fríggjadagur 14. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
Gott hugflog, Hugo
Rakel Helmsdal
Bókadeild Føroya Lærarafelags
2007
Permumyndina gjørdi Philippe
Carré
278 blaðs.
Fjórða bókin um Viktor Hugo
Person, sum býr í Port Janua,
bregðir ikki úr ætt. Tólv ára gamli
Hugo og vinmenninir Ravnur og
Stefan eru sum ikki einaferð á
varðhaldi eftir gátum at loysa,
og ein dagin sær Hugo í gamla
býi eina hond koma út ígjøgnum
eitt hurðarglopp, leggja ein
ruskposa frá sær, og hvørva
aftur. Seinni rennur tað fram
fyri hann, at her heldur ivaleyst
ein njósnari til, og vinmenninir
fara at eygleiða húsini. Í fyrstani
halda teir, at tað er ein maður,
sum er í hesum at síggja til tómu
húsum, síðani gerst tað greitt,
at tað er ein kvinna, og so vísir
tað seg, at lítlasystir Hugo vitjar
hana. Líðandi kemur tað fram,
at kvinnan hevur verið ein gitin
sjónleikarakvinna, men vanlagna
hevur fingið hana at hildið, at
”tey” eru eftir henni. Hon hevur
tí í mong, mong ár krógva seg í
húsunum og hevur bara samband
við fá fólk.
Hugo roynir at greiða henni
frá, at hesi ”tey” ikki eru til, men
so sigur hon honum, at seks av
grannunum í gøtuni somuleiðis
hava verið fyri óhappum, bara tí
tey kenna hana. Nú fara Hugo
og vinmenn at kanna, hvørja
lagnu hesi fólk hava, og hví hon
er vorðin sum hon er. Akkurát
hesin bygnaður riggar væl og
vekir forvitni hjá lesaranum, tað
forvitni, sum skal til, um tú skalt
halda á at lesa.
Potemkinkulissur
Um somu tíð sum hesar lagnur
eru bulurin í skaldsøguni, so er
frásøgnin feld inn ein karm, sum
í fyrstu atløgu er Port Janua við
teimum mongu løgnu nøvnunum
og so loyndarmálið í Svørtuborg
í gamla býnum. Í tí undanfarnu
bókini um Hugo & Co komu
dreingirnir fram á loynigongir,
har frímúrarar hava hildið til í
øldir. Teir gerast vinmenn við
ein av hesum og fara undir at
gera eitt kort yvir hesar gongir,
sum eingin uttan teir fáu
limirnir í felagsskapinum vita
nakað um. Men hesin partur av
søguni riggar ikki líka væl sum
hann um kvinnuna, sum kennir
seg forfylgda. Tað er líkasum
høvundurin vil skapa spenning og
óhugna, men tað kemur meiri enn
so fyri, at lesarin ikki heldur, at
tað er so ólukkusáliga spennandi,
tað sum gongur fyri seg, hóast
høvundurin pástendur tað.
Tað er eins og høvundurin ikki
altíð megnar at vísa hendingar,
so at lesarin følir, at hetta er
spennandi ella stuttligt, men at
hesar kenslur skulu dragast eftir
hárininum fram fyri lesaran.
Gamlar borgir, loynigongir
og frímúrarar fáa tey flestu av
okkum at hugsa um dulsmálmál
og óhugnaligar hendingar. Men
frímúrararnir í ”Gott hugflog,
Hugo” eru av sama bergi
brotnir sum dólgarnir í ”Fólk og
dólgar í Kardamummubýnum”.
Fullkomiliga meinaleysir. Og
hóast nógv verður tosað um
loyndarmál í sambandi við teir, so
er tað einasta loyndarmáli, at tað
bara eru teir, sum kenna til hesar
gongirnar. Nakað serligt endamál
hava tær ikki, og sostatt eru bæði
borg, gongir og frímúrarar eitt
slag av potemkinkulissum.
Óvanlig nøvn
Fyri hendan lesaran eru øll
tey løgnu nøvnini – Merian
Seraphiaskákið, Nóa Orsino,
Tístram Skribaskúlin, Aslak Ludo,
Ilian Ukoli – eitt sindur strævin,
fyri onnur uttan iva ein partur
av spælinum. Trupulleikin fyri
mín part stavar einahelst frá, at
fólk og umhvørvi ikki eru petti
øðrvísi enn so mangastaðni, var
tað ikki fyri nøvnini. Um somu tíð
koma fitt av fyri okkum vanligum
nøvnum fyri: Hugo, Olivia, Ravnur,
Stefan. Eg skal kortini viðganga,
at sum eg las bókina, so gjørdust
hesi nøvn ein partur av tí heild,
sum Rakel Helmsdal hevur
skapað. Eg bleiv onkursvegna
drigin inn í hendan heim.
Nakað væl út í søguna fangar
hon meira og meira, og ymiskar
hendingar veita henni fitt av
spenningi. Cliff-hangers koma
meira enn so fyri, og tú (ó)hugnar
tær saman við persónunum. Tað
er bara stundum ein trupulleiki,
at frásøgnin ikki er meira ítøkilig.
Sum við loynigongdunum, ið ikki
verða brúktar til nakað ávíst, men
bara eru har, soleiðis eisini við
ymiskum smálutum. Til dømis eta
dreingirnir í heilum keks, men
lesarin fær ikki at vita, hvat slag
tað er. Ein smálutur, jú, men tað
er akkurát í tílíkum ítøkiligum
lýsingum, at ein høvundur gandar
umhvørvi fram.
”Gott hugflog, Hugo” er ein
rættiliga góð bók, sum eg ikki
ivist í, at mong børn frøast um,
men høvundurin átti at stýrt
hugflognum hjá sær betur. Tað
er ikki bara at draga traditionelt
spennandi lutir og hendingar
fram, tey skulu eisini brúkast til
nakað. Tað ger hon við søguni
um kvinnuna, sum kennir seg
forfylgda, men ikki við øllum
tí ”óhugnaliga” romantiska
tilfarinum.
Dulsmál og loynigongir
Ummæli
Jógvan Isaksen