt henda aldursbólkin er, at vit í Føroyum hava eina so góða skipan, at tað ber til at fáa fatur á øllum børn- um í hesum aldursbólkin- um. Tað ber tískil til at fáa stóran kunnleika um tey børnini, ið hava autismu. Tí eru góðir møguleikar at lýsa trupulleikan í Føroy- um. Endamálið hjá teimum er at fáa eina heildarmynd av trupulleikanum í Føroyum. Eingin er fyrr farin undir slíka kanning av autistum í Føroyum, og tí er tað al- neyðugt at veita foreldrum ta neyðugu kunningina um sjúkuna. Fyri at fáa vita, hvussu nógvir autistar eru í Føroy- um seta Ása og Marita seg í samband við tey fólkini, ið fáast við hesi børnini dag- liga. Tað eru serliga serlær- arar og heilsusystrar, sum tey hava sett seg í samband við at byrja við. Eftir hesar forkanning- arnar er ætlanin at stað- festa, hvussu nógvir autist- ar eru í Føroyum. Størri trupulleiki enn hildið Tað verður mett, at fýra av túsund fólkum eru autistar. Tí halda tær, at eini 30 til 40 fólk í Føroyum hav aut- ismu. Ætlanin er at stað- festa, hvussu stórt hetta tal- ið er. Fyrr var hildið, at tað bara var 1 av 10.000, sum hevði autismu, men nú er greitt, at hetta talið er størri. Tí hava sálarfrøðingarnir sett seg í samband við skúl- arnar. Ætlanin er at fara út á skúlarnar at kunna allar lærararnar um granskingar- ætlanina, autismu og eyð- kenni fyri autismu. So kann lærarin boða teimum frá, at hann kanska hevur eitt aut- istiskt barn í flokkinum. Siðseminevndin er eisini við í leikinum. Enn eru nøvn ikki komin við í granskingina, men so skjótt tær fara at arbeiða við ávís- um persónum, so skal Sið- seminevndin geva loyvi. Foreldrini hava seinasta orðið, tá talan er um teirra barn, og tí kunnu tey nokta fyri at vera við. – Tá vit eru lidnar við hesar forkanningarnar, seta vit okkum í samband við foreldrini, sum skulu geva loyvi fyri granskingini, sigur Marita. Tá er ætlanin at gera samrøður við foreldrini fyri at fáa eina greiðari mynd av autismu í Føroyum. Tær vænta ikki, at tær verða lidnar við hesar for- kanningarnar fyrr enn fyrst næsta ár. Nústani tá ber til at fara undir meira ná- greiniliga gransking, sum kanska fer at vera í eini tvey ella trý ár. Ása og Marita eru privat- praktiserandi sálarfrøðing- ar, og fáa tí ikki beinleiðis fígging frá tí almenna. Fíggingin til granskingar- ætlanina fæst við at søkja ymsar grunnar um stuðul, og tær fyrstu krónurnar eru longu komnar inn. Tær leggja tó dent á, at tær ikki fáa nakra løn fyri arbeiðið enn. Tørvur á vitan Tørvur er á vitan á hesum økinum í Føroyum, tí tað krevur serligan pedagogikk at fáast við slík børn. – Tað er áhugavert at fáa staðfest, um munur er á gentum og dreingjum, um trupulleikin er vaksandi, samanbering við onnur lond og hvussu aldurbýtið er, sigur Marita Petersen. Hetta er eitt brek, sum foreldrini ikki hava ábyrgd- ina av. Autisma er eitt gen- etiskt brek, men ætlanin er tó ikki at fara undir nakrar genkanningar. Tað eru nógv sløg av aut- ismu. Tað eru infantilir aut- istar, sum ikki fæst sam- band við, og so eru aðrir, ið eru hampuliga vælvirkandi, men hava torført við at fáa samband við javnaldrar og hava atferðartrupulleikar. Sálarfrøðingarnir báðir meta, at kanningar og stað- fest hagtøl eru ofta við til at betra umstøðurnar hjá menningartarnaðum, og tað er endamálið við gransk- ingini. Kanna autismu í Føroyum Blokadan hjá arbeiðarafeløgunum í Kollafirði er ikki bara ólóglig, men eisini vandamikil. Í ringum sýni sæst hon ov seint, og eingi frá- merki eru, so førarar varnast hana BLOKADA Stefan í Skorini Fyri nøkrum døgum síðani ruddaði løgreglan forðing- arnar við rundkoyringina í Kollafirði til viks. Løgregl- an metti, at hesar forðing- arnar vóru ólógligar. Nú eru fakfeløgini aftur farin at blokera farmaflutn- ingi kring landið. Endamál- ið er at forða fyri, at verk- falsrakt arbeiði finnur inn í verkfalsrakt øki, og tey meta hetta vera teirra dem- okratiska rætt. Illa frámerkt Tá sýnið er ringt, sum vit hava upplivað seinastu dag- arnar við nógvum mjørka í støðum, eru blokadurnar vandamiklar. Førarar verað ikki ávaraðir frammanund- an, at forðingar eru á vegn- um longur frammi. Løgreglan sigur, at um nakað stendur á vegnum, so skal tað vera frámerkt, men hetta verður ikki gjørt í hesum førinum. Í paragraf 28 í ferðslu- lógini stendur harafturat, at »uttan loyvi frá politivaldi má ongin lutur leggjast ella setast á veg, sum kann vera ferðsluni til bága, uttan so, at serstøk viðurskiftir gera tað neyðugt«. Flestu føroyingar vita, hvar teir kunnu vænta sær blokadur, men tað er eingin umbering fyri ikki at hava eitt greitt frámerki nakrar hundrað metrar frá blokad- uni, so førarar ikki ivast í, hvat teir kunnu vænta sær fyri framman. Útlendingar, sum ikki hava kunnleika til hesi inn- anhýsis viðurskifti, kunnu koma illa fyri av hesum, um teir koyra eftir lands- vegnum í ringum sýni. Politiið sigur, at ferðslu- løgreglan fer at kanna hesi viðurskifti nærri fyri at vita, um nakað skal gerast. Illa frámerkt blokada Blokadan í Kollafirði kann vera vandamikil í ringum sýni, tí hon ikki er merkt Mynd: Jens Kr. Vang Ein lítil lastbilur hjá J&K Petersen vildi mikumorgunin ikki steðga fyri verkfalls- vaktunum við ferjuleguna á Oyrar- gjógv. Í staðin koyrdi hann beint inn í mannamúgvuna VERKFALL John Johannessen Oyrargjógv: Tað kundi enda við mannskaða, tá ein lítil lastbilur hjá J&K Petersen við sjálvum eigara felagsins handan stýrið mikumorgunin royndi at troðka seg gjørnum verk- fallsvaktirnar við ferju- leguna við Oyrargjógv. Tá lastbilurin, ið var last- aður við stórum dekkum til eina gravimaskinu, skuldi koyra í land av Ternuni, vóru verkfallsvaktirnar skjótar at stilla seg sum ein múr fyri rampuna. Men bilførarin í lastbilinum lætst ikki um vón og setti bara ferð á. Trongt er á rampuni, og aðrir bilar vóru eisini á veg í land. Tí kundi onkur av verkfallsvaktunum lættliga verðið kleimd. Men hetta hendi tíbetur ikki. Tá lastbilurin sett ferð á, vóru fleiri verkfallsvaktir, ið fluttu seg. Men nøkur vóru kortini so treisk, at tey løgdu seg fram móti bilinum, so hann ikki fekk koyrt. Førarin helt kortini á at royna at náa sínum máli. Men tá nakrir mans í treiskni hildu á at standa framman fyri bilin, steðg- aði hann til endans. Tá fór hann at royna tosa verk- fallsvaktirnar til sættis. Men einki hjálpti, og bil- urin varð standandi. Vágar hava annars ikki verið nógv merktar av verkfallinum. Síðani steðg- að varð at blokera við rund- koyringina í Kollafirði, er øll vøra sloppin ótarnað úr Miðstaðarøkinum til Havn- ar. Tískil vantar ikki vøra í handlunum í Vágum. Blokaduvaktirnar við ferjuleguna við Oyrargjógv byrjaðu at blokera miku- morgunin klokkan seks, og nú ætla tær sær at halda fram, siga tær. Vit eru langt burtur frá eini støðu, har verkføll í Føroyum fáa vanlukkuligar fylgjur. Hetta stað- festir landsbanka- stjórin, sum kortini ásannar, at verkfallið kann vera ein smeitur fyri alarar og fiskikip VERKFALL John Johannessen Álvarsamastu fíggjarligu fylgjurnar av verkfallinum á privata arbeiðsmarkn- aðinum merja alarar og fiskimenn. Men verkfallið er ikki ein vanlukka. Hetta staðfestir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. - Eg havi ikki upp- lýsingar um, hvussu nógv arbeiðspláss liggja still av verkfallinum. Tílíkar upplýsingar hava Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og tey hava helst eisini hvør í sínum lagi metingar um kostnað. - Men eftir mínum tykki kann mest álvarsligi kostn- aðurin liggja í alivirkjum, um fiskur doyr. Harafturat kann verkfallið eisini kosta fiskiskipum, tí tey fáa vánaligan prís, av tí at so fá virki taka ímóti, sigur landsbankastjórin. Kann halda á Landsbankastjórin sigur seg ikki kunna meta um, hvussu leingi verkfallið kann halda á, áðrenn tað fær vanlukkuligar fylgjur fyri samfelagið. Men hann heldur, at vit eru langt burtur frá eini støðu, har talan kann verða um van- lukkuligar fylgjur. - Føroyingar plaga at søkja semju langt áðrenn tað kemur so langt, at verkfallið fær álvarsligar fylgjur, sigur Sigurd Poul- sen. Vit spyrja landsbanka- stjóran, um tað ikki kann fáa avleiðingar fyri bú- skapin og kappingarførið, um lønirnar hækka, og hvussu nógv lønirnar kunnu hækka. - Frá einum tekno- kratiskum sjónarhorni er tað í lagi, at lønirnar økjast tað, sum framleiðslan økist. Um búskapurin hevur eina annars góða javnvág, so heldur hann fram at hava hesa góðu javnvág, tá lønirnar laga seg soleiðis. Tíverri eru hagtøl um føroyska framleiðslu ikki so góð, at tal kann setast á hetta frá teirri støðu, sum eg siti í, greiðir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, frá. Samráðingar- spurningur Landsbankastórin ger greitt, at lønarspurningurin kortini ikki er ein tekno- kratiskur spurningur. - Tað er heldur ein spurn- ingur, har partarnir á ar- beiðsmarknaðinum taka ábyrgd fyri teirri ávikan, sum lønin hevur á búskapin og hansara evni at klára seg í framtíðini, sigur Sigud Poulsen. Landsbankastjórin vísir samstundis á, at samráðingarstøðan tó eisini hevur týdning. - Tað veldst í stóran mun, um eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur ella lítil. Er stórt trýst á búskapin, kanst tú lættliga fáa heldur stóran vøkstur í lønum. Og fyri pressinum á búskapin eru partarnir ikki einaráðandi, sjálvt um teir hava ávirkan, tí úrslitið av samráðingunum fær nevni- liga eisini ávirkan á eftir- spurningin til nýtslu, sigur landsbankastjórin. Løgtingið hevur verið slakt Sigurd Poulsen vísir á, at tað millum annað er ein uppgáva fyri búskapar- politikkin, at atlit verða tikin til jávnvágina í bú- skapinum. Hesa uppgáv- una, heldur hann, at løg- tingið ikki hevur tikið í álvara í seinastuni. - Løgtingið átti ikki at játta avgjaldslækkingar í eini tíð, tá trýst er á búskapin og arbeiðsloysið er minni, enn tað hevur verið leingi. Løgtingið hevur ikki gjørt tað lættari hjá pørtunum á arbeiðs- marknaðinum, við at stuðla øking í eftirspurninginum, staðfestir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Arbeiðsgevari koyrdi á blokadufólk Hesin lastbilurin hjá J&K Petersen royndi mikumorgunin at trumla seg gjøgnum verkfallsvaktirnar við Oyrargjógv. Men tað eydnaðist kortini vaktunum at fáa hann at steðga. Mynd: John Johannessen Landsbankastjórin: Verkfallið er ikki vanlukka C M Y K 7 6