Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 243 - 14. desember 2007 tíðindi Ummæli Sunneva H. Eysturstein seysturstein@gmail.com Myndir: Ditte M. Joensen Pallurin var myrkur og tómur. Í hátalarunum hoyrdist eitt sveimandi lag. Írskur fólkatónleikur. Eg hugsaði, at hetta mundi fara at verða ein spennandi konsert; ein gevandi framførsla, sum fór at geva mær meira innlit í írsku røturnar. Eg havi ongantíð feilmett nakað so nógv í mínum lívi. Eg møtti upp til konsertina við góðum vónum. Byrjanin við sveimandi írsku fólkatónunum, áðrenn Logan og bólkurin komu á pallin, tóktiskt lovandi, men eftir hetta og líka til endan, var framførslan ein reindyrkað svada av smagleysum úttalilsum og fjollaríi, sum fyri mítt viðkomandi einki hevur við tónleik at gera. Johnny Logan var nógv meira einn stand-up undir- haldari enn ein væl dámdur Eurovision vinnari ella kultfigurur av nøkrum slag. Ein segði í pausuni, at tann spennandi, virðiliga idol- ímyndin, ein hevur haft av honum síðani 80ini, nú var púra broytt. Nú var hann bara ein bygdasligur hugnagubbi, ið royndi at halda fast í einum dreymi, hann langt síðani hevði mist. Eg var samd. Onkur fór avstað tá. Stílforvirringur Eg fangaði ongantíð heildina hjá bólkinum. Har var eingin stílur. Logan var sjálvur stákaður upp í svartan leðurjakka, alt ov strammar klædningsbuksur og somuleiðis ov stramma blusu, ið tilsamans vísti nógv, nógv meira, enn eg vildi síggja. Vinstrumegin pallin var ein ektaður 80ari. Smílandi. Prátingarsamur, men tóktiskt hava sæð betri ár, eins og guitarspælarin, ið stóð í miðjuni. Høgrumegin var ein ógvuliga hugnaligur eldri maður við vesti, brillum og violin í hond. Einastaðni í miðjuni stóð basspælarin og sáð út sum um, at hann ynskti seg av hundan og til langt burtur. Tann eini keyboard- spælarin gjørdi so lítið um seg, at eg mundi ikki lagt merki til hann, hevði tað ikki verið fyri soloini, ið kom móti endanum. Tað merkverdugasta av tí heila var, at afturat hesum seks fullkomiliga ymsu persónunum, vóru tveir ungir, smartir fýrar, ið hvør sær spældu trummir og harmoniku/orgul/synth. Tað var næstan eingin endi á, hvussu frískliga hesir flentu og gjørdu tekin móti hvørjum øðrum og áhoyrarunum. Serliga yngsti bólkalimurin, trummarin, gjørdi alt ov nógv burturúr og tóktiskt mest sum einans at vilja sleikja upp til Logan, sum hoppaði og dansaði beint frammanfyri seg. Samanspælið var ok, men ikki nógv at reypa av. Tó var eg rættiliga hugtikin av eldra manninum handan violinina og unga manninum handan harmonikuna/orgulið/synthin. Hesir vóru báðir dygdartónleikarar, ið borðreiddu við góðum undirspæli og solo’um. Síðan, sum skilir Tá tað er sagt, kemur hin síðan av upplivingini. Tann síðan, sum á ein ella annan hátt skilir, hvat tað er, ið Logan ger, og hví fólki dámar tað. Meginparturin av tí næstan fulla salinum var totalt uppi at koyra. Klappaðu, sungu við og flentu í kíki. Summi seta nevnliga ikki so ógvuslig krøv. Summi vilja hava vælkendar tónar, sum verða spældir uppá siðbundnan maner við gittar-solo á rygginum, Elvis og Eurovision medley’um, (harímillum »Hold me now«),smáfúlum vittigheitum og einum yvirgearaðum frontfiguri. Vit hava bygt eitt vakurt land Tað vóru tó nakrar fáar av viðmerkingnum hjá Logan, sum mær dámdi. M.a tá hann tosaði um síðstu ferð, hann var í Føroyum. Tað eru 19 ár síðani nú. Mangt er hent her síðani tá, og landið hevur útviklað seg nógv. Tær flestu samfelagsligu útviklingarnar eru keðiligar, vildi hann vera við, men vit hava megnað at bygt okkum eitt vakurt og gott land. Tað var bara ov tunt allan vegin ígjøgnum. T.d tá hann hoppaði sprelskur runt og dansaði sum eitt svakt, skuldi Ein long svada av tunnum undirhaldi »Whisky in the Jar«, »Wild Rover«, og Eurovision medley. Jú, mong eru tey, sum elska slagararnar og hugna sær óført, tá svingandi tónarnir runga yvir salin. Men tá hesi annars fangandi fólksligu løgini verða undirdýkt í einkisigandi skemti og klovnadansi, blívur framførslan pínlig og triviel. Tað var júst hetta, sum hendi týskvøldið til konsertina hjá Johnny Logan í Norðurlandahúsinum