fríggjadagur 14. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
18
- Tað var fantastiskt at flyta
hiðani til Keypmannahavnar og
byrja tannlæknalesturin. Og tá eg
hevði fingið prógvið, og familjan
var vorðin ein týðandi partur
av lívinum, hevði eg ikki hug at
vera verandi, sigur Annika Næs
Johannesen, sum síðan flutti
til Grønlands at arbeiða sum
tannlækni, saman við manninum
Dennis, og tvey ára gomlu dóttrini
Katlu.
– Tað var næstan sum at
koma aftur til Tvøroyriat lenda
í Aasiaat, ein býur við 3000
íbúgvum á eini fjarskotnari oyggj.
Har búðu vit í 3 ár, høvdu tað sera
gott og friðarligt. Í Grønlandi er
øll tannviðgerin ókeypis, so eg
hevði onki við pengar at gera.
Direktoratið ber kostnaðin, og
klinikkin hevur eina upphædd
at arbeiða við, eins og aðrir
almennir stovnar. Har vanta
veruliga tannlæknar. Bara 5
grønlendskir tannlæknar vóru
í landinum, um tað mundi, av
einum hópi uppá 30-35. Restin
vóru norðurlendingar.
- Sosialu trupulleikarnir vóru
stórir og sjónligir í hesum lítla
býi. Eitt stórt heim fyri insestoffur
virkaði sum friðskjól hjá børnum,
hagar tey komu at tosa og bara
vera, saman við pedagogum og
øðrum sjálvbodnum vaksnum.
Hetta ávirkaði meg nógv á tann
hátt, at álitið, sum eg vanliga
hevði á onnur menniskju, var
líkasum ikki til. Eg bað t.d.
ongantíð nakran vera barnagenta,
so vit vaksnu kundu fara út
saman. Men dagstovnarnir vóru
sera góðir, nógv samskifti var
millum foreldur og stovn.
- Tað vóru nógv børn, sum
skuldu loftast í sosialu skipanini,
tí teimum vantaði umsorgan
á ein og annan hátt. Hetta var
gjørt við at samanseta ein bólk
av sosialráðgeva, pedagogi,
lækna, tannlækna, løgreglu,
lærara, ja, fólki, sum á ymiskan
hátt høvdu kontakt við barnið
í dagligdegnum. Tey tosaðu
sínámillum um, hvussu hjálpast
kundi, og eg hevði varhugan
av, at skjótt varð borið at, tá
trupulleikar vóru. Ein góð skipan,
sum vit eisini kundu havt her
heima.
- Fólk vóru fitt, men tú kom
ikki so lætt inn á lívið hjá
teimum. Tey høvdu brúk fyri
mínari kompetensu, men ikki
so nógv menniskjanum. Sjálvt
næstu grannarnir vistu ongantíð,
hvussu eg æt. Tjóðskaparkenslan
í hesum partinum av landinum
var stór, og nógv noktaðu at
tosa annað enn grønlendskt, so
viðgerðin fór fram við tulki. Hetta
lætti ikki beinleiðis um samskifti,
og tað sindri av grønlendskum
eg fekk sagt aftaná 3 ár, kom eg
ikki langt við. Betur gekk tó við
at skilja! Men lukkutíð, so vísa
grønlendarir nógv kenslur, bæði
tá tey eru kedd og glað. Gjørdi eg
okkurt býtt, so flentu tey í kíki, og
tá tey vóru bangin, ja, so grótu
tey. Onki við at krógva nakað,
sigur Annika Næs Johanensen.
Góða samrøðan
Júst álit og samrøðan millum
okkum menniskju eru dygdir, sum
hava stóran týdning fyri Anniku. Í
2002 flutti familjan, sum nú taldi
fýra við eitt ára gamla Hugin, til
Tvøroyri. Her hava menniskju sum
heild álit á hvør øðrum, og børnini
hava álit á teimum vaksnu, uttan
at vit tó nýtast vera naiv, heldur
Annika.
– Hví tað gjørdist Suðuroyggin
aftur, er ein blandingur av
mongum. Tvøroyri hevði verið
uttan tannlækna í 2 ár, so her
føldi eg, at eg gjørdi mun. Eg fekk
eina góða avtalu við kommununa
um, at tey fíggjaðu ístandgerð
av gomlu tannlæknahølunum,
meðan eg sjálv keypti inventar.
Og so dámar mær væl, at alt
Børnini skulu
mennast til
at velja
- Vit skulu ansað væl eftir okkara lítla samfelag. Eg vil ikki
uppliva, at míni børn koma í ta støðu, ikki at hætta sær at fara
nakrastaðni, tí tey hava gingið í einum vánaligum skúla, sum
ikki hevur ment tey, sum hann átti, sigur Annika Næs
Johannesen, sum í 2002 flutti aftur til Tvøroyrar at búgva og
virka sum tannlækni
Samrøða
Anna
Mortensen
Kvinnur í Suðuroy
Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum,
er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks
kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin
og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men
nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini
møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión
og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna
B Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols
Mortensen, Aggi Ásgeirsdóttir og Kirsten Strøm Bech.
Hetta er triði partur.
Anna Mortensen