hósdagur 24. mai 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 98 - 24. mai 2001
Nr. 98 - 24. mai 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
Floksstjórnin í Miðflokkin-
um hevur á fundi týs-
kvøldið h. 21.05.01 gjørt
av, inniliga at heita á teir
partar, ið varða av verkfall-
inum, at leita aftur til sam-
ráðingar, við tí eina í huga,
at bjarga fólki og tjóð
okkara undan tí hóttandi
oyðileggjan, sum ósemjan
kann føra við sær.
Uttan iva eru báðir partar
samdir við okkum í, at
støðan er hættislig, men
eisini djúpt ólukkulig fyri
tað fólk, sum eftir svára
kreppu júst hevur fóta sær
aftur. Og at eingin gerst
vinnari, ikki ein- í síðsta
enda gerast vit øll taparar.
Áheitan Miðfloksins er
ein roynd at forða fyri og at
avmarka óbøtandi avleið-
ingar.
Skjótari og dyggari enn
nakar, harímillum bæði
fiski- og búskaparfrøð-
ingar, høvdu spátt, komu
Føroyar úr aftur kreppuni,
einans tí føroyingar vendu
sær til Hansara, sum øllum
valdar og fingu ta hjálpina,
sum einans Hann kann
geva tí, sum leitar til Hans-
ara við sínum viðurskiftum.
Góðu fakfelagsleiðarar,
arbeiðstakarar og -gevarar,
finnið til samráðingarborð-
ið aftur, í takksemi til Gud
og Skaparan, og forðið fyri,
at "oyðarin" fær fótafesti og
brýtur niður aftur alt tað
góða, ið givið okkum er.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ein stórur partur av teimum eldru kunnu hugsa sær
at flyta í eina íbúð, tá tey eldast. Tað vísir ein kann-
ing, sum Húsalánsgrunnurin hevur latið gera.
Samstundis eru møguleikarnir at fíggja til dømis
leiguíbúðir avmarkaðir, hóast stórur tørvur er á
íbúðum til eldri, einlig, rørslu- og menningartarnað
og til tey ungu.
Hetta kom fram á hoyringini, sum Arkitektafelagið
skipaði fyri í síðstu viku um "betri bústaðir", nú
felagið er 20 ár. Hoyringini var bæði áhugaverd,
tankavekjandi og upplýsandi, men tíverri hevur tað,
sum kom fram, ikki fingið nakra umrøðu.
Hóast tey flestu ásanna, at bústaðurin – heimið – er
tað mest grundleggjandi í lívi okkara, er hetta eitt
øki, sum í politiskum og samfelagsligum høpi næst-
an er burturtagt. Kommunur, feløg ella einstaklingar
stykkja út, gera øki byggibúgvin, fólk ella fyritøkur
byggja eftir ávísum treytum, onkur fíggjar og so ikki
meiri.
Eingin heildarpolitikkur er á hesum týðandi og
vitala øki, og hoyringin bendi á, at tað er so sum so
við hugsjónunum, visiónunum, tá tað snýr seg um
bústaðin. Ein nýggj lóg skal gerast fyri Húsaláns-
grunnin og Íbúðagrunnin, men eingir tankar komu
fram um fíggingarspurningin, ella kostnaðin at sita í
húsi ella íbúð.
Kanningin hjá Húsalánsgrunninum, og annað sum
kom fram í hoyringini, bendir á, at vit standa á
einum vegamóti. Fólk eru helst um at koma úr
kongstankanum at skula eiga sín egna bústað.
Serliga eldri hava hug at flyta í eina minni íbúð, sum
er lættari at halda, eins og einlig, kanska við barni
ella børnum, ið ikki hava ráð at byggja hús.
Men fyri at kunna búgva fyri eina rímuliga leigu er
neyðugt, at onkur letur eina grundupphædd. Tað
kann t.d. verða landið, umvegis Íbúðagrunnin,
kommunur ella fakfeløg. Men harafturat kemur so,
at felagsskapur okkara – tað almenna – má fíggja
bústaðir til tey, sum ikki sjálvi megna. Og inann
hetta økið er tørvurin storur, hevur Javni víst á.
Eitt stórt evni, sum eigur at fáa eina nógv betri
umrøðu. Eisini byggifrøðiliga, tí húsini standa eftir,
eisini eftir at vit eru farin, sum víst varð á. Men ídag
er støðan tíverri tann, at hundraðtals familjur og
einstaklingar hava ikki ein líkinda bústað.
Samstundis klúgva prísirnir upp eftir við rúkandi
ferð, serliga í høvusstaðnum. Sostatt hava bara
vælbjargað ráð at byggja ella keypa eini hús. Við
øðrum orðum fáa vit eina sosiala slagsíðu, sum vit
heldur ikki eiga at góðtaka.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Betri bústaðir –
grundleggjandi mál
VIÐMERKINGAR
Jenis av Rana
løgtingsmaður
Bill Justinussen
floksformaður
Áheitan viðvíkjandi ósemjuni
á arbeiðsmarknaðinum
Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Landsstýrismaðurin
við
sjálvstýrismálum eftirlýsti
fyri stuttum bert " ein farra
av sakligheit" í viðmerking
til fyrrverandi politikara úr
øðrum flokki. Høgni Ho-
ydal vildi hava "sakligar
grundgevingar" tá sjálv-
stýrismálið varð viðgjørt.
Aftaná at hava lisið
seinastu grein hansara um
sjálvstýri ella ábyrgdarloysi
og tey 4 %, kundi eg hugsa
mær at vita, hvat Høgni
Hoydal meinar við, tá hann
brúkar orðið "sakligheit", tí
er tað nakað greinin ikki
ber á brá av, so er tað
sakligheit.
Tey 4 %, sum hann og
landsstýrismaðurin
Tor-
bjørn Jacobsen brúka at
jonglera við, tá teir tosa um
blokkstuðulin, skal eg ikki
koma nærri inn á her, tí tað
er so ruddiliga viðgjørt og
mótprógvað av øðrum, men
fyri at venda aftur til
sakligheitina, so vendir og
snarar Høgni Hoydal tí,
sum ikki passar honum í
samráðingarmálinum, sum
hann, saman við øðrum,
misti á gólvið.
Fyribils
samráðingar-
úrslitið um framtíð Føroya,
sum nú liggur á borðinum,
hava teir sjálvir lagt upp til,
og minkingina av heild-
arveitingini, sum alt Føroya
fólk fer at merkja næsta ár,
hava teir sjálvir biðið um.
At teir so fara at geva
Nyrup skuldina fyri allar
trupulleikarnar, sum fara at
vísa seg, eru vit so von við,
so har verður onki nýtt.
Landsstýrismaðurin
er
ungur í politikki, og um tað
er ókunnleiki ella fanat-
isma sum ger hann so
blindan, skal vera ósagt her,
men eitt skal so standa fast.
Tá Høgni Hoydal tosar um
sambandsflokkarnar, so er
tað fyri okkum í Sam-
bandsflokkinum ikki so
áhugavert í tí sambandi,
hvørjir hinir flokkarnir eru,
sum hann meinar við, tí
Sambandsflokkurin er, sum
navnið eisini sigur, okkara
flokkur, og tað navn og
stevnuskrá standa vit við.
Er tað nakar flokkur, sum
hevur fingið brigsl gjøg-
num árini fyri at tosa um
varisligan fíggjarpolitikk
og sparingar, so er tað
Sambandsflokkurin.
At
fígging ella fíggjarlig trygd
skuldi vera, áðrenn kostn-
aðarmikil politisk tiltøk
vóru sett í verk., hevur
verið eitt hitt fremsta mál
okkara. Afturhaldsflokkur
hevur eisini verið eitt
merki, sum aðrir hava sett á
okkum í negativum týdn-
ingi, men at vísa afturhald í
fíggjarviðurskiftum er ikki
negativur eginleiki, tvørt-
urímóti.
Nei, Sambandsflokkurin
blæsir ongan búskap um
koll. Tað vit uppliva í hes-
um døgum er júst tað
øvugta, nevniliga at sam-
gonguflokkarnir gera tað,
bæði gjøgnum samráðingar
og við broytingarætlanun-
um á búskaparliga økinum.
Fyrstu úrslitini fara vit at
síggja 1. januar 2002, tá tær
fyrstu av teim 24 yvir-tøk-
unum, saman við fíggjar-
ligu
ábyrgdini,
gerast
veruleiki.
Politiska dreymaverð ber
væl til at hava, tí hon kostar
onki, soleingi hon bert er
dreymur, men gerst hon
veruleiki, er støðan ein
onnur.
Sambandsflokkurin vil
hava veruleikan fram, so øll
skulu kenna sannleikan og
velja eftir tí. Tað er týdn-
ingarmikið mál, sum henda
samgonga skyldar øllum
føroyingum at lýsa. Tá er
tað vit hava brúk fyri
sakligheitini frá báðum
síðum.
Tá er sakligheit ikki nak-
að tú bert krevur av øðrum,
soleiðis sum landsstýris-
maðurin við sjálvstýrismál-
um ger tað !
Sakligheitin, einaferð enn
Súsanna Dam
Høgni varðir av eini epla-
veltu. Hann og húski klára
seg so dánt við grøðina úr
veltuni, men á hvørjum
árum restar umleið helvtin
av setini til nýløguna kom-
andi árið. Pól harafturímóti
hevur nóg mikið av eplum,
og higartil hevur hann latið
Høgna fáa set frá sær, so at
Høgni fær sett níður í alla
veltuna. Seinnu árini hava
verið góð til epli, og úr-
tøkan hjá Høgna og húski
sjálvandi eisini góð. Í eini
tvey ár hevur ikki verður
líka stórur tørvur á set-
eplum
frá
Pól,
sum
onkuntíð áður. Høgni fær
eitt ljóst hugskot,
kundi
hann ikki fyri allar tíðir
sloppið undan at taka ímóti
olmussuni frá Pól. Hann
setist at rokna. Hann plagar
sjálvur at hava fimm sekkir
av set og at fáa fimm aðrar
frá Pól. Gróðurin plagar at
liggja ímillum 5 og 8 fold
alt
eftir
líkindunum.
Pól fær á hvørjum ári 2
sekkir av nýupptiknum
eplum
afturfyri
setina.
Roknistykkið hjá Høgna
sær nú soleiðis út. 5 + 5 =
10 x 6,5 (ávøkstur meðalár)
hetta gevur 65 sekkir av
eplum um árið. Pól fær 2
sekkir, so eru 63 eftir. Um
nú Høgni noktar at móttaka
setepli frá Pól so hevur
hann 65 - 5 sekkir altso íalt
60 sekkir og munurin
verður altso 3 neyðars
eplasekkir, og roknað í
procentum sær soleiðis út
3 X 100
= 4,62%
65
Høgni
kláar
sær
í
nakkanum,
hesi
fáu
procentini síggjast ikki
aftur í livistøði hansara, og
honum nýtist enn ikki at
minka um veltuna, so nú er
at skunda sær, at boða Pól
frá, at hann ikki skal ditta
sær at lata meira set til
eplaveltu Høgna og harvið
spilla húski hansara við
marglæti og ovurnýtslu.
Nú er so spurningurin:
Roknar
Høgni
rætt?
Svarið er áhugavert, men
verður ikki avdúkað enn.
Rock-konsert
í Losjuni
í Gøtu
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 26/5 skipar Tónleikasamtakið Grót
fyri rock-konsert í Losjuni í Gøtu. Luttakandi
bólkarnir eru Krit, Marigold og The Jesus Band.
Talan er um tríggjar rættiliga nýggjar bólkar.
Tveir teirra, Krit og Marigold, gjørdu við teirra
sermerkta tónleikastíli vart við seg í undan-
umførunum til Prix kappingina. Báðir hesir
bólkarnir vóru eisini við á Free Føroyar konsertini
á læraraskúlanum.
Krit er mannaður av ungum havnarmonnum og
einum klaksvíkingi. Teir spæla harðan og kon-
tantan rokk tónleik, ið er eitt sindur í ætt við eitt nú
KoRn og Marilyn Manson og Hatespeach. Teir
hava tó sín egna stíl m.a. við einum sera
karismatiskum sangara.
Bólkurin Marigold er mannaður av fimm
eysturoyingum,
við
songkvinnuni
Janu
Jalgrímsdóttir á odda. Tey spæla melankolskan og
minimalistiskan rokk tónleik, við íblástri frá eitt
nú U2, Pearl Jam, Portishead, Skunk Anansie og
Radiohead.
The Jesus Band hevur m.a verið at hoyrt á
Gospel Festivalinum 2000. Hesin bólkurin er
eisini mannaður við eysturoyingum. Talan er um
rættiliga harðan rokktónleik, við íblástri úr m.a.
klassiskum tónleiki.
Felags fyri hesar tríggjar bólkarnar er, at teir
spæla progressivan og intensan tónleik, ið væl
kann vera eitt boð uppá framtíðina í føroyskum
rocki.
Konsertin byrjar kl 21:00.
VIÐMERKINGAR
Roynd í hægri matematikk
Johan í Kollafirði
Føroyingar eru skegir.
Teir snakka um milliardir
og klandrast um oyrir.
Høgni Hoydal
Vísandi
til
munnligan
fyrispurning frá Ingeborg
Vinther, verður sagt frá:
Tjóðveldisflokkurin virðir
og virkar fyri rættindunum
hjá
fakfeløgunum
og
pørtunum á arbeiðsmark-
naðinum at skipa síni
viðurskifti í sáttmálasam-
ráðingum. Harundir eisini
rættin at stríðast við teimum
lógartryggjaðu amboðum,
sum kunnu loysa trætur og
ósemjur og áseta rættindir
frameftir.
Teir politisku flokkarnir
skulu ikki leggja seg út í
ósemjur á arbeiðsmarkn-
aðinum. Einasta undantak
er neyðstøða í landinum.
Teir politisku flokkarnir
skulu heldur ikki stúra
fakfeløgum og vinnufeløg-
um ella øvugt. Tá verður
arbeiðsmarknaðurin fluttur
inn á partapolitiska pallin
og rættindi verða knýtt at
partapolitikki og ikki at
veruliga sáttmálavunnum
rættindum.
Í sáttmálatrætum virka
limir
Tjóðveldisfloksins
sjálvsagt frælst í sínum
feløgum og stríðast sjálv-
sagt við egnari sannføring
fyri felags rættindum.
Tí skipar Tjóðveldis-
flokkurin sum politiskur
flokkur ikki fyri serligum
tiltøkum í sambandi við
verkfall, men viðurkennir at
tjóðveldisfólk stríðast fyri
síni hugsjón og sannføring
á arbeiðsmarknaðinum, í
feløgum og í gerandisdeg-
num sum heild.
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Loysing og verkfall
C
M
Y
K
9
8
g
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo