Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 14. desember 2007 41 Reingerðisfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðisfólki til Føroya Lærara­ skúla, 4 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl. 14.30 til 18.00. Starvið verður sett frá 1. jan. 2008 Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í samband við skúlatænaran, á telefon 213508. Teldupostur kann sendast til joni_johannesen@hotmail.com Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi innan 27. des. 2007. Tórshavn, 12. des 2007 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 · 110 Tórshavn Starv sum tingskrivari/ skrivstovufólk í Løgtinginum Eitt starv sum tingskrivari/skrivstovufólk í Løgtingi­ num er leyst at søkja, til setan pr. 1. februar 2007. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar: At røkja starvið sum tingskrivari, annað vanligt skriv­ stovuarbeiðið og ávísar serligar uppgávur. Tingskrivarastarvið verður dagliga røkt av trimum tingskrivarum, við einum fjórða tingskrivara sum av­ loysara. Høvuðsábyrgdin av tingskrivarauppgávunum er býtt millum 1. og 2. tingskrivaran, men við tíðini og neyðugu royndunum skal høvuðsábyrgdin fyri ávísum uppgávum eisini leggjast á triðja tingskrivaran. Tingskrivarastarvið fevnir í høvuðsheitinum um at manna skrivarapallin í tingsalinum og diskin í komu­ høllini, at skriva gerðabók og skrá fyri tingfundir og annars at tryggja, at allar telduskipanir í tinginum virka sum tær skulu, og at neyðugu skrásetingarnar verða gjørdar. Av vanligum skrivstovuuppgávum skal tann, sum settur verður, hava ábyrgdina av, telefonavgreiðslu, móttøku, posti, nevndarinnkallingum og nevndar­ skjølum, ferðum, umframt annað vanligt skrivstovu­ arbeiði. Harumframt skal viðkomandi virka sum avloysari í sambandi við ávísar uppgávur. Neyðugt er tó, at allar skrivstovuuppgávur so vítt gjørligt kunnu røkjast av øllum, tá ið á stendur. Eisini kunnu broytingar í starvinum koma fyri. Av serligum uppgávum, hava vitjanir í tinginum stóran týdning. Hendan uppgávan verður eisini røkt av øðrum starvsfólki. Uppgávan fevnir um at taka ímóti fólki, ið biðja um at sleppa at síggja og fáa frágreiðing um tingið og tingarbeiðið. Løgtingið: Upplýsing um Løgtingið og løgtingsarbeiðið er at finna á heimasíðu okkara www.logting.fo. Førleikakrøv: Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovu­ útbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur royndir at arbeiða við teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði. Umsøkjarar, sum hava kunnleika til onnur mál, serliga enskt, hava fyrimun. Tað er eisini av týdningi, at tann, sum settur verður, hevur lætt við at samskifta og er opin, m.a. í sambandi við uppgávuna at taka sær av vitjanum. Setanartreytir: Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjar­ málráðið og Starvsmannafelagið. Tað er ein treyt, at tann, ið settur verður, kann átaka sær at arbeiða út á kvøldið, tá tingfundir eru, og tá tað annars er neyðugt. Umsókn: Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu vera Løgtinginum, Tinghúsvegur 1­ 3, Boks 208, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 17. desember 2007, kl. 16. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu Samuelsen, starvsfólkaleiðara, á tel. 36 39 13 ella kristinas@logting.fo. Løgtingið Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelag­ num. 2 nevndarlimir skulu veljast fyri 3 ár á aðalfundi felagsins 8. mars 2008. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. februar 2008. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2008. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevnarval verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til Starvsmannafelagið J.H. Schrøtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn Bilførari til »Viól« IRF søkir við hesum eftir einum bilførara til innsavningarbilin ”Viól” at byrja mikudagin 2. januar 2008, ella skjótast tilber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: • Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í Sandoynni og á Kalsoynni • Heintan av burturkasti frá virkjum og bingjuplássum v.m. í meginøkinum. • Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan skriviførleika og ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála­ num millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan fríggjadagin 28. desember 2007. IRF Postboks 39 Fo­520 Leirvík IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski, Rósa, Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsumráðið hjá »Viól« verður frá 1. januar 2008 í Kalsoynni, á Sandoynni og í meginøkinum. Va s k i f ó l k til Føroya Handilsskúla í Tórshavn at byrja skjótast møguligt Søkt verður eftir vaskifólki 18 tímar um vikuna. Vaskað verður í tíðarbilinum kl. 15.00 til 17.30. Nærri uppslýsingar fáast við at ringja til Zacharias Johansen, húsavørð tlf. 224693. Løn sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðskvinnu­ felag. Skrivlig umsókn, at senda til: Føroya Handilsskúla Postsmoga 177 · 110 Tórshavn lýsingar