fríggjadagur 14. desember 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 243 - 14. desember 2007
Nógva ferðin í samfelagnum setur okkum stór krøv. Spennandi krøv. Tí økist og
mennist eisini virksemið hjá P/F Elektron skjótt. Og her er tað, at vit hava brúk fyri
tær sum projektleiðara ella forritara. Ovmikið er at gera, so vit ynskja at seta fleiri
fólk í starv á báðum økjum.
Vit raðfesta trivnaðin høgt. Her skal starvsfólkið trívast; fáa hóskandi
avbjóðingar og hava møguleikan at menna seg fakliga eins og persónliga.
Vit vilja eisini, at starvsfólkið er eyðkent fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og
hugin at vera til tænastu.
PROJEKTLEIÐARAR
Arbeiða við at menna ymsu skipaninar saman við okkara dugnaligu
starvsfólkum á Menningardeildini. Vit síggja fyri okkum, at tú ert ein
sjálvstøðugur persónur, sum hugsar í loysnum, ert nærlagdur og
málsøkin. Eisini er samstarv ein av tínum dygdum, eins og samskifti er
tað í bæði skrivt og talu.
WEB/.NET & HOST- FORRITARAR
Fara at fáa avbjóðandi og fjølbroyttar uppgávur í tí livandi og góða
umhvørvinum á Menningardeildini, har 25 fólk starvast. Deildin veitir
skipanir og tænastur til føroysku peningastovnarnar og almennar
stovnar.
Vilt tú verða Web/.Net forritari hjá okkum, er tað ein fyrimunur, um tú
hevur royndir við til dømis .NET, C#, VB, SQL, XML, AJAX, JAVA,
Sharepoint og Web-tænastur.
Er tú hinvegin Host forritari, hugsa vit okkum, at tú áður hevur arbeitt
við eitt nú PL1, CICS og DB2.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta seg í samband við
Sámal Samuelsen, tlf. 345 108. T-postur: samals@elektron.fo.
UMSÓKNARFREIST
Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagið á middegi mánadagin 7. januar 2008. Send umsóknina til
P/f Elektron, Staravegur 9, Postboks 3219, FO-110 Tórshavn, att: Ulla
Joensen. Ella við telduposti til ulla@elektron.fo.
P/f Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir.
Umframt at menna skipanarloysnir, veita vit tænastur innan infrastruktur og ymiskar hostingloysnir.
Visiónin er, at okkara skipanar- og tænastuveitingar hava við sær, at kundin kann fremja framúr avrik á sínum
virkisøki, samstundis sum trygdin og rakstrarstøðufesti eru í topp. 90 fólk starvast hjá P/f Elektron.
Projektleiðarar og forritarar til Elektron
Stephanssons Hús
„Eingin framtíð er
í starvinum, framtíðin er
í starvsfólkinum“
- George Crane -
FT Samskifti er dóttirfelag í Føroya Tele. Í n‡ggja felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti vi› privat- og vinnukundar,
alt GSM-øki› og øll stø›arútger› fyri fastnetstelefoni og brei›band. Broytingin til n‡ggja dóttirfelagi› er vi› til at tryggja eins
treytir fyri kappingarneytarnar á markna›inum. Hesir n‡ggju karmarnir geva n‡ggjar møguleikar at veita betri og bíligari tænastur
til kundarnar. Í felagnum starvast 105 fólk. Tænastur frá FT Samskifti ver›a markna›arførdar undir navninum Føroya Tele.
Starvsfólk til Telebúðina í Tórshavn
Telebúðin í Tórshavn er ein av seks
Telebúðum kring landið. Telebúðirnar
hava ment seg munandi seinastu árini
og ætlanirnar fyri framtíðina eru stórar.
Til handilin í Tórshavn søkja vit eftir
einum starvsfólki, sum skal luttaka í øllum
uppgávum, ið skulu til fyri at fáa eina góða
tænastu. Til rætta fólkið hava vit eitt sera
spennandi starv við avbjóðandi uppgávum
og ymiskum ágóðum.
Til starvið ynskja vit eitt fólk við:
Handilsroyndum og royndum at avgreiða
kundar
•
hug og førleika til kundatænastu
•
førleika at seta seg inn í nýggja tøkni
•
evnum at samstarva í toymi og við
ymiskar starvsfólkabólkar
•
ídni at røkka ásettum málum
•
kunnleika til enskt
•
vilja at hjálpa, har tað er neyðugt
•
evnum at arbeiða og avgreiða mál skjótt
•
viðkomandi útbúgving, men hetta er tó
ikki ein treyt.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið
galdandi fyri Føroya Tele.
Telebúðin í Tórshavn er opin allar vanligar
handilstíðir og arbeitt verður í skiftum við
hini starvsfólkini í handlinum.
Gjøllari upplýsingar fáast við at venda
sær til Svannu F. Kjær, skj@ft.fo ella
Starvsfólkadeildina á tel 303030.
Umsóknir skulu vera FøroyaTele í hendi í
seinasta lagi hósdagin 27. desember 2007, og
tær skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
starvsfolkadeildin@ft.fo