fríggjadagur 14. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti 19
koyrur í lægri geari her suðuri,
tí eg virði tað at hava stundir at
tosa og tvætla við kundarnar. Eg
flenni nógv, men taki eisini tað
álvarsliga. Havi stundir at fylgja
við og kenna eftir, at alt nú er í
lagi. Og eg havi stundir til míni
medmenniskju, til mín sjálvan,
stundir til at ganga í fjøllunum, og
ikki bara hyggja at teimum ella
kanska slett ikki síggja tey.
- Katla er nú 10 ár, og hon
hevur gingið í øllum fjøllunum
kring býin. Og við Hugin, sum er
6 ár, kanst tú koyra og ganga til
ævintýrakend støð, og bara vera
5 minuttir frá húsum. Tí er so
deiligt at vera her, sigur Annika.
Skúlin skal vera
góður
- Men vit skulu ansað væl eftir
okkara lítla samfelag. Í Grønlandi
sá eg, hvussu skjótt alt endar
í einum ruðuleika, um eitt nú
skúlin ikki virkar. Í Aasiaat var
studentarskúli, men tað var
striltið at fáa tey ungu at fullføra
skúlagongdina og motivera tey
til víðari lesnað. Tey, sum fóru
av landinum til víðari lesnað,
longdust illa heim, og fleiri komu
heimaftur. Foreldrini vóru sjáldan
til nakra hjálp, tí tey longdust
eisini, og grótu í telefonini eftir
børnunum.
- Vit tosa nógv um okkara
skúla, og um vit eru á veg hagar,
at skúlaverkið ikki virkar nóg væl,
so speglar tað seg beinanvegin
aftur í restini av samfelagnum.
Tí er tað so umráðandi, at vit
hava góð ansingarpláss og góðir
pedagogar, sum kunnu stimulera
børnini til at fara í skúla, ein
góðan skúla, har lærarnir eru
up to date, heldur Annika Næs
Johannesen.
- Tað merkir eisini, at
endurútbúgving, bæði av lærarum
og pedagogum, má vera eitt krav.
Um børnini sleppa at vera her
sum longst, fáa tey nógvar dygdir,
at liva víðari uppá, og standa seg
væl, tá tey fara hagani. Men tað
merkir so eisini, at tíðin her skal
vera ein góð útbúgving, bæði tá
tey eru í skúla og hava frí. Tað
skapar sjálvsvirðing.
- Eg eri glað fyri, at vit hava
ein fínan musikkskúla, og í
næstu framtíð hava vit eisini eitt
ungdómshús. Børnini kunnu íðkað
ítrótt, men eg harmist um, at eitt
so gott tiltak sum Spírarnar ikki
er fyri alla oynna, men bert í Vági.
Og so hava vit onki nútímans
bókasavn, tað sakni eg nógv, og
haldi tað vera undir alt lágmark.
Eisini kundu vit gjørt býin meiri
barnavinarligan. Vit
Í Froðba hava Annika og
Dennis eini hús í gerð.
Allastaðni upplivir tú
eitt hugtakandi spæl
við ljósi, sum kemur
inn í rúmið úr ymiskum
vinklum. Og útsýnið er
fantastiskt.
➘