Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 14. desember 2007 54 Kristnir jólasiðir: Jólagávan Øll kenna jólatræið og jólahosuna, men hvar er kristna innihaldið í hesum og øðrum, ið vit knýta til jólini? Í dag eru jólagávurnar vanliga ov stórar til at vera í eini jólahosu. Danir brúka árliga nærum 15 milliardir krónur í jólagávum. Kortini kann tað vera trupult at finna røttu jólagávuna. Fyri nærum 100 árum gav Emma Gad tí hesi ráðini: “Hevur tú trupult við at finna gávur til tíni kæru, er ein oftast tryggur um ein heldur seg til tað, sum kann etast, drekkast ella roykjast. Ein høna, ein eskja við konfekt ella ein fløska av likør kann tykjast lítilsvert, men altíð kærkomið”. Tað eru neyvan nóg mikið í dag, har ein hinvegin oftast røkkur langt við einum gávukorti, serliga til upplivingar. Áður var ein meiri beskeðin og jólagávurnar vóru ofta praktiskar, sum til dømis ein frakki. Ein av fyrstu dønunum, sum fekk eina jólagávu var Christian 4. Við hoffið tá var tað ikki jólamaðurin, men eitt lítið Jesus-barn sum bar gávurnar út. Í renessansuni var bert ein lítil eksklusivur bólkur, sum fekk jólagávur. Tað ikki fyrrenn við byrjanina 1800-talinum, at børnini í borgaraskapinum byrjaði at fáa jólagávur og fyrst í 1900-talinum, at eisini tey við minni peningi kanska høvdu ráð at keypa eina lítla jólagávu. Í dag – nú vit eru í 21. øld – eru framvegis børn í Danmark, hvørs foreldur ikki hava ráð til ta jólagávuna, sum upprunaliga skal minna um tær gávurnar, sum teir tríggir vísmenninir høvdu við sær til Jesus-barnið í krubbuni. (Kelda: kristendom.dk) Hiti • Ventilatión • Sanitet Stórt úrval av goðsbað Tel 309 310 demich@demich.fo www.demich.fo Farteldur úr 4.999,- Góð jólatilboð Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar.