fríggjadagur 14. desember 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 243 - 14. desember 2007
Bókhaldari til IRF
IRF søkir við hesum eftir bókhaldara at byrja
mikudagin 2. januar 2008, ella skjótast tilber.
Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til
fíggjarleiðaran.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a.
fevnir um:
• dagligt bókhalds- og roknskapararbeiði
• at umsita og avstemma ognara- og
skuldarabókhald
• vanligt skrivstovuarbeiði
Allar skrásetingar verða dagliga førdar á
teldu, og tí er neyðugt, at umsøkjarin hevur
kunnleika til skrivi-, rokni-, og telduarbeiði.
Kunnleiki til Microsoft Navision Axapta er
ein fyrimunur.
Arbeiðið er sjálvstøðugt og fjølbroytt, hevur
nógvar persónligar menningarmøguleikar,
eins og tað setur krøv til góð samstarvsevni,
menniskjaligan og fakligan førleika. Alt
hetta í einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú hollar royndir innan bókhaldsyrkið
og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga
tann, vit søkja.
Lønin verður sett eftir avtalu við avvarandi
fakfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
IRF tlf. 414243, Erik Lervig.
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og
møguligum viðmælum, skal sendast til IRF,
Postboks 39, FO-520 Leirvík, og skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
28. desember 2007.
IRF
Postboks 39
Fo-520 Leirvík
Uppstilling til formansval
í Starvsmannafelagnum
Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til
uppstilling til formansval í Starvsmannafelag
num.
Fastur formaður skal veljast fyri 4 ár á aðalfundi
felagsins 8. mars 2008. Uppstillingin skal verða
liðug innan 15. januar 2008.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður
skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur
ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja
at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir
annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki
valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal
verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn
15. januar 2008. Í frásøgnini skal verða tilskilað
navn og bústaður hjá valevninum, og hvar
valevni arbeiðir.
Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur
starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann
verða valdur. Sambært sáttmálan hevur tann,
sum verður vald/ur til formann í felagnum rætt
til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla
formanstíðina, soleiðis at stovnurin hevur skyldu
til at hava starv til hana/hansara, tá formanstíðin
er úti.
Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við
vanligum meiriluta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður
lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða
at velja ímillum á aðalfundinum.
Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini.
Fráboðanir um uppstilling verða at senda til
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn
Lýsing eftir
pedagogi til Vípuna
Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda
gogum 30 tímar, 1 pedagogi 32 tímar og 1
hjálparfólkið 25 tímar, at byrja 1. febuar 2008, ella
eftir nærri avtalu.
Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í
aldrinum frá 28 ár. Ein stova í aldrinum 25 ár og
ein stova í aldrinum 68 ár.
Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.3017.00.
Vit bjóða eitt áhugavert starv:
• hvar náttúran hevur stóran leiklut í
gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv
• hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í
hásætið
• við opinleika og ein jaligum hugburðið
• við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan
• hvar vit eru byrjaði at arbeiða við ”Den
integrerende baggrund”
Vit vænta av tær:
• At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og
fagliga vitan
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka
avgerðir
• At tú ert opin fyri broytingum
• At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri
børnum, foreldrum og starvsfelagum
• At tú sært fyrimunir fram um vansar
Um pedagogur ikki søkjur, verður hjálparfólk sett
í starvið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535
Umsókn saman við avriti av prógvum og við
mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi
27.07. 2007
Vípan
Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn
Tlf. 317535 / 287535
bgvipan@post.olivant.fo
Stríðist tú við vektina?
Ring til mín, eg havi eitt sunt og
effektivt "hjálpimiddel".
Jana 51 71 00 / 31 88 19
lr@kallnet.fo
www.lr.fo
> Telefonráðgeving > Anonymitet
> Tagnarskyldu
> Stundir at lurta
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.blakross.fo
lýsingar