fríggjadagur 14. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 243 - 14. desember 2007
Hugleiðing:
Kinna Poulsen
Myndir: Ditte M. Joensen
Omanfyristandandi orðing kundi
í sínum góðvarni mint um ein
klombrutan gajolpakkasetning,
men er í grundini ein púra erligur
tanki, sum stakk seg upp í
mínum langhærda hopphøvdi á
dansigólvinum eitt leygarkvøld
herfyri í Cippo í Havn. Hetta var
eitt av teimum ársins leygar
kvøldum, tá Cippo umbroytist til
teknoundirgrund við snilda
navninum Undirbeat. Undirritaða
hevur annars ongantíð slitið
diskoteksgólvini; havi satt at siga
næstan ikki verið í diskotek síðan
áðrenn George Michael kom út
úr skápinum. So tað er ikki at
gera ov nógv av at siga, at langt
er í millum teknoroyndirnar. Men
í einari teknoveitslu, sum var
hildin í einum bumbuskýli í
Keypmannhavn miðskeiðis í
90´unum, hepnaðist mann saman
við vinkonuni at vera einastu
persónar til staðar við bláum
víntonnum og einum pinkalítlum
virusi á balansuni. Hini veitslu
fólkini høvdu øll kritahvítar tenn,
tey drukku litrar av miniralvatni
og tanlaðu grøn súrepli, meðan
tey dansaðu uttan skinkl í tímar
og samdøgur við (vísti tað seg)
góðari styrkveiting frá smáum,
bláum tablettum.
Maggi Lego
Í mun til omanfyrinevndu
teknoveitslu, tóktist góða lagið
hetta kvøldið í Undirbeat ikki
kemiskt treytað. Tað snúi seg
allarmest um tónleik og eldhug
að, rútmufegin fólk, sum eina
løtu nýttu høvið at liva sínar
dreymar út í teknotónleiki og
fantastiskum dressum. Skýmliga
hølið var skrýtt, ella pimpað upp,
sum tað vistnokk eitur á modern
aðum føroyskum og myndar
saman við tónleikinum eitt
øðrvísi umhvørvi, ið tykist
heldur enn ikki stórbýarsligt.
Omanfyrinevnda leygarkvøld var
tað umframt tann føroyska
Spencer Jones, sum hitaði upp,
ein íslendskur plátuvendari, sum
stóð fyri tónleikinum í Undir
beat. Hann sigst vera faðir at
íslendska DJ pallinum og sum
hann stóð har, berskallutur
og ovursvinnur kundi
hann gott minnt um ein
uppafturgravaðan 80´ara
plátuvendara, sum vit
minnast teir frá
“Queen”, “Kvøldlot”,
Dallas” osfr. sæð burtur
frá tónleikinum, altso,
sum var alt annað enn
dustmikil, og so litinum á
yvirskegginum, sum var
grefliga ljósareyður.
Maggi Lego, sum hesin
undrunarverdi
plátuvendarin merkiliga
vælhóskandi æt, gjørdi sítt
arbeiði til lítar og spældi
og mixaði áhaldandi,
elektroniskan tónleik fyri
allar pengarnar, uttan
nakrantíð at lata við seg
koma, eisini uttan mun til
øsingina á dansigólvinum.
Einstáttað býarlív
Hóast tað allarmesta
veruliga gerst betri við tíðini
og eitt nú nógv fleiri caféir
og skeinkistøð eru í dag í mun til
fyrr, so er menningin ikki serliga
ítøkilig, tá hugsað verður um
býarlívið í Havn. Tónleikurin, ið
verður spældur, tykist rættiliga
einstáttaður, antin tað snýr seg
um fløgurnar, ið verða spældar
ella livetónleikin, har tey
framførandi helst royna at liva
upp til tær vónir, sum tey halda
áhoyrararnar hava. Tessvegna
verða vit onnur tvingsilsinnløgd
til standardiseraðar, meir og
minni írskar trubadurar, hvørs
“No, no never again, will I PLAY
the Wild Rover” doyvir alla
hugsan um samrøðu, ella til líka
so útvatnaðir “suppusteik og ís
tónleikabólkar”, ið framføra
kátar “Skútur brátt stevna av
firði út”popporiir, sum fáa meg
og onnur við at skymast desperat
eftir onkrum stórum og tungum
at smekka høvdið í (tá tað nú
ikki skal brúkast til nakað
allíkavæl). Tað snýr seg óivað um
at royna at tekkjast okkum
áskoðarum, men máti skal
vera við fantasiloysi og tí er tað
fyri neyðini, at onkur ger okkurt,
sum er eitt sindur øðrvísi.
Framasøkið Undirbeat
Tessvegna kann mann heldur ikki
annað enn vera samdur við
fólkunum aftan fyri hetta nýggja
Tórshavnar teknotempul, tá tey í
grein í Vikublaðnum m.a. siga:
“Vónandi fara enn fleiri støð at
poppa upp í Havn, ið venda sær
til enn fleiri ymiskar málbólkar...
rokkarar, punkarar, hippiarar... Á
henda hátt kunnu vit lyfta
Føroyar og føroyska mentan á
eitt enn hægri støði!”. Sum
skilst, er ambitiónsstøðið
himmalhøgt hjá Undirbeat, sum
eisini eyðýniliga hevur sín
uppruna í G! Undirbeat er eitt
framtak millum føroyskar DJ´ar,
sum Sunneva H. Eysturstein,
Knút H. Eysturstein og Høgni
Egholm Magnussen standa fyri.
Átakið er grundað á teirra egna
áhuga og á tað, tey meta vera ein
vaksandi ans fyri alternativum,
elektroniskum tónleiki her á
landi. Tey vilja hava gongd á
eina føroyska DJ mentan og
skapa ein pall fyri teimum, sum
sjálvi gera elektroniskan tónleik
í Føroyum. Ætlanin er at fáa
fleiri útlendskar plátuvendarar
hendavegin: “Yvirhøvur er hetta
bara byrjanin. Vit ynskja, at
Undirbeat skal, og meta, at
Undirbeat fer at gerast ein
ógvuliga týðandi partur innan
føroyska mentan, har dentur
verður lagdur á fríheitina at
úttrykkja seg innan tónleik,
rørslu, stíl og móta tó við einari
ávísari kritiskari linju, sum altíð
peikar í tann elektroniska
rætningin.”. Nú kann tað væl
vera, at undirritaða ikki er tann
stóri teknodansarin – tað kenst
eitt sindur nakið at trína dansi
gólvið uttan
luftgittara og mikrofon av sama
luftiga slagi. Allíkavæl var hetta
ein so vælsignað øðrvísi
uppliving, at eg fegin vitji aftur í
Undirbeat, um ikki annað, so fyri
at fegnast um, at tað alsamt gerst
fjølbroyttari og harvið kanska
eisini rúmligari í Føroyum at
búgva. Jólamánaðan er øgiligt
virksemi í Undirbeat, sum
tessvegna er opið 15., 22., 26.
og 31. desember.
(sí annars myspace).
Vit hava í okkara avmarkaða landi
tørv á øllum, sum loyvir tí, sum
er øðrvísi at traðka fram!
Myndir frá teknotiltakinum »Undirbeat«