fríggjadagur 14. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 14. desember 2007
nøvn
Eg havi ætlað mær at skriva nakrar
reglur um mín vin og samstarvsfelaga,
Christian Olsen, sum andaðist fyri
einum ári síðani, tann 15. Desember
2006.
Christian og eg vóru starvsfelagar
umborð á Norrønu í umleið átta ár,
og vit komu at kennast rættiliga væl,
og vit høvdu tað ógvuliga gott
saman. Vit vóru ikki altíð líka samdir,
men vit virdu hvønn annan, og vóru
væl.
Vit vóru báðir biðnir at fara
umborð á Norrønu, sum tá lá í Keyp
mannahavn sum flóttafólkaskip á
Islands Brygge. Har upplivdi vit
mangt stuttligt og vit fingu eitt
avbera gott forhold til bosnisku flótta
fólkini, og serliga væl dugdi Christian
at fáast við tey.
Seinni, eftir at Christian var farin í
land, sótu vit báðir í nevndini fyri
Ferðavinnuni
í
Norðoyggjum,
Christian sum leiðari fyri Norðoya
Kunningarstovu, og allir limirnir í
nevndini vóru samdir um, at Christian
var júst tann rætti persónurin at leiða
Kunningarstovuna.
Og hetta vísti seg eisini í verki, tí
ferðavinnan og Norðoya Kunningar
stova mentist undir Christian’sa
leiðslu. Hansara stóra vitan og kunn
leiki um alt, sum hevði við Klaksvík
og Norðoyggjar at gera, var heilt
einastandandi.
Christian kendi hvørt einasta
menniskja í Klaksvík, og umframt at
vera ein vinsælur maður, var hann
eisini ordiligur. Har sum Christian
var, har var skil í.
Nú vit nærkast 15. desember, sum
var dagurin, tá Christian slóknaði, so
má eg siga, at tað hevur verið ein
stórur saknur og eitt stórt tómrum
eftir Christian.
Eg skal við hesum reglum bera
eina heilsu og djúpa samkenslu við
tær góða Sólfríð og børnini.
Ærað veri minnið um Christian
Olsen
John B. Hansen
Minningarorð um
Christian Olsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
elskaða mamma , vermamma, omma, langomma
og systir okkara
Amalia Østerø
Skálafirði
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Sambýlinum á Skála,
fyri umsorgan og kærleika, tíðina hon var har.
Tøkk til starvsfólkini á B8 fyri góða røkt
og umsorgan.
Tøkk til Lisu fyri sera vakran sang í kirkjuni.
Tøkk til Emil Olsen, prest, fyri góð og troystarrík orð,
í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar, gravara
og tykkum, sum bakaðu og á ymsan hátt hjálptu
til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til Sambýlið á Skála.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað, her á fold.
Hjartans tøkk øll somul
Familjunnar vegna
Harald, Karla, Hanna O. og Jansy
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið pápi og
verpápi okkara
Andreas Signar Dalfoss
Tórshavn (ættaður úr Froðba)
brádliga andaðist og varð jarðaður
Tøkk til B8 á Landssjúkrahúsinum, læknar
og portørar.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu smákøkur og á
ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar,
urguleikarar og gravarar.
Tøkk til Bjarna Bæk, dómprósti, fyri vøkru orðini til
andaktina, kórsetingina og prædikuna.
Tøkk fyri blómutyssir, kransar og peningagávu
til Havnar Kirkju.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru í
kapellinum, til kórseting, í kirkjuni og sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Heidi, Poul og Chiharu
Niels Joensen, ættaður úr Skopun, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á Lágargarði mánadagin 83 ára
gamal. Bønarhald verður á Lágargarði fríggjakvøld
ið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapell
inum leygardagin kl. 13. Sálmabókin verður nýtt.
Óliva Nolsøe í Trongisvági, vanliga nevnd Ollan,
andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi mikudagin, 74 ára
gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkra
húsi leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður
úr Tvøroyrar kirkju sunnudagin klokkan 14.
Elieser Arge, vanliga nevndur Essa, fyrrverandi
yvirlækni, andaðist á Landssjúkrahúsinum miku
dagin. 82 ára gamal. Bønarhald verður í Lands
sjúkrahúskapellinum leygarkvøldið kl. 18.00
Jarðarferðin verður úr Ebeneser sunnudagin kl.
13.30. Tey, ið vilja at minnast Essa, kunna lata
heiminum við Vallalíð eina gávu, konta í
peningastovnunum
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt gleddu okkum á
silvurbrúdleypsdegnum 1. mai 2007.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu so
væl til at fyrireika dagin og gera
hann ógloymandi.
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Heilsan
Dorit og Egin Simonsen
Okkara kæra mamma, omma, langomma og ver-
mamma
Marjun Lamain
fødd Niclasen
svav stillisliga inn í heiminum hósdagin 13. desember
69 ára gomul.
Bønarhald verður í Samuelskirkjuni leygardagin
15. desember kl. 11.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjurnnar vegna
Jona, Zacharias, Turid og Randi
www.sosialurin.fo