fríggjadagur 14. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 14. desember 2007
17
Mikudagin 12. desember andað
ist Eliesar Arge, yvirlækni, Tórs
havn. Essa varð føddur 10. juni
1925 og var sostatt 82 ára gamal,
nú hann legði árarnar inn.
Essa varð føddur í Havn og
vaks upp úti við Skansavegin í
Havn. Foreldrini vóru Sigrid og
Andrias (Dis) Arge. Mamman
var ættað úr Gøtu, meðan pápin
var havnamaður. Abbin var gamli
urmakarin Eliesar Arge. Argja
slagið dugdi væl til hendurnar,
og hjá Essa vísti hetta seg, tá
hann gjørdist ein av okkara bestu
kirurgisku læknum.
Essa vaks upp í fíggjarligu
trongu tríatiárunum, men kortini
kláraði hann at taka realprógv og
seinri, tá ið heimsbardagin leik
aði á, eisini studentsprógv. Hug
urin hjá honum stóð til víðari
útbúgving og læknayrki var tað,
hann hevði valt sær. Hann slapp
ikki uttanlands at læra beint eftir
studentspróvtøkuna, men byrjaði
í ávísan mun at “fara í læru” hjá
Paula Dahl, yvirlækna á Dronn
ing Alexandrines Hospitali, men
tá kríggið hæsaði av, fór hann til
Danmarkar at nema sær víðari
útbúgvingina. Tá vóru fíggjarligu
møguleikarnir til lesnað við
stuðuli og hvørt av sínum ikki
teir somu sum nú. Hann noyddist
tí eisini at arbeiða í lestrartíðini.
Fleiri túrar var hann til skips,
millum annað fleiri túrar við trol
ara við Hans Paula Johannesen
sum skipara.
Í øllum, sum hann tók sær fyri,
var hann sera málrættaður. Lestr
artíðin skuldi nýtast á rættan hátt
og útbúgvingin klárast skjótast
gjørligt. Hann kláraði tí eisini at
taka sítt læknaprógv til normeraði
tíð, og longu fyrst í fimtiárunum
kundi hann byrja at arbeiða sum
lækni. Og arbeiða tað gjørdi
hann eisini. Lønin hjá ungum
læknum tá ið tíðini var helst ikki
serliga høg, men umframt síni
kandidatstørv, so arbeiddi hann
eisini á annan hátt, millum annað
koyrdi hann nógv læknavakt í
Keypmannahavn í fleiri ár.
Meginpartin av teim fyrstu
árunum sum lækni arbeiddi hann
á sjúkrahúsum í Keypmannahavn,
men eisini aðrastaðni í Danmark.
Okkurt tíðarskeið var hann eisini
á Landssjúkrahúsinum í Havn
sum hjálparlækni. Men arbeiðs
samur og málsøkin sum hann var,
so vildi hann gerast spesiallækni í
kirurgi, og hansara ynskidreymur
var at gerast kirurgiskur yvirlækni
í heimbýi sínum, Havnini. Hetta
eydnaðist honum eisini. Í 1966
fekk hann starv sum yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum og har virk
aði hann til hann gavst fyri aldur í
1995.
Essa var umhildin sum ein sera
góður og dugnaligur lækni. Hann
kundi virka eitt sindur afturlatin
sum persónur, men hann var eitt
sera hjálpsamt og hjartagott menn
iskja. Persónliga kom eg at kenna
Essa, meðan eg las og arbeiddi í
Danmark í fimtiárunum og fyrstu
sekstiárunum. Lydia kona Essa
og Lydia kona mín vóru skyld
konur, og vit komu nógv saman ta
tíðina í København. Men ikki
minni komu vit saman aftaná, at
vit vóru flutt heimaftur til Føroya.
Vinarlagið hevur verið sera gott
okkara millum og ikki minst hev
ur Essa hjálpt okkum læknaliga í
vissum førum, tá á hevur staðið.
Báðir synir okkara hava honum
nógv at takka fyri, tá teir høvdu
brúk fyri hansara hjálp.
Aftaná hesi mongu ár við góð
um vinarlagi er tað við sorgblídni
eg siti og skrivi hesar reglur. Ein
góður maður, sum livdi og virk
aði fyri onnur, fyri síni nærmastu,
sínar vinir og fyri sítt land og
fólk, og gav so nógv av sær sjálv
um til alt samfelagið bæði í sín
um vanliga starvi og harafturat
fekk tíð til at virka í politikki til
frama fyri bæði land og komm
unu. Hann minnist eg við størstu
virðing og takksemi, og sendi
bæði frá mær og konuni heilsur
og tankar til tykkara Lydiu,
Hannu og Sigrid og øll tykkara.
Tit hava mist ein góðan mann,
pápa og abba.
Vit lýsa frið yvir minnið um
Eliesar Arge. Má tað liva leingi
millum okkara.
Jógvan Sundstein
Eliesar Arge farin
Hósdagin 13. desember var
almenn
móttøka
hjá
Amnesty International Før
oya deild við Hoydalsvegin
í Havn, í sambandi við at
Elin Mortensen hevur tikið
við
samskiparastarvinum
eftir Margrethu Nónklett,
ið aftaná skjótt trý ár hjá
Amnesty, hevur valt at taka
við nýggjum avbjóðingum.
Elin Mortensen tók við
starvinum
1.
november.
Hon er 27 ára gomul og júst
útbúgvin stjórnmálafrøðing
ur. Hon hevur lisið við
lærda háskúlan í Lund og í
Keypmannahavn, har hon
eisini
hevur
starvast
í
danska Uttanríkismálaráðn
um í lestrartíðini.
Elin samskipari hjá Amnesty
Frá móttøkuni hósdagin, f.v.: Margretha Nónklett, fyrrverandi samskipari, Firouz Gaini,
formaður í Amnesty International Føroya deild, og Elin Mortensen nýggjur samskipari hjá
Amnesty í Føroyum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Seinastu árini hevur Vest
manna kirkja verið fyri
stórari umbygging, og nú
eftir
umbyggingina
er
sjálvt kirkjuskipið vorðið
ljósari og betri egnað til
tiltøk og konsertir.
Síðan umbyggingin var
liðug, hava fleiri konsertir
verið í kirkjuni, har rættu
ligar nógv fólk hava verið
og lurtað.
Nú til jóla er eisini ætl
anin at hava eina konsert.
Tað er sangkórið VOX,
sum kemur at hava eina
jólakonsert
mánadagin
17. desember kl.19.30
Tiltakið er heilt ókeypis
og øll eru vælkomin.
Sangkórið VOX
jólakonsert í
Vestmanna kirkju
Lesið Sosialin - so eru tit við
nøvn