hósdagur 24. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 98 - 24. mai 2001
Nr. 98 - 24. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Fríggjadagin kemur
fløga við All That
Rain á hillarnar í
sølubúðunum.
Bólkurin hevur lagt
dent á at skapað eitt
heilskapað verk frá
byrjan til enda. Ein
ætlan, ið er hugsað
ígjøgnum frá byrjan
til enda og úrslitið er
nakið og avdúkandi,
júst sum ætlað
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Regnið hevur skolað av
himli síðstu dagarnar. Og,
sum vóru tað hægri maktir,
ið ráddu, so fall regnið
saman við útgávu og fylgj-
andi tíðindafundi í Út-
varpshøllini við All That
Rain.
Týsdagin løgdu limirnir í
All That Rain fram nýggju
fløguna. Skipað varð fyri
tíðindafundi
og
lítlari
konsert við bestubitum av
fløguni.
- Nú er fløgan komin út
og vit vóna tað besta, søgdu
tónleikararnir.
Greitt varð frá á tíðinda-
fundinum, at tað var ikki av
tilvild, at fløgan varð løgd
fram í høllini hjá ÚF. Tí júst
har er fløgan upptikin. Og
tað er gjørt skjótt og á ser-
stakan hátt.
Vanligt er - og hevur ver-
ið - at ljóðførini verða tikin
upp hvør sær. All That Rain
hava allir tikið upp í senn
og upp á stutta tíð - 60
tímar. Alt rúmið er brúkt og
tað lekur ímillum upp-
tøkurnar, tá so er.
Greið ætlan
Men júst "live" kenslan og
tað ópoleraða hevur ligið í
greiðu ætlanini hjá All That
Rain.
Nevnast kann í hesum
sambandi, at bólkurin óivað
er føroyski bólkurin, ið
spælir mest kring landið og
er hann tí í góðari venjing.
Fløgan nevnist Naked
Truth - Nakni Sannleikin -
og er hetta samstundis
felagsnevnarin á heildar-
ætlanini: Nakið, ópolerað
og óspilt.
Heitið og tónleikur fylgj-
ast á hesi leið. Og eisini
fløguhúsin,
har
ymiskt
nakið eisini er at hóma.
All That Rain siga seg
hava arbeitt við tøkningi, ið
er sera dugnaligur, men
poleraður av náttúr, og
hevur samstarvið tí verið
spennandi og væleydnað og
nakið, sum ætlað.
Útgerðin kann alt!
All That Rain hava nýtt
nýggju útgerðina hjá Út-
varpinum til serstøku upp-
tøkurnar. Annars hevði
úrslitið ikki verið, tað er,
eru teir samdir um.
- Útgerðin kann alt!, sig-
ur Jens Marni Hansen, men
tekur hetta til eftirtektar og
leggur afturat, at gott nokk
kann útgerðin ikki kóka
vatn.
Hinir báðir í bólkinum,
Jens Tummas og Henning,
leggja tó stillisliga afturat,
at framkomna útgerðin
saktans kann vaska upp!!
Seamja er um, at útgerð
og høll fær heitastu við-
mæli.
Út um landoddarnar
Finnur Hansen, tónleikari
og tøkningur, hevur verið
tøkningur hjá All That
Rain. Og limirnir rósa hon-
um. Teir hava verið niðri og
ljóðblandð fløguna og eru
væl nøgdir við úrslitið.
Og All That Rain fara at
royna at føra nýggju útgáv-
una fram uttan fyri land-
oddarnar
Prátið kemur inn á Prix
Føroyar, har limirnir í All
That Rain hava verið á
øðrum plássi 3 tær seinastu
kappingarnar. Hesum eru
teir tó ikki so keddir av, tí
tað letur til, at fólk vilja
hava tað, teir hava at bjóða.
Eisini var. t.d. kappingin í
ár góð vørulýsing fyri
nýggju útgávuni.
Danir vitjaðu Prix Før-
oyar í ár og løgdu dent á, at
teir vildu hoyra okkurt
serføroyskt. Sjógv og hval.
Hesir fingu orð við á
vegnum frá All That Rain.
- Vit satsa ikki so nógv
uppá originalitet í týdn-
inginum, sum teir løgdu í
tað. Tað skal ljóða væl og
okkum sjálvum dámar tað.
Fólk koma eisini aftur tá vit
spæla og vit spæla nógv.
Vónandi hendir tað, at
føroyskur tónleikur kemur
á MTV, ella aðrastaðir. Um
ikki okkara tónleikur, so
onkur annar, siga limirnir í
All That Rain.
Uppá fyrispurning, hvørt
teir eru klárir at stinga í
sekkin, skuldi eitt gott
tilboð komið uttan úr
heimi, siga All That Rain,
at tað eru teir. Teir dylja tó
ikki, at ikki bert Danmark
er í teirra hugaheimi, men
hví ikki eisini hugsa um t.d.
Írland, Ongland og Ísland?,
spyrja teir.
Fløgan kemur út fríggja-
dagin og er væleydnað og
nakin, sum ætlað. Ein heild
frá byrjan til henda, har teir
3 í bólkinum allir sleppa
framat at, so einki vantar í
heildini, hóast rásarúmið er
stórt til hvønn einstakan.
Ein væl úr hondum greidd
(út)gáva, ið ikki er so væl
pakka inn. Nakin ópolerað
og erlig.
Sp/f Sakin og 3’arin
standa fyri útgávuni hjá All
That Rain, ið fæst kring
landið.
Nakið og ópolerað
Í Føroyum regnar!!
Eftir tíðindafundin í Útvarpshøllini týsdagin, fór All
That Rain á pallin at spæla nøkur løg. Jens Marni
hevði bert akkustiskan guitar, enn eitt prógv um
nakna sannleikan, og at her var ein ósminkað
framførsla í væntu.
Og so var. Løgini av naknu fløguni vórðu
framførd stillisliga fyri samankomnu fjøldini. Eitt
tætt og erligt upplivilsi.
Limirnir prógvaðu seg og bólkin. Júst sum høvið
er so gott til undir slíkum umstøðum. Teir eru bara 3
í bólkinum, so rúm er ikki fyri veikum liðum. Og
veikleikar og dygdir trína væl fram.
Veikleikar og slíkt tos er tó óaktuelt í samband
við Føroya mest spælandi bólk, All That Rain. Í
stillu og spentu høllini spældi All That Rain nakið,
akkusitiskt, og prógvaði, at talan er um ein bólk, í
dugir sítt! Dugnaligur tónleikarar hvør í sínum lagi,
men saman eru ein fullkomin eind.
Vakurt, yndisligt, hugtakandi, væl leikt, gott!!
All That Rain endaði við væl kenda trummu-
leikinum , har allir leika trummu. Hetta fer óivað at
ljóma kring landið, tá fløgan kemur fríggjadagin,
men kanska fara frumskógartrummurnar eisini at
bera boð út í heim.
Eitt er víst: Í Føroyum regnar!!
- Útgerðin kann alt!, sigur
Jens Marni Hansen um
útgerðina í ÚF, men tekur
hetta til eftirtektar og leggur
afturat, at gott nokk kann
útgerðin ikki kóka vatn
……
……
Hinir báðir í bólkinum, Jens
Tummas og Henning, leggja
tó stillisliga afturat, at fram-
komna útgerðin saktans
kann vaska upp!!
Myndir: Jens K. Vang
C
M
Y
K
11
10