hósdagur 24. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Frá fríggjadegi 25. mai til hósdagin 31. mai
"Á ferð inn í ein nýggjan
heim"
Sunnukvøldið kl. 19.00
Jumanji
Bestubitar: Krígsdøtur 2:3
Fyri seinastu ferð í hesi vetrarhálvuni fer leygarkvøldsmanningin í Útvarpi Føroya at fjálga um hjá lurtarum
kring alt landið.
Seinastu 8 mánaðirnar hava Bjarni Mohr og Dávid Isfeld og restin av manningini í útvarpinum sett sín
avgjørda dám á myrku og køldu leygarkvøldini í vetrarhálvuni.
Onki er at dylja yvir, at serliga áhugin fyri spurnarkappingini hevur verið stórur. Í vetrarhálvuni hava
túsundtals føroyingar roynt at sloppið gjøgnum nálareygað, í spurnarkappingini. Fyri seinastu ferð á hesum
sinni verður so enn einaferð høvi hjá lurtarum at royna sína snarvitan, fyri opnari mikrofon.
Í undanfarnu sendingunum hevur siður verið, at trý nýggj evni hava verið hvørt leygarkvøld. Av tí at royndir
vísa, at størsti áhugin millum fólk var almenn vitan hava vertirnir gjørt av, at øll trý umførini í kvøld fara at
snúgva seg um almenna vitan, sum áður hevur verið í sendingunum.
Fólk kunnu tekna seg til seinastu umførini í spurnarkappingini á gyltu telefonnumrunum 31 13 82 og 31 13
83, sum tryggja atgongd til kappingina. Fríðunn situr tilreiðar við telefonirnar, sum svara longu kl. 21.00.
Ein annar fastur táttur í sendingini hevur verið "Plettskotið", á miðnátt leygarkvøld. Einki er at taka seg
aftur í, at navnið á táttinum kom til sín rætt minst ta einu ferðina. Fasti rithøvundi útvarpsins hevur avgjørt
ikki lakt fingrarnar ímillum, tá lurtarar hava bílakt eitt lesarabræv frá manningini. Lurtið á miðnátt, tá
høvundurin fyri seinastu ferð á hesum sinni hvessir sær pennin, og gestarøðarin sessast við mikrofonina.
Hetta, umframt mangt annað forvitnisligt er tað, sum manningin borðreiðir við í kvøld, kl. 22.05, tá
vertirnir seta 1. floks undirhald á breddan, og sláa dyrnar á víðan vegg, fyri seinastu ferð í vetrarhálvuni, nú
endabresturin er fyri framman.
Leygarkvøld
Leygarkvøldið kl. 22.05
Fierce creatures
Hóskvøldið kl. 20.00
Leygarkvøldið kl. 20.00
Leygarkvøldið kl. 18.00
Sleepless in Seattle
Sunnukvøldið kl. 20.00
Pernilles Univers
Týskvøldið kl. 20.55
15
14
Nr. 98 - 24. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Ólavur Hátún
Heitið “Sólarmagn” man
enn ljóma kvinnum og
monnum lívgandi í oyrum,
sum vita til sín aftur í
tjóðskaparligu og ment-
anarligu vekingartíðina her á
landi fyri góðum hundrað
árum síðan. Tað var kirkju-
bømaðurin Sverri Patursson,
sum eftir háskúlavetur í
Danmark og eftirfylgjandi
ferðing
í
Noregi,
har
menningarhugur og frílyndi
um tað mundið blómaði
millum ungfólkið, í 1995
stovnaði fyrsta føroyska
ungmannafelagið
“Sólar-
magn”, felags fyri bygdirnar
Kirkjubø og Velbastað.
Tað var tí ikki sørt við
eisini hesari tilvitan í sinni,
at tú leitaði vestur um hálsin
at hoyra nýstovnaða “Kórið
Sólarmagn” á tess fyrstu
almennu konsert í nýggju
skúlahøllini á Velbastað.
Hugaligt var at trína inn
um gátt, har fullsettur skál-
in av fróðum lurtarum í
øllum aldrum við føgrum
góðveðursútsýni út yvir
Heystfjørð eyðsýniliga sat
og gleddi seg til hesa
merkisløtu, nú mentanarligt
sólarmagn tykist bragda av
nýggjum í hesum siðsøgu-
liga so ríku bygdum fyri
vestan.
Skráin var fjølbroytt:
kendir føroyskir og norður-
lendskir kórsangir, dømi úr
eldri europeiskum kór-
mentum og hartil nýggjari
kórtilfar bæði handan hav
og aðrastaðni úr heimi.
Eisini ljóðføri settu dám á.
Pauli Hansen er altíð fúsur
at stuðla við sínum musi-
kalska
guitarspæli,
og
strúkarabólkur av musikk-
lærarum — Sámal Petersen
og Claire L. Thomsen,
violin, Nikolas Kapnas,
bratsch og Edvard Nyholm
Debes, kontrabass — gav
við egnum leikluti tón-
leikaløtuni professionella
tyngd og birti upp undir
tónleikakætið kórsins móti
endanum á konsertini.
Sum skilst, er tað kór-
leiðarin sjálvur Fróði Sand-
oy, sum hevur tikið stigið til
at endurrreisa “Sólarmagn”
í kórlíki. Fróða kenna vit
sum ein sera gávuríkan
tónleikara við drúgvum
royndum sum kórsangari.
Hann hevur tí gott innlit í
tað virksemi, hann nú er
farin undir, og hartil ta
innaru sannføring um tón-
leik og tekstir, sum er fyrsta
fortreytin hjá kórleiðar-
anum. Eyðsæð er tó, at tú
rørsluliga skalt venja teg til
at kunna handfara tað
ljóðføri, tú hevur kosið tær,
so at tú frítt kanst bera fram
tann tónleikaliga boðskap,
sum bylgist í tær. Í hesum
hava allir kórleiðarar støð-
ugan tørv á vegleiðing og
royndum.
Um unga kórið er at siga,
at tað ber besta møguleikan
í sær: reinar og ljómandi
kvinnurøddir og mergjaðar
mansrøddir í tenorbólkin-
um. At bara tveir menn
myndaðu bassbólkin, báðir
avbygdamenn, vísir sjálv-
andi á ein byrjanartrupul-
leika, sum tað tó ikki man
fara og verða so torført at
vinna á, nú medvitið um
henda
frítíðarmøguleika
breiðir seg millum ungdóm
við hesa mannafjølgandi
vesturstrond.
Samanumtikið er tað at
frøast um, at skipaður
kórsangur nú eisini ljómar
handan Velbastaðháls til
gleði og gagn hjá teim ein-
støku og til frama fyri
mentanarliga medvitið og
samanhaldið
í
hesum
bygdum.
Kórkonsert á Velbastað
Kórið Sólarmagn á fyrsta sinni
Mynd: Jens K. Vang
Og strúkarar ljómaðu á
Velbastað
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
14