fríggjadagur 14. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
20
grenja um, at børnini ikki røra
seg, vit kundu gjørt eina gongu-
og súkklubreyt á ovara vegi, nokta
fyri parkeraðum bilum, í staðin
fyri sum nú, at vit taka synd í
teimum sum súkkla í ferðsluni.
Og kosturin. Eg sakni at børnini
kunnu koma eitt stað uttanfyri
heimið, har tey læra um góðsku,
at alt ikki er junk og sodavatn.
Tað hevði verið upplagt, at t.d.
kantinan í Trongisvági borðreiddi
við sunnum kosti til børnini á
døgurða, sum foreldrini goldu.
- Tá tíðin so einaferð kemur,
er gott hjá børnunum at fara
avstað hiðani, men líkamikið
hvat tey ætlað, er avgerandi,
at tey hava valið. Eg vil ikki
uppliva, at míni børn koma í ta
støðu, ikki at hætta sær at fara
nakrastaðni, tí tey hava gingið í
einum vánaligum skúla, sum ikki
hevur ment tey, sum hann átti.
Tað er ræðuligt. Og tí er tað so
týdningarmikið, at politikarnir
taka skúlaviðurskiftini í álvara, og
megna núverandi persónar ikki
at broyta nakað, skulu nýggjar
kreftir til, ein ávís útskifting er
neyðug.
- Vit sum foreldur vilja eisini
vita eitt sindur um politiskar
ætlanir og framtíðarútlit, kanska
ein evaluering á miðjari leið hevði
verið góð. Tí børnini eru okkara
gimsteinar, okkara komfort. Og er
tilveran her ikki nóg góð, ja, so
flyta vit. Tað er tað fantastiska
við at hava eina høga útbúgving.
Tú hevur altíð valið. Men hava
vit eina skipan, har øll hesi
liðini virka, so fáa vit eisini fleiri
vælútbúgvin fólk at seta búgv her.
Harnæst má kommunan slóða
soleiðis fyri, at tey, sum ætla sær
hendavegin, kunnu keypa tær eitt
byggibúgvi stykkið at byggja eini
hús á, tí soleiðis er tað ikki í dag.
Eins og ein
hjúnarskilnaður
- Suðuroyggin virkar í dag sum
ein hjúnarskilnaður, har tað er
tvífalt av øllum. Eg vóni, at vit
skjótt ásanna, at alt virkar nógv
betur, um vit er saman. Innan
vinnulívið er nógv spjaðing, og
orkan minkar, tá ein stendur
einsamallur. Betri samskifti kann
fáa oynna samlaða.
- Og vóru vit ein kommuna, var
líkamikið, hvar skattapeningurin
kom, so hevði tú sum tilflytari
møguleikan at valt tær bústað
einastaðni, og havt arbeiði
aðrastaðni, eitt nú, um tú kendi
onkran í Sandvík, sum átti eini
hús sum stóðu tóm, ella tú bara
hevði hug at búgva har, og t.d.
arbeitt á Tvøroyri. So var heldur
ongin klandur um, hvar fólkini við
útbúgving skuldu vera, sum vit so
ofta síggja. Tá høvdu øll virkað í
eini kommunu.
- Vinnan skuldi havt ein
leiðara, sum sá alt frá einum
heildarsjónarmiði. Vit skuldu
fingið eitt høvd ella ein bólk at
kanna hvat var best at satsa
uppá, KT ella gransking. Ber tað
fysiskt til at hava gransking her
suðuri, fer tað at kasta pengar
av sær, hava vit fólk? Skuldu
vit lagt okkum eftir at fingið
nýggir almennir stovnar suður,
fleiri skúlar/útbúgvingar? Og
hvat við tempoinum, vit hava
jú fleiri minuttir í døgninum
enn aðrastaðni, sigur Annika
og flennur, kanska kunnu vit
vinna við tí, at vit hava pláss til
ferðavinnuna, til skeiðvirksemi,
at vera ein rekreatiónsoyggj. Vit
mugu hava fleiri bóltar í luftini.
Og vit mugu hava útbúgvið fólk at
gera neyðugu kanningarnar.
Tá vit at enda tosa um
mentunarlívið her suðuri, sær
Annika góðar møguleikar fyri
framman.
– Hóast núverandi karmar eru
smáir, hava vit nógv at bjóða,
tí fólk eru blíð og frí og ikki so
smæðin. Eg havi havt fleiri góðar
tónleikaupplivingar her suðuri,
og av og á eru onnur góð tiltøk
eisini. Eitt gott mentunarlív nýtist
ikki at vera hópin av tiltøkum.Tó
sakni eg eitt sjónleikarafelag í
oynni.
Og aftaná samrøðuna fara
vit ein túr til Froðbiar, elsta
bústaðarøkið í Suðuroynni, har
Dennis er í holtur við at byggja
teimum húsini, ein byggi- og
handverkslistarlig perla, í
modernaðum stíli, við útsýni yvir
øll hini húsini Undir Skorum, og
væl afturat.
- Suðuroyggin virkar í dag sum ein
hjúnarskilnaður, har tað er tvífalt av
øllum. Eg vóni, at vit skjótt ásanna,
at alt virkar nógv betur, um vit er
saman. Innan vinnulívið er nógv
spjaðing, og orkan minkar, tá ein
stendur einsamallur. Betri samskifti
kann fáa oynna samlaða, sigur
Annika Næs Johannesen
Hóast Annika
er sera
skemtingarsom,
er tað í ramasta
álvara, at hon
setur sær
luppbrillurnar á
nøsina