fríggjadagur 14. desember 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 14. desember 2007
53
Boxing Day
– »Eskju-dagurin«
Í enskttalandi heiminum verður 2. jóladagur nevndur “Boxing Day”
beinleiðis týtt merkir tað “Eskju-dagurin”. Boxingday er ein
almennur frídagur í Stórabretlandi, Kanada, Ný Sælandi, Avstralia,
og í teimum flestu londunum, sum eru í bretska Commonwealth-
samtakinum. Navnið Boxing Day stavar frá viktoriansku tíðini. Tá
sipað verður til viktoriansku tíðina, verður sipað til árini 1837-1901,
tá Victoria var drotning Bretlands, og Keisarinna hjá India. 2.
jóladagur var dagurin tá tey ríku koyrdu gávur í eskjur, og fóru út á
gøtu og stræti fyri at geva teimum fátæku hesar gávurnar. Enski
jólasangurin “Good King Wenceslas” snýr seg um kongin
Wenceslas, sum gevur einum fátækum manni vín, kjøt og ein
timburbul á Sankta Steffansdegi.
Siðurin er í t.d. Stórabretlandi, at fellir Boxing Day á ein sunnudag,
so gerst mánadagurin 27. desember ein frídagur. Hesir serligu
mánadags-frídagarnir nevna bretar “Bank-Holidays”. Bretar hava
einar 4 Bank-Hollidays um árið, so fólk kunnu halda eitt langt
vikuskifti. Ikki so býtt!
T e l e va r p i ð · T e l 3 4 0 3 4 0 · www.Tv.fo
føðingardagstilboð
Tekna eitt ælabogahald og fá ein
móttakara fyri kr. 595,-
les meira á www.tv.fo
7-armaður staki
Nú 50,-
Spar 39,95
Áarvegur 12
Tórshavn
Tel 321706