Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 243 • 14. desember 2007 Hetta var Óli, nú kemur Mia« Hendan setningin hava allar­flestu før­oyingar­ óivað hoyr­t mangar­ fer­ðir­, tá tað nær­kast jólum! Jólaheilsanir­ í Útvar­pi Før­oya er­u eitt líka víst tekin um at jólini nær­kast, sum Cadbur­y eskjur­nar­ í handlinum er­u! At hendan siðvenja livir­ er­ løgið, nú sambandið millum Før­­ oyar­ og umver­ðina er­ so gott, og tey flestu kunnu hoyr­ast hvønn dag um ein so vil. Men eg tr­úgvi, at tey flestu kunnu ver­ða samd um, at tað er­ nakað ser­ligt at fáa eina jólaheilsan úr­ útvar­pinum. Í fleir­i á havi eg havt ábyr­gdina av, at jólaheilsanir­nar­ úr­ Stock­ holm ver­ða var­paðar­ til familju og vinir­ í Før­oyum. Vit stíla fyr­i veitslu í sambandi við, at heilsanir­nar­ skulu inn á band og eta dunnu og annan før­oyskan jólamat, og onkutíð hava við eitt sokallað svenskt ”knytkalas” har­ øll taka okkur­t við. Tá so etið er­, og hýr­ur­in er­ góður­, er­ tíðin komin til jólaheils­ anir­nar­. Tey djør­vu, og oftani tey sum hava teir­ longstu listar­nar­, koma fyr­st inn í stovuna ella kamar­ið, har­ eg siti við mínum bandupp­ takar­a! ”Gott kvøld før­oya fólk” ­ soleiðis byr­ja mannfólkini ofta! Haldi ikki at eg nakr­antíð havi hoyr­t eina kvinnu heilsa øllum før­oya fólki nakað enn. Tær­ koma oftani inn við nøkr­um ”post­it” lepum og lesa stutt og gr­eitt heilsanina til familju og vinir­. Stuttligast er­ sjálvandi, tá bør­nini er­u við. Tey er­u oftani so spent at or­ðini nær­um r­apla úr­ munninum, og ilt er­ at skilja, hvat tey siga. Helst skal jú málið eisini ver­a før­oyskt, og tað er­ ikki teir­r­a móður­mál. Og við bør­ninum kemur­ sangur­in ­ ”Nu tændas tusen juleljus...” er­ ein favor­ittur­. Summi syngja solo, og onkuntíð hava vit r­oynt at gjør­t eitt lítið før­oyskt bar­nakór­, sum vit hildu sungu so pent. Men tá eg tosaði við familjuna heima, vildu tey vita, hvør­ tað var­ sum skr­álaði í útvar­pinum... Tár­ini r­enna eisini, tá hugsað ver­ður­ um tey har­ heima. Eitt ár­ið var­ tað ein mamma sum longdist ser­a illa og r­oyndi fleir­i fer­ðir­ at lesa heilsanir­, men tað miseyðnaðist hvør­ja fer­ð! At enda tók dóttir­in, sum var­ sjey ár­, yvir­ og las heilsaninar­ til ommu og abba inn. Jólaheilsaninar­, tr­úgvi eg, er­u ein siðvenja, vit før­oyingar­ bæði heima og uttanlands vilja var­ðveita. ”Hetta var­ Inna, nú koma jólini...” Hetta er­ aðr­u fer­ð, at Bókadeild Før­oya lær­ar­afelags gevur­ út Mína jólabók í nýggjum hami. Sigast kann, at hetta ummælið kemur­ heldur­ seint, tí at bókin er­ sett upp sum ein jólakalendar­i, har­ ein søga, tekning, yr­king ella ein kr­eativ uppgáva er­ fyr­i hvønn dag í desember­, men hóast tað, so haldi eg, at hon eigur­ at ver­ða umr­ødd. Við at eygber­a hana leysliga, sæst tíðiliga, at hetta er­ ein ótr­úliga snøgg bók. Nógvar­ góðar­, litr­íkar­ og fangandi myndir­ er­u í bókini. Myndir­nar­ hava nógvir­ ymiskir­ teknar­ar­ gr­eitt úr­ hondum. Tað er­ eisini ymiskt, hvussu góðar­ tær­ er­u. Um eg skal taka ein fr­am um hinar­, so er­ Janus á Húsagar­ði ófør­ur­. Hann er­ ser­a nágr­einiligur­ og teknar­ heilt niður­ í smálutir­nar­. Nógvar­ av tekningunum hava tað sama við sær­, sum Waldo bøkur­nar­. Hóast góðskan er­ ymisk, so passa tekningar­nar­ væl til søgur­nar­ í bókini. Tað er­ eitt sindur­ óheppi, at tekningar­nar­ til onkr­a søgu ikki megna at tekna per­sónar­nar­ soleiðis, at teir­ líkjast í øllum tekningunum, sum hoyr­a til søguna. Mín jólabók hevur­ eina lítla søgu til hvønn sunnudag í advent. Søgur­nar­ hevur­ Gitte Klein skr­ivað. Hetta er­u fýr­a fittar­ søgur­ um ein dr­ong og ein dølskan pápa, sum ikki lur­tar­ eftir­ soninum, men sum má sanna, at hann átti at havt lur­tað eftir­ honum. Søgur­nar­ er­u skemtiligar­ í støðum og vit vaksnu kenna okkum aftur­ í støðunum, men eg sakni eina mammu – har­ er­ ongin mamma og hon ver­ður­ ikki nevnd við einum or­ði. Um talan var­ um ein einligan pápa, so átti mamman um ikki annað ver­ði nevnd sum ein, ið hann saknar­, tá ið alt endar­ galið. Hinar­ stuttsøgur­nar­ er­u ymiskar­ í dygd. Summar­ er­u heilt góðar­. Tann hjá Steintór­i Rasmussen er­ góð. Hetta er­ ein kr­imi søga um eina gentu og ein dr­ong, sum finna ein lykil á vegnum, og tey var­nast, at lykilin eigur­ ein eftir­lýstur­ br­ótsmaður­ og sjálvandi fanga tey hann. So er­u eisini aðr­ar­ søgur­, sum er­u í so mor­aliser­andi. Til dømis hon eftir­ Elin Mor­tensen, ið er­ um ein dr­ong, sum ver­ður­ happaður­, tí at annað beinið er­ stytr­i en hitt. Hann ver­ður­ sendur­ niður­ og skaðin ver­ður­ r­ættaður­ so væl, at dr­ongur­in ger­st góður­ svimjar­i og tískil ikki happaður­ aftur­. Søgan hjá Sólr­ún Michelsen er­ góð sjálvt um har­ er­ ein avísur­ penslaður­ mor­alur­ í henni. Hon er­ um hesar­ vætr­ar­nar­, sum velja út bleytar­ pakkar­ til bør­nini, ið skikka sær­ ov illa. Teir­ avger­a at geva Pætur­i, sum er­ høvuðsper­sónur­in, hosur­ og undir­buksur­ í jólagávu, tí at hann plágar­ mammuna og pápan um at fáa eina far­teldu í jólagávu. Hann br­ýtur­ spar­igr­ísin hjá sær­, tekur­ pengar­nar­ og ætlar­ at keypa sær­ eina far­teldu fyr­i teir­, men í sølumiðstøðini hoyr­ir­ hann nøkur­ bør­n ynskja sær­ ymiskt, sum hann sjálvur­ eigur­, og var­nast tískil, at hann eigur­ so ómetaliga nógv, sum hini ikki eiga. Hann velur­ heldur­ at keypa hesum fátæku bør­nunum tað, sum tey ynskja sær­ í jólagávu og so kunnu tit ætla, hvat hann sjálvur­ fær­ í jólagávu, nú hann hevur­ skikkað sær­ so væl. Mor­alur­in í hesar­i søguni er­ ikki so eyðsýndur­ og áloypandi sum í fyr­r­nevndu søgu. Mina Reiner­t hevur­ skr­ivað eina og Rakel Helmsdal hevur­ skr­ivað eina, Sólbjør­n Fr­íði Olsen og Beinta Johannesen hava eisini skr­ivað hvør­ sína. Eg far­i ikki her­ at avdúkja allar­, men hugaligt er­ at lesa um Lítla Gutta, sum Mar­ius Johannesen las upp í sjónvar­pinum fyr­i okkur­t um 20 ár­um síðani. Eg lúgvi ikki, tá ið eg sigi, at eg hoyr­di Mar­ius fyr­i mær­, tá ið eg las hana. Í mínar­i jólabók 2007 er­u bar­a tvær­ yr­kingar­ og tað haldi eg er­ alt ov lítið. Tað kann ver­a, at tað er­ r­ingt at fáa fólk at yr­kja til slíkar­ bøkur­, nei, líka veit eg. Fyr­r­u hevur­ Poulina Slættanes skr­ivað, og er­ hon ein fittlig yr­king um at fáa Mína jólabók í hondina. Alexandur­ Kr­istiansen hevur­ yr­kt hina. Vit kenna hansar­a stíl og henda yr­kingin er­ ikki øðr­vísi. Nógvir­ dagar­ í jólakalendar­a­ num hava ymiskar­ uppgávur­ ella ítr­iv, sum sper­da húskið kann takast við um jóltíðir­. Jólatíðin fær­ fólk at seta fer­ðina enn meir­a upp, og tí er­ tað ser­a gott at seta seg saman við bør­nunum at klippa og baka køkur­ til jóla. Mín Jólabók 2007 er­ tann mest spennandi jólakalendar­in, sum eg havi sætt. Innihaldið er­ til bør­n og ung og str­ongd for­eldur­, og tað er­ heilt víst, at bæði for­eldur­ og bør­n hava br­úk fyr­i einar­i slíkar­i bók, sum ver­uliga fær­ lesar­an at hugsa um, hví vit halda jól, og sum fær­ fólk at minka um fer­ðina. Mín jólabók er ein jóla­ kalendari Ummæli Oddfríður Marni Rasmussen Inna Tornroos inna@sosialur­in.fo Ein av søgunum úr »Mín jólabók«