fríggjadagur 14. desember 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Einfalda strikan
sigur nógv
Nr. 243 | vikuskiftið | 14.–16. desember 2007 | 81. árgangur | kr. 17,00
Vikuskifti
Í søgunum hjá Bárði Oskarssyni eru ongar óneyðugar
detaljur. Tað eru persónarnir og tvídráttirnir, sum fylla
pappírið. – Børn eru so konkret og síggja allar detaljur. Tí
kann tað órógva søguna at hava alt møguligt annað við,
greiðir Bárður frá. Málið er at liva av listini, og skemtiligu
og hugfarsligu bøkur hansara eru seldar til fleiri lond. Men
sjálvur ger Bárður ikki nógv burtur úr sær sjálvum. – Eg
arbeiði bara, og havi gjørt tað so leingi, at eg dugi mítt
arbeiði, sigur lítillætni føroyingurin í Keypmannahavn
Síða 6–7