fríggjadagur 14. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti 17
nakrantíð verða rokkið á mál, ella
skal tjóðini verða lív lagað og fólk
skulu halda á at hava hug til at
búgva í hesum avbera vakra og
deiliga landi, - at verja um bæði
mál og mentan.
– Tí verður aldri nóg mikið til av
tilfari á okkara egna máli, løttum
tilfari, gerandistilfari, men eisini
av dýrum gimsteinum og perlum,
ið mugu viðfarast við stórum
ansni.
Látur og grátur
Bókin sjálv Undir egið borð, ið nú
liggur á borðinum við permuprýði,
sum Bárður Jákupsson hevur
gjørt, er ein íslendskur dýrgripur,
eitt stórverk. Kanska eitt av týdn-
ingarmestu verkum, ið komið er
út í Norðurlondum, og hon er farin
víðari um enn flest aðrar bøkur.
Har verður greitt frá íslendskum
bónda, Bjarti í Ljósagerði, ið
setur sær eitt ófrávíkiligt mál,
at verða frælsur maður. Hetta
er søgan um fæloysingin, um
siðsemi og støðufesti, um ein
virðiligan mann, ið verður virdur
og vanvirdur, eitt menniskja, ið
heldur á og leitar. Og kring henda
mannin er náttúran, seyðurin,
fuglurin, fjøllini og himmalin,
húsfólkið og bygdin.
– Her eru nógvar síður og
ymiskar lagnur, heimssøga og
hjartalag, skrivað við so neyvari
hond og so føstum stevi, at verkið
situr eftir inni í tær sum tónaverk
við føstum stevi og fløktum
bygnaði, ein hárfín heild, ið nertur
teg innanífrá, nemur við teg
onkustaðni, har menniskjað er ein
eind, og har eingin kann bera seg
undan. Tú flennir í heilum, og tú
tárar í støðum, sigur Þóra.
– Men kanska er høvuðsper-
sónurin als ikki Bjartur í Ljósa-
gerði, kanska er hann einans
ein pallmynd, ein durahella
ella inngongd til tað, sum
hevur størsta týdning, lítla
Nonna, dreingin við dreyminum,
eygleiðaran, tann sum var og fer,
kemur ikki aftur, men er og verður.
Eftir okkara tykki er tað, ið hvussu
so er, barnið í okkum, ið fær
okkum at fella tár á blaðsíðurnar í
hesi bókini, tár um okkum sjálv og
um tað, sum vit koma frá og eru
á veg til.
Skaldsøgurnar hjá Halldóri Laxness
(1902-1998) hava borið navn hansara
út um heimin, og fýra teirra eru tøkar á
føroyskum. Men eisini í stuttsøgum er
Laxness tikin úr leikum, og stuttsøgur
ganga sum ein gyltur táttur gjøgnum alla
hansara longu høvundarævi við liðina á
skaldsøgunum. Í stuttsøgunum finna vit
aftur ymisk evni, persónsmenskur, umhvørvi,
stíl og frásøguhátt sum í skaldsøgunum.
Onkrar stuttsøgur eru eins og forljóð ella
leiðarmotiv til skaldsøgur, t.d. menniskja- og
umhvørvislýsingin í stuttsøguni “Søga úr
sildini” mótvegis skaldsøguni Salku Valku.
Aðrar stuttsøgur eru eins og verkstøð, har
skaldið roynir nýggjar leiðir í listini. Men um
somu tíð eru tær eisini sjálvstøðugar søgur
við sínum egna virði hvør sær.
“Lilja” og “Søga og sildini”
Føroyingar fingu tíðliga áhuga fyri stutt-
søgunum hjá Laxness: Í 1933, sama ár sum
hon var útkomin á íslendskum, stóð “Lilja”
í Varðanum, týtt hevði Chr. Matras (1900-
88), sum í sama Varða eisini ummælti Salku
Valku frá 1931-32. “Lilja” er um ein gamlan
mann, sum eins og onnur er fluttur úr heim-
bygdini til høvuðsstaðin, har hann doyr,
einsamallur og – at vísa seg - gloymdur.
Í 1950 stóð aftur ein søga eftir Laxness
í Varðanum, týðari var nú Per Mohr (1927-
53) úr Hoyvík. Hetta var “Søga úr sildini”
um ta avgomlu sildagentuna, sum strevar
seg upp úr seingini og oman á sildaplanið
at slagbeita, tá ið sildarokið byrjar aftur,
eftir at sildin hevur svikið í mong ár. Henda
elligamla konan, sum ikki veit um nakað
annað enn at arbeiða, grætur, tá ið sonur
hennara tekur knívin úr hennara slitnu,
viknaðu hondum og sjúgvar hana til hús.
Laxness í Glugganum
Í 1955 fór eitt nýtt, spennandi føroyskt bók-
mentatíðarrit, Gluggin, av bakkastokki, og
straks fyrsta árið varð søgan “Nýggja Ísland”
hjá Laxness prentað har, týðari var Oskar
Hermansson (1920-95). Hetta er søgan um
knæbóndan, sum tekur seg upp úr tryggum
korum, selur jørð sína og heldur vestur um
hav við konu og børnum fyri at nema land,
bróta upp úr nýggjum og “leita eftir nógv
betri framtíð fyri seg og børn síni” burtur
í óbygdum í Kanada. Gluggin hevði aftur
eina stuttsøgu eftir Laxness í 1960, nú í
týðing eftir Ulf Zachariasen (1925-98). Tað
var “Napolion Bonaparti” um tann fátæka
bygdardreingin, sum misti seg sjálvan burtur
í stórverksdreymum og ikki fann seg aftur,
fyrr enn ov seint var. Tann triðja og seinasta
stuttsøgan eftir Laxness í Glugganum
var “Vøluspá á hebraiskum”, 1962, eisini
hesa søguna týddi Per Mohr. Men 1959-60
stóð fyrsti partur av Íslandsklokkuni sum
framhaldssøga í Glugganum, brøðurnir Per
og Janus Mohr høvdu týtt.
Stuttsøgur hjá Laxness á
føroyskum í 1980-árunum
og fram
Nú gingu nógv ár, til fleiri stuttsøgur hjá
Laxness komu á føroyskum. Men í 1988
stóð “Jógvan í Breyðhúsi” í týðing eftir
undirritaðu í bókmentatíðarritinum Brá,
ein vitur søga um fólk, ið hava mist tað tey
hava trúð á í felag men eru ósamd um, hvat
var. Og í 1993, 60 ár eftir at tann fyrsta
stuttsøgan hjá Laxness kom á føroyskum, tók
Varðin tráðin upp aftur og prentaði “Skjólið”,
týðari var Hjalmar P. Petersen, eina søgu
um dagin tá ið tað mundi verið verðsins
endi og um, hvussu ein drongur og hundur
hansara komu ígjøgnum dagin. Síðani hevur
undirritaða týtt tvær aðrar søgur, “Góðu
gentu og Húsið” og “Corda Atlantica.”
Støðugt og vaksandi gildi
Stuttsøgurnar eftir Laxness, sum higartil
eru týddar til føroyskt, eru frá einum 30
ára tíðarskeiði, árunum 1933 til 1964.
Týðingarnar, harafturímóti, eru vorðnar til
ígjøgnum eitt nógv longri tíðarskeið, árini
1933 til 2007, til samans 74 ár.
Tann nýggjasta av teimum fýra føroysku
týðingunum av skaldsøgum hjá Laxness til
er Undir egið borð, sum kom nú í heyst í
týðing eftir Þóru Þóroddsdóttur og Martin
Næs. Hetta er bókin um tað endurtikna
landnám Íslands í túsund ár. Men hon er
eisini bókin um ognarloysingin hvar sum
helst í heiminum, í Føroyum, USA og Kina,
hin æviga nýbrotsmaðurin, menniskjað sum
skapar sær sína tilveru við egnum hondum.
Hvat er ein verð? Hetta er verðin, verðin
er her. Ljósagerði, jørðin hjá mær, tað er
verðin. Og
hóast tú ætlar at svølgja sólina eitt
ørvitisbil, tí tú sært bláan pening úr
’Merika, sum sjálvandi er
falspeningur sum allur stórpeningur, ið
einstaklingurin fær upp í hendur uttan at
hava gjørt
nakað sum helst, so fert tú at ásanna fyrr
ella seinni, at Ljósagerði, tað er verðin,
og tá veit eg, at tú hugsar um tað, eg havi
sagt.
Undir egið borð, bls. 360
Í viðgerðini av skaldsøguni Undir egið
borð tekur Íslensk bókmenntasaga (Mál
og menning 2006) fram røðuna omanfyri.
Høvuðspersónurin, rakbóndin Bjartur
í Ljósagerði, heldur røðuna fyri syni
sínum, sum ætlar at rýma vestur um hav,
til Amerika. Orðini kunnu lesast sum
eyðkennisorð hjá Laxness, tá ið hann
skrivaði Undir egið borð, og tey bergmála
orðini í Salku Valku, at heimurin er júst
her “á Ósoyri.” Halldór Laxness vildi
hava Ljósagerði at rúma øllum heiminum.
Tann stóra søgan um rakbóndan á lítlari
jørð í íslendskari avbygd er eisini um
hvørvisjónina, ástina og sorgina hjá øllum
menniskjum.
Frá tí tjóðarbundna til tað
altjóðaliga
Tað er vert at geva gætur, at tann áhugin,
sum føroyingar fingu fyri Laxness í 1930-
árunum, hevur hildið sær og er vaksin. Men
hetta er einki løgið, tí verk hansara eru
sterkur skaldskapur um menniskju, soleiðis
sum tey eru og liva í umstøðum meinlíkum
okkara, men samstundis eisini um menniskju
allastaðni á jørðini. Í Føroyum eins og í
øðrum londum verður Laxness týddur, útgivin
og útafturgivin. Hví? Tí hesi skaldaverk
goyma virði, sum ikki minkar men veksur, tá
ið av verður tikið.
Laxness í Føroyum
Essay
Turið Sigurðardóttir
veitsla
hjá
nornafaðir
søgur
ungu føroYar
halldór laxness