Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 • 14. desember 2007 Vikuskifti 16 Er tað ikki burturvið at sita í fleiri ár og týða eitt av stórverkum Laxness? Ber tað yvirhøvur til at lesa Halldór Laxness á øðrum máli enn á íslendskum? Mong vilja vera við, at verk hansara eru nakað heilt serstakt, og verða einans heil og óskalað, soleiðis, sum hann sjálvur hevur skrivað tey. Tey eru meira enn nakað annað fasttengd at náttúru, mentan og máli í heimlandinum. Men kortini er enn eitt verk komið undan kavi á grannamálinum, føroyskum. – Ørskapur ella ikki. Kanska tí ørskapurin mangan er einki minni enn bráðneyðugur, júst sum listin sjálv, siga tey bæði, Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs, sum hava sitið, murrað, lisið, sligið upp, týtt og kjakast øll hesi árini, bókin Undir egið borð hevur ligið á arbeiðsborðinum. – Vit hava mangan hugsað sum so, at stuttligt hevði verið at samskift beinleiðis við rit­ høvundan sjálvan, tí hann plagdi at blanda seg væl og virðiliga upp í hvønn smálut í sambandi við týðingar. Tað hevði verið sera áhugavert, at hoyrt hansara meining um okkara stev og flutt seg enn nærri tí list, ið hann livdi fyri. Teirri list, ið livir støðugt í okkum øllum, og sum vit eru so takksom fyri. Ov lítið samband Martin Næs greiðir frá, at nógv hevur verið og verður týtt til føroyskt, og okkurt um helvtin av teimum umleið 150 bókunum, ið koma út árliga eru týðingar, fyrst og fremst úr donskum ella øðrum skandinaviskum málum. Síðan tann fyrsta bókin kom út á føroyskum í 1822, eru útkomnar umleið 5000 bøkur á føroyskum, av hesum eini 40 verk týdd úr íslendskum, harav tríggjar skaldsøgur eftir Halldór Laxness: Salka Valka (1972­1978), Íslandsklokkan (1996) og Gerpla, ella Garpatáttur, (2002) og nú Sjálfstætt fólk, ella Undir egið borð, í 2007. – Men enn eru 48 skaldaverk eftir henda úrmælingin eftir at týða til okkara unga smidliga og spennandi mál, sigur Martin Næs. Aftrat teimum útgávum, ið longu eru nevndar, eru nakrar av stuttsøgum Laxnessar týddar til føroyskt. Hinir týðarararnir eru Christian Matras, Per Mohr, Ulf Zachariassen og Turið Sigurðardóttir. – Er lítið týtt úr íslendskum til føroyskt, er uppaftur minni týtt úr føroyskum til íslendskt, og tað kann tykjast løgið, at so lítið bókmentaligt samband er millum hesi bæði londini. Hetta er, ið hvussu so er, eitt av teimum stórmálum, ið Íslandssáttmálin og tær nýggju sendistovurnar eiga at hava ovast á breddanum, heldur Martin Næs. Ójøvn virðing Og tey bæði, sum hava verið par í góð hundrað góð ár, vísa á, at tá ið tú ferðast millum londini bæði í meiri enn tríati ár og búleikast báðumegin Íslandsryggin, fært tú ta kenslu, at føroyingar hava stóra virðing fyri íslendskum máli – vita, at tað er fornt, serligt, fløkt og fagurt. – Spurningurin er harafturímóti, um íslendingar hava gjørt sær far um føroyskt mál á sama hátt. Onkursvegna hevur tú varhugan av, at íslendingar, helst av vantandi vitan, halda føroyskt vera íslendskt avbrigdi við donskum lagi, eitt slag av skandinaviskt forbronglaðum íslendskum, sigur Þóra, sum kortini slær fast, at so er ikki. – Føroyskt er í fyrsta lagi eitt vakurt mál, eitt heilt serligt mál við egnum sniði og hætti, klangurin er serstakur, ljóðið einastandandi og bendingar­ mynstrið og málfrøðin eins ólíkt donskum og nútíðaríslendskt, sigur hon. Ljóðfossar millum grannar Martin og Þóra greiða frá, at mál okkara, íslendskt og føroyskt, hava somu rót, og bæði søga og umhvørvi tykjast meinlík. Søgan, umhvørvið, vinnuligt samstarv og hevd fyri samskifti millum hesi bæði londini, átti tí at lagt lunnar undir at lesa, práta, skilja og sam­ skifta beinleiðis millum hesi bæði máløkini. – So er tó ikki. Verður tað ikki til gøtudanskt, er tað enskt, ið trivið verður í, tá ið embætis­ menn, ferðandi, unglingar og onnur møtast ella hava okkurt við hvønn annan at gera í dag. Og setur tú ein íslending inn á Café Natúr ella út í Pollin í Sumba at lurta eftir fólki, ið prátar sínámillum, kundi hann tað sama verið staddur á himmalska friðartorginum í Peking, tí hann skilur ikki eitt einasta orð, greiða tey bæði frá. Og tey halda fram, at tað sama hendir, tá ið nútíðarføroyingurin trínur á land á Seyðisfjørðinum og gevur seg í hóslag við fólk og gerandisdag uppi á Eysturlandinum. Hann skilur heldur ikki eitt einasta orð. – Tað er ein sannroynd, at føroyingar lesa ikki bøkur á íslendskum, og ei heldur verður føroyskt lisið í Íslandi, hóast bóka­ málið líkist meira enn talumálið. Veruleikin er nevniliga tann, at hóast málfrøðiliga skyldleikan, rena vit okkum inn í ein nýggjan ljóðheim og eina heilt aðra málsliga uppliving, ið aftrat tí, at tað mest sum altíð verður tikið ymiskt til á hesum báðum málunum, ger, at vit einans hoyra ein ljóðafoss, tá ið lurtað verður eftir vanligum gerandismáli tvørtur um hesi landamørkini, siga tey. Gimsteinar og perlur Mangt og hvat forðar fyri, at eitt nýtt mál verður skilt í fyrstu syftu. Martin og Þóra greiða frá, at orð verða mest sum aldri framborin sum ein serstøk eind, men eru partur av stórari heild, og verða tí ikki útgreinað, fyrr enn málið hevur dunað eina ávísa tíð í oyranum og lagt seg inn undir húðina og upp í heilan, at verða goymt har saman við øðrum upplivanum, ið eru tengdar at umhvørvinum. – Har hongur staðbundin mentan uppií, eygu, andlitsbragd, kropsburður, tónalag. Haraftrat eru ymiskar duldar merkingar, ið liggja ella kanska als ikki liggja í smáorðum og ljóðbrigdum, í øllum málum, og hesar kunnu einans verða lærdar og skildar gjøgnum tað rætta umhvørvið og tað livandi, tosandi menniskjað í einum hvørjum landi. Og tey vísa á, at ein sannroynd er, at føroyingar upp aftur meiri enn íslendingar hava sum álvarsmál, eitt høvuðsmál, ­ skal Herfyri kom stórverkið Undir egið borð eftir Halldór Laxness út á føroyskum máli. Tey bæði Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs týddu verkið, sum kanska er eitt av týdningarmestu verkum, ið komið er út í Norðurlondum Ørskapur at týða Laxness? Bókaprát Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava verið par í góð hundrað góð ár