Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 244 - 17. desember 2007 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Vit byrja at nærkast endanum av Íløguspælinum. Bert 25 dagar eru eftir, og tað er ikki lang tíð, tá tað kemur til íløgur. Nærliggjandi er at halda, at tey sum liggja niðarlaga í spælinum ikki tíma at leika so nógv í longur. Nógv skal til hjá einum miðlingaspælara fyri at taka seg inn á nummar eitt ”navijoe”, sum hevur forrentað sína byrjunarupphædd við 221 prosentum. Hann er heili 157 prosentstig frammanfyri nummar tvey, ið hevur rentað sína upphædd við 63 prosentum. Síðani eru 10 stig niður til summar trý, ið hevur 53 prosent. Men Jákup Petur Bærentsen, íløgurøktari hjá Kaupthing, hevur framvegis somu gyltu ráð til luttakararnar, sum hann hevði, tá spælið byrjaði tann 24. september. - Spælið høgt spæl, satsið alt upp á eitt ella nøkur heilt fá partabrøv, ljóða ráðini. Orsøkin er eisini tann sama, sum tann 24. september, nevniliga at hetta er eitt spæl, har tað ræður um at taka kjansir. Tann sum tekur stórar kjansir kann vera heppin og fáa ’jackpot’, men so sanniliga eisini óheppin og spæla sær av við stóran part av íløguni. Tað er nevniliga grundin til, at hesin taktikkur ikki verður tilráddur í veruligum íløgum. Fyri at gera sær vónir um ein góðan endaspurt við Íløguspælinum ræður um at satsa upp á tey stóru kurssveiggini, sum teir smáu handlarnir gera. Og Jákup Petur mælir til at hyggja eftir teimum partbrøvum, sum hava sveiggjað nógv higartil – til dømis Vestas – tí roknast kann við, at tey fara at blíva við at sveiggja, tað sum eftir er av árinum. Desember ofta deydligur Nú desember mánaður er meiri enn hálvrunnin, og bert ein vika er eftir til jóla, eru fólk flest upptikin av jólagávum, jólamati og jólastákan. Men hetta er fyri so vítt ikki orsøkin til, at desember mánaður ofta er deydligur, tá tað kemur til partabrævahandil. Vanliga verða lutfalsliga fáir stórir handlar avgreiddir í desember, meðan tað eru teir smáu handlarnir, sum flyta kursirnar upp og niður. Jákup Petur Bærentsen greiðir soleiðis frá: - Íløgurøktarar, sum vanliga standa fyri teimum stóru handlunum, eru ofta varnir í desember, nú teljast skal saman fyri alt árið. Íløgurøktarin velur helst at halda aftur hjá teimum viðskiftafólkum, sum hava fingið væl burtur úr, tí tað hevur týdning at kunna vísa á góð úrslit. Hann letur kanska eisini fara aftur við borðinum hjá teimum, sum tað hevur hilnast minni væl hjá, tí so stutt tíð er eftir at broyta upp á tað allíkavæl. Smáir íleggjarar, sum keypa fyri smaár upphæddir, hava ikki eins stóra ávirkan á kursirnar sum stórir íleggjarar og íløgurøktarar hava. Sjálvandi kunnu smáar upphæddir skapa kurssveiggj, men av tí at talan er um smáar handilsdýbdir, eru hesi kurssveiggini ikki so umboðandi fyri ”veruliga” marknaðarkursin. Men alt er relativt, segði ein kendur Einstein, og er talan um stórar multinationalar fyritøkur, so eru smáir handlar kanska ikki so smáir kortini fyri ein privatan íleggjara. Herja á aftur í februar Tá tað nú vísir seg, at desember mánaður er heldur lakur, verður so herjað á aftur at handla partabrøv í januar? - Ja, so er ofta. Tá gamla árið er lagt afturum so verður byrjað av nýggjum, og tá skulu bæði teir íleggjarar, sum høvdu eitt gott ár frammanundan og teir, sum høvdu eitt minni gott ár, royna seg av nýggjum. Tí uppliva vit ein tendens til, at partabrævahandlarnir taka dik á seg aftur, tá komið er inn í nýggja árið, sigur Jákup Petur Bærentsen. Skal hann geva eitt boð upp á framtíðina, so væntar Jákup Petur, at tann laka støðan á parta- brævamarknaðunum seinastu umleið 6 vikurnar fer at standa við møguliga inn í februar mánað, tá ársroknskapirnir hjá skrásettu fyritøkunum eru lagdir fram. Eftir hetta “kann alt henda”, sum hann tekur til, men enn er ov tíðliga at siga, hvørjar ábendingar ársroknskapirnir fara at geva. Væntandi er, at tað við ársroknskapunum fer at fáast greiða yvir ta nógv umtalaðu subprime kreppuna í fíggjarvinnuni. Tað verður sjáldan keypt stórt inn til jólar – av partabrøvum altso. Tí eru tað mest smáir handlar, ið skapa nógv kurssveiggj, ið kunnu væntast í jólamánaðinum. Tey størru og meiri varandi armsveiggini kunnu væntast aftur í komandi ári. Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Besti spælarin í viku 50: almabama Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr. 227.022,05 (+42,86%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Kaupthing Bank 3,300 3,000 2,700 2,400 2,100 1,800 1,500 11/12 12/12 15/12 16/12 17/12 13/12 14/12 Gongdin hjá topp 3 (vika 50) Raggyboy navijoe TNT www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 12. vika Íleggjarar gera smá armsveiggj í desember sansir.fo Topp 10 (17. des. 2007 kl. 11.31) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 3.150.185,18 kr. 0,00 kr. 3.150.185,18 kr. +215,02 % TNT 1.630.231,20 kr. 0,00 kr. 1.630.231,20 kr. +63,02 % Raggyboy 2,84 kr. 1.519.715,07 kr. 1.519.717,92 kr. +51,97 % Mazda323 712.228,50 kr. 795.738,54 kr. 1.507.967,05 kr. +50,80 % hps 16.001,00 kr. 1.470.247,04 kr. 1.486.248,04 kr. +48,62 % Stavnur 459,07 kr. 1.478.078,00 kr. 1.478.537,07 kr. +47,85 % hanna21 134.664,07 kr. 1.338.732,50 kr. 1.473.396,57 kr. +47,34 % MMilogur 570,00 kr. 1.466.300,00 kr. 1.466.870,00 kr. +46,69 % Ranir 95.911,07 kr. 1.350.000,00 kr. 1.445.911,07 kr. +44,59 % winnie 3.271,07 kr. 1.438.866,00 kr. 1.442.137,07 kr. +44,21 % lýsingar