Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 14. desember 2007 19 tíðindi hann hvørja ferð tvætla við, at »eg eri blivin ov gamal«. Antin við at taka um lendarnar og halta avstað ella við at siga tað hart út. Hann segði tað, fleiri ferðir enntá, og eg bara irriteraðist inn á hann. Hann burdi hildið seg til eitt. Antin at veri eldri, at uppført seg eftir sínum alduri, ella verið tann sprelski persónurin allan vegin ígjøgnum. Blandingin av hesum báðum, fekk meg bara at síggja hann sum ein George Michael wannabe, ið vil nakað, men ikki er tryggur í sær sjálvum. »Hold me now« í disko! Ein onnur løta, ið mær dámdi væl, var síðsta lagið, teir spældu. Tað var nevniliga ein ultra funky disco-útgáva av »Hold me now«, ið eg iki havi hoyrt fyrr. Tá sá eg kultfigurin, sum eg hevði saknað ígjøgnum framførsluna, og helt í grundini, at eg kundi brúka hendan endan til at gera mítt inntrykk meira positivt. Men. Tá sangurin var liðugur, klappaðu fólk somikið nógv, at Logan beinanvegin avgjørdi at spæla eitt lag afturat. Og alt varð oyðilagt, tá teir framførdu eitt langt, typiskt, null-uppá-hjartað lag av solo’um. Reyp omaná reyp og einki innihald. Úrslitið var, at eg fór avstað uttan nakað sum helst. Kundi bara flenna at, hvussu vánaligt kvøldið hevði verið. Sum sagt dugi eg at síggja, hvat Logan ger, og hví fólki dámar tað. Tað er stuttleikin í at kunna syngja við til vælkend løg, spenningurin í at hoyra frek úttalilsir, hugnin í at vera saman um hetta, halda í arm og vagga. Uppá tann mátan gjørdi Logan tað væl. Eg havi t.d ongantíð hoyrt ein áhoyraraskara flent so nógv undir einari framførslu, men hetta sigur mær bara, at hann er ein undirhaldari. Ein orkuríkur og spontanur undirhaldari, ið slett og aldeilis ikki er min te-koppur, og sum eg ikki kann hava virðing fyri tónleikaliga sæð. Alt í alt var tað ein stórur tummil niðureftir, ið tó hevur lært meg og prógvað enn betur fyri mær, at Eurovision er tunt undirhald, ið eg ongantíð fari at dáma. Írski sangarin, Johnny Logan, er tann einasti, ið hevur vunnið altjóða Grand Prix meiri enn einaferð. Í 1980 og 1987 sum sangari, og í 1992 sum sangskrivari hjá Linda Martin. Kanska skuldi Johnny Logan hildið seg til bleytan popp, tí sum írskur fólkasangari er hann eitt flopp, heldur ummælarin