hósdagur 24. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 98 - 24. mai 2001
Nr. 98 - 24. mai 2001
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Vegna IRF
Ingvard Fjallstein
23-05-01
Í døgunum frá 14. til 17.
mai varð skipað fyri um-
hvørvisviku í Vestmanna.
Tað var viðalundanevndin í
Vestmanna sum stóð fyri
tiltakinum. Skráin var fjøl-
broytt og viðgjørdi áhuga-
verd viðurskifti bæði á
sjógvi og landi. Tíverri
vórðu onkrar misskiljingar
og óhepnir pástandir settir
frá í sambandi við stevn-
una.
Hetta er eitt gott tiltak,
sum bæði tekur umhvørvið
á staðnum og í størri høpi í
til
viðgerðar.
Líknandi
stevnur áttu at verið hildnar
aðrarstaðir í landinum eis-
ini, um ikki hvørt ár so av
og á. Bert spell, at so fá
fólk møta á tílíkum tiltøk-
um. Kanska er árstíðin ikki
tann rætta til innanduratil-
tøk av hesum slag.
Burðardyggir firðir
Mánakvøldið var evnið
»Hvussu kunnu firðirnir
haldast reinir fyri burðar-
dyggari vinnu?«. Hetta er
ein sera áhugaverdur spurn-
ingur
fyri
alivinnuna.
Kundi tíverri ikki vera á
fundinum hetta kvøldið,
men fekk ein samandrátt á
fundinum
mikukvøldið.
Hugskotið er at sópa undan
alibrúkunum við eini »Lift
up«-skipan. Skipanin fær
lortin upp til vatnskorpuna.
Síðani skal ein skiljiskipan
fáa hann úr sjónum upp á
land.
Hetta er eitt stórt og trup-
ult tiltak. Umleið 70.000
tons av turrfóðri verða
brúkt í ár. Nøgdin av fiska-
lorti, sum kemur burtur úr,
er umleið líka stór sum
nøgdin av fóðri. Harafturat
er ilt at sleppa undan, at
nakað av fóðri fer til spillis.
Fyri at samanbera nøgdirn-
ar av lorti og fóðurspilli við
nakað, vit kenna betri, so
tilsvara nøgdirnar av turr-
um lívrunnum tilfari, sum
kann takast upp, til turra til-
farið í eini 60.000 tonsum
av toski.
IRF hevur eina tíð arbeitt
við eini ætlan um turking
og hitasóttreinsing av ávís-
um lívrunnum burturkasti
við tí fyri eyga, at brúka
turkaða tilfarið til tøð. Men
heilsufrøðiliga avtalan við
ES sær út til at fora fyri
hesum. Treytirnar eru helst
tær somu fyri tilfarið, sum
verður sópað undan ali-
brúkunum.
Alivinnan hevur ment
seg munandi seinastu árini.
Flestu alibrúkini liggja á
væl valdum støðum við
góðum botnstreymi. Av tí
av fiskalortur hevur umleið
somu vekt sum sjógvur,
verður hann spjæddur yvir
eitt vítt økið. Hetta ger í
mongum førum, at botndjór
og smáverður klára at halda
botnin reinan. Verður har-
afturat ein skipan við skift-
isøkjum nýtt, kemur vist-
skipanin á botni aftur í rætt-
lag eftir stuttari tíð.
Skuldi nakað av fiska-
lorti og fóðurleivdum verið
tikið upp á land, so skuldi
tað verið gjørt, tá fiskurin
fær medisinfóður, tí medis-
inleivdir í umhvørvinum
kunnu fáa sera óhepnar
fylgjur fyri alivinnuna.
Hetta lívrunnað tilfarið
kann ikki brúkast, men skal
fyribeinast – brennast við
høgum hita.
Nú vit eru við skarn og
leivdir frá húsdjórum og
nýtslu av hesum, átti eisini
at verði umrøtt, hvussu
seyðatøð best verða gagn-
nýtt. Hetta eru tøð, sum
nátúrliga kunnu at vera
løgd út á landi, men sum
ofta enda í bingjunum hjá
IRF í stórum nøgdum. Um
tøðini ikki vera løgd út á
bø, í veltir ella aðrar staðir,
kundu tey kanska heldur
verið koyrd á moldplássið í
kommununi og blandaði
upp í moldina saman við
gomlum hoyggi, enn at
verið koyrd á brennistøðina
í Leirvík.
Náttúra og umhvørvi í
undirvísing
»Kunnu vit fáa undirvísing-
artilfar um náttúru og um-
hvørvið inn í skúlarnar«
var evnið mikukvøldið.
Fleiri áhugaverd mál vóru
viðgjørd og er ætlanin at
venda aftur til okkurt av tí
til eitt annað høvið.
Møguleikar eru at troyta
fakini »Heimstaðarlæra« í
yngru flokkunum og »Nátt-
úra og tøkni« í eldru flokk-
unum í barnaskúlanum.
Her finst nakað av tilfarið
um lívfrøði, landafrøði og
alis- og evnafrøði. Møgu-
leiki er eisini at arbeiða við
úrvaldum evnum eina tíð.
Nú IRF er farið undir
økta skiljing av ruski ella
»Nú heitt verður á fólk um
ikki
at
blanda
ruskið
saman«, sum Bjørn Jacob-
sen frá Miljøheimevernet í
Møre og Romsdal tók til,
hevði tað verið gott um
skúlarnir hjálptu til, t.d. við
at havt tvær ruskspannir í
hvørjari skúlastovu; eina
spann til pappír og eina til
tað, sum skal brennast.
Onkur hevur kanska hug at
fara longur og hava eina
størri skipan á skúlanum,
soleiðis at til ber at skilja í
lívrunni, pappír, serliga
dálkandi og vandamikið, og
tað sum skal brennast. Tá
ber t.d. eisini til at læra
børnini um kompost.
Jólatrø úr Vágum
Hóskvøldið
var
evnið
»Hvussu kunnu vit gagn-
nýta alt lívrunnið tilfar?«.
Tosað varð um at mala trø
og greinar og síðani leggja
tilfarið um trø og runnar í
urtagørðum og viðarlund-
um. Harafturat varð tosað
um at gera kompost. Hetta
er umhvørvisvinarlig hugs-
an, sum eigur at vera ment.
Tíverri varð ein rættuliga
yvirdrivin kostnaðarmeting
um flutning av jólatrøum
løgd fram á fundinum og
borin fram í útvarpi. Sagt
varð, at tað kostar komm-
ununum í Vágum umleið
130.000 kr at fáa flutt 800
jólatrø úr Vágum til Leir-
víkar at brenna. Hetta
roknistykkið skal tíverri
eisini brúkast sum grundar-
lag fyri, at kommunur ætla
at keypa kvarnir til greinar,
jólatrø og tílíkt.
Skipanin millum IRF og
kommunurnar er soleiðis,
at ein ávís nøgd av burtur-
kasti av bingjuplássunum
er roknað upp í fasta gjald-
ið frá kommununum til
IRF. Flutningurin av burt-
urkastinum frá kommununi
til Leirvíkar er uppi í prís-
inum. Fer nøgdin upp um
hesa kvotuna, má kommun-
an gjalda eitt ískoytisgjald í
mun til meirburturkastið.
Um tað er rætt, sum ført
varð fram á stevnuni, er
einki
annað
burturkast
komið av bingjuplássunum
úr Vágum í fyrsta árs-
fjórðingi enn jólatrø. Hetta
er sjálvandi ikki rætt. Jóla-
trø eru bert ein lítil partur
av burturkastinum úr Vág-
um.
IRF hevur heitt á komm-
unurnar um at skipa bingju-
plássini betri, millum ann-
að við at hava fólk á pláss-
unum, tá tey eru opin. Tær
kommunur, sum hava roynt
hetta, hava skjótt funnið út
av, at eykagjaldið fyri burt-
urkast av bingjuplássunum
hvørvur. Samstundis menn-
ir hetta tilvitskuna um burt-
urkast hjá fólki á staðnum.
Ruskposalitir hjá IRF
Uttanfyri dagsskrá var á
fundunum, í bløðum og út-
varpi ført fram, at IRF og
KB brúka skeivar litir til
ymisku bólkarnar av burt-
urkasti.
IRF umrøddi litval í sam-
bandi við, at ein nýggjur
posi er tikin í nýtslu til
pappír. Væl vitandi, at
grøni liturin ikki er tann
best hóskandi til serliga
dálkandi burturkast, varð
valt at halda fast um hann.
Flestu vita, hvat Grønur
posi frá IRF er ætlaður til.
Hóast IRF veit, at marg-
litta skipanin, sum varð
førd fram á fundunum og í
fjølmiðlunum, ikki verður
brúkt í Danmark, hevur IRF
kannað
pástandin
um
nýtslu av nevndu litskipan.
Vit hava spurt hjá okkara
egnu mynduleikum, donsk-
um mynduleikum, norskum
mynduleikum og størsta
renovatiónsfelagsskapi
í
Danmark. Eingin av hesum
stovnum og felgasskapum
kennir til nakra millum-
tjóða samtykt um at nýta
ávísa litskipan til ymsu
bólkarnar av burturkasti frá
húsarhaldum. Sjálvt ikki
katalogútgevarin, sum víst
varð til, veit, hvar litupp-
skotið er komið frá. Hvør
renovatiónsfelagsskapur
kann enn frítt velja tað lit-
samanseting, sum honum
hóðar. Um tað er so heppið,
er ein onnur søga.
IRF fer at brúka verandi
litskipan enn eina tíð; nevn-
iliga gráan posa til rusk,
sum skal brennast, hvítan
pappírsposa til reint og turt
pappír og grønan posa til
serliga dálkandi og vanda-
mikið burturkast. Kemur
ein fleirtjóða samtykt, um
at brúka ávísa litskipan til
rusk frá húsarhaldum, fer
IRF sjálvandi at leggja seg
eftir hesi skipan.
Tað harmar, at pástandir
sum
omanfyri
nevndu
verða førdir fram, tí teir
skaða í grundini málið, ar-
beitt verður fyri, og kundu
verið umgingnir, um tosa
varð um viðurskiftini, áðr-
enn farið var í pressuna.
Meira
hóskandi
hevði
kanska verið at bjóða
renovatiónsfelagsskapunu
m við til seinasta fundin á
stevnuni og soleiðis fingið
eina breiðari umrøðu av
evninum.
VIÐMERKINGAR
Tíðindaskriv
Soleiðis eitur bók, sum
Ása V. Hansen hevur
givið út á egnum forlag.
Hon viðgerð í stuttum,
lættlesiligum kapitlum
ymiskar grundleggjandi
spurningar, sum hava
við lív og ævinleika at
gera.
Er lív eftir deyðan?
Kann ævinleikin prógv-
ast vísindaliga? verður
spurt í fyrstu kapitlun-
um. Og út frá hesum
spurningum verður so
komið inn á bíbilskar
hendingar, á Jesusar lív
og deyða fyri okkum, og
hvussu vit fáa frelsu og
uppreisnarlív gjøgnum
hann.
Men Ása kemur eisini
inn á upplivingar, talið
666, friðarríkið og yms-
ar spurningar, sum iva-
leyst mong menniskju
hugsa um. Bókin endar
við tí, sum Opinberingin
hevur at siga um nýggjar
himlar og nýggja jørð,
sum øll tey, sum kenna
Harran Jesus, einaferð
skulu uppliva.
Sjálv sigur hon í for-
orðinum: Ætlanin við
hesum bóklinginum er
at fáa teg at steðga á, og
geva tær stundir at hugsa
um ævinleikan. Sum
ungur hugsar ein, at ein
hevur alt lívið fyri sær,
og tað kann eisini vera
sera spennandi, hvat
lívið hevur at bjóða. Út-
búgving, seta búgv, fáa
børn, sum krevur nógv
av eins tíð. Summi seta
føtur undir egið borð,
onnur fara upp í pol-
itikk, og alt hetta er
spennandi
og
tykist
eggjandi, og hví skal ein
so hugsa um lívið eftir
deyðan?
Tað skulu vit, tí vit
eiga ikki dagin í morgin.
Vit eru her á fold, eisini
fyri at taka avgerð fyri
ævinleikanum.
»Lívið her og hinu-
megin« er 87 blaðsíður,
kostar 85 kr. Og er væl
egnað at geva teimum,
sum eru farin at hugsa
um
ævinleikan
og
treingja til vegleiðing.
Frá umhvørvisstevnu í Vestmanna til
ruskposalitir hjá IRF
Bókin »Lívið her
og hinumegin«
Føroyskir politikk-
arar hava fyrr hugsað
meira um tørvin hjá
føroyska flogfelagn-
um enn hjá ferða-
fólkunum. Men nú er
hugburðsbroyting
hend, sigur Bjarne
Hansen, nevndar-
formaður í Maersk
Air
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Ein hugburðsbroyting hjá
føroyskum politikkarum er
hend seinnu árini til fyri-
muns fyri tey, sum ferðast
loftvegis til og úr Føroyum,
sigur nevndarformaðurin í
Maersk Air, Bjarne Han-
sen.
Hann sigur, at fyrr var tað
soleiðis, at tað gekk illa –
fyri ikki at siga als ikki – at
fáa føroyskar politiskar
myndugleikar at ganga við
til at seta ferðaseðlaprísin
hjá flogfeløgunum niður.
– Tað var líkt til, at hugs-
að varð meira um tørvin hjá
føroyska flogfelagnum enn
um, hvat gagnaði tí ferð-
andi best, sigur hann.
Men nú er vend komin í,
og tað er núverandi ferðslu-
málaráðharranum, Bjarna
Djurholm, at takka, sigur
Bjarne Hansen. Hann hevur
víst heilt øðrvísi hugburð á
økinum, enn undanfarin
landsstýri hava gjørt, sigur
nevndarformaðurin
í
Maersk Air.
Ferðaseðlaprísirnir skulu
góðkennast av loftferðslu-
mynduleikunum – í Føroy-
um av Vinnumálastýrinum.
Men tað hevur fyrr gingið
sera illa at fáa loyvi at
lækka prísirnar við ávísum
tilboðum, vísir Bjarne Han-
sen á. Ikki fyrr enn nú,
nýggjur
ferðslumálaráð-
harri er komin í Tinganes,
tykjast marknaðarkreftirnar
vera slopnar framat, sigur
hann.
At tað hevur gagnað
Maersk Air, at framtøk við
lágum
ferðaseðlaprísum
vórðu gjørd í fjør, dylur
Bjarne Hansen ikki fyri.
Flogførini vórðu fylt, tí
fólk slapp bíliga millum
londini. Og tá flogfarið
framman undan fleyg við
tómum setrum kortini, var
tað jú bara ein inntøka aft-
urat, at fleiri fólk ferðaðust
fyri lægri prís. Tað verður
annað keypt enn ein ferða-
seðil, tá soleiðis er.
Nýggjur floti
Flogførini hjá Maersk Air
eru millum tey nýggjastu í
heiminum. Bjarne Hansen,
nevndarformaður í Maersk
Air, upplýsir, at felagið
vanliga
ikki
hevur
flogførini longri enn eini
fýra-fimm ár, áðrenn tey
verða seld víðari.
– Hetta er ein politikkur,
sum flestu onnur flogfeløg
ikki hava. Men tað kemst
kanska av, at eg eri upp-
vaksin hjá A.P. Møller, har
vanligt er, at skipini alla
tíðina eru á sølulistanum,
sigur hann.
Og hann metir ikki nakað
vera til hindurs fyri, at tað,
sum ber til í skipaferðsluni,
eisini kann bera til í flog-
ferðsluni.
Um góða úrslitið hjá
Maersk Air í fjør sigur
nevndarformaðurin, at tann
stóri parturin av avlopinum
júst stavar fra keypi og sølu
av flogførum.
Tað er við hesum sum við
øllum øðrum handli. Tað
ræður um at vera úti um seg
og vita, nær ein skal keypa
og selja.
Nýtt slag
Maersk Air fer á nýggj-
árinum bara at hava jet
flogfør.
Tey
seinastu
propellflogførini
verða
skift út nú í heyst.
Flogførini, Maersk Air
brúkar til ferðafólkaflutn-
ing, eru tey kendu Boeing
737 og tey nýggju Canadair
Regional Jet flogførini,
sum felagið longu hevur
nøkur av.
Hesi flogførini verða
gjørd í Canada og eru vorð-
in ein rættilig »succes«
beinanveg, sigur Bjarne
Hansen. So væl umtókt eru
tey, at verksmiðjan stendur
seg ikki at gera hesi flog-
førini. Gjørd eru 500 flog-
før til flogfeløg um allan
heim, meðan onnur 550 eru
umbiðin. Verksmiðjan klár-
ar at lata 14 um mánaðin,
so tað verða nøkur ár, til
bara tað, sum longu er um-
biðið, verður latið.
Tað ger so aftur, at verk-
smiðjan ongan tørv hevur á
at lata avsláttur. Prísurin
fyri eitt Canadair Regional
Jet við 50 setrum liggur um
23-24 milliónir $, meðan
eitt við 70 setrum kostar 30
milliónir $, sum í dag eru
góðar hálvttriðjahundrað
milliónir krónur. Ella tað
sama sum ein undirsjóvar-
tunnil undir Vestmanna-
sund.
Canadair flogførini eru
minni enn Boeing 737.
Tríggjar støddir er við 50 -
70 og 90 setrum. Tey eru
sera vælegnað at flúgva
innanríkis við, men verða
eisini brúkt á millumtjóða
rutum.
Sum vitiligt er, eru bæði
fyrimunir og vansar við
einum flogfari, sum við
øllum øðrum. Hesi nýggju
flogførini
flúgva
sera
skjótt, men so hava tey eis-
ini brúk fyri rættiliga lang-
ari breyt bæði til at lætta og
lenda. Og tað ger so aftur,
at tey ikki eru egnað at
flúgva til Føroya við, sigur
Bjarne Hansen, nevndar-
formaður í Maersk Air.
Nevndarformaðurin í Maersk Air:
Atlantsflog fram um ferðafólkið
Føroyskir myndugleikar hava
fyrr tikið tørvin hjá
Atlantsflog fram um tørvin
hjá teimum ferðandi. Men
nú er hugburðsbroyting
hend, sigur nevndar-
formaðurin í Maersk Air,
Bjarne Hansen.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
13
12