mánadagur 17. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 244 - 17. desember 2007
Kent navn á jólakonsert
Í kvøld kemur heimskendi gospelsangarin Ron Kenoly við fylgi til
Føroyar. Ron Kenoly fer saman við United Voices, sum í ár er 10 ár,
at hava eina stórfingna jólakonsert í Kelduni í Skálafirði miku
kvøldið. Saman við sær hevur Ron Kenoly 7 dansarar og 6 solistar,
ið skulu spæla og syngja. United Voices hevur saman við føroyskum
spælarum og nøkrum sangarum úr gospelkórinum Vox vant í alt
heyst til jólakonsertina. Keldan, sum er eitt av bestu konserthølunum
í Føroyum, verður karmur um jólakonsertina. Fólk úr Kelduni hava
jólaskrýtt salin, og pallurin er eisini útbygdur til konsertina, so millum
60 og 70 fólk kunnu vera á pallinum. Hans Poulsen, sum millum annað hevur framleitt fløgurnar hjá SALT, skal miksa, og
Gunnar Guttesen verður kapelmeistari. Sigrid Rasmussen er kórleiðari, og Eirikur Skála skipar fyri blásarunum.
Eysturbúgvin 60 tons
Í dag er Eysturbúgvin komin á Sand at landa til
Sandoy Seafood. Sambært heimasíðuni bkv.fo hevur
hann eini 60 tons av upsa. Skipari er Jákup Andr.
Thomsen. Annars var Columbus á Sandi
fríggjadagin, meðan hini bæði skipini, Vesturbúgvin
og Eysturbúgvin landaðu 102 tons á Tvøroyri
mikudagin.
Viðskiftafólkini hjá
Formula.fo fáa ongar
jólaheilsanir ella
gávur í ár. Peningurin
verður ístaðin latin
tveimum vælgerandi
endamálum í Før
oyum. – Á henda hátt
verða øll glað, sigur
Marit Holm Petersen
frá Formula.fo
Jólatíð
Orð & mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Hvørt ár fáa tey í
fyritøkuni ein hóp av jóla
kortum og gávum frá við
skiftafólki og sambondum
sínum. Og tey hava sjálvi
gjørt tað sama. Inntil í ár.
Vit hava hesa ferð tikið
avgerð um at gera tað øðr
vísi, sigur Marit Holm Pet
ersen frá Formula.fo.
Fyritøkan hevur ístaðin
avgjørt at lata 50.000 krón
ur til vælgerandi endamál
25.000 krónur í part til fel
agsskapirnar
KRIS
og
Barnabata.
Fyrri
felagsskapurin
arbeiðir við at upplýsa,
fyribyrgja og vegleiða um
kynsliga misnýtslu, meðan
hin hevur stovnað eina ráð
geving fyri ung við heitinum
“Tú og eg”.
Starvsfólkini eru sera
fegin um henda møguleikan
at hjálpa øðrum, og tað eru
felagsskapirnir uttan iva
eisini, sigur Marit.
Hon leggur dent á, at tey
hava als einki ímóti at geva
og fáa jólaheilsanir. Men í
mangar mátar kundi pen
ingurin farið so nógvar
ferðir betri:
Í roynd og veru merkja
starvsfólk okkara ikki ser
liga nógv til øll hesi jóla
kortini sum vit fáa. Og aft
aná jól hava vit ikki annað
at gera enn at koyra øll hesi
jólakortini í skrell, sigur
Marit við einum brosi.
Gleði
Marit Holm Petersen er
sannførd um, at peningurin
fer til tvey endamál sum
gera eitt gott arbeiði.
Felagsskapurin KRIS
hevur verið nógv frammi í
seinastuni, og vit í fyri
tøkuni fegnast eisini um at
kunna hjálpa ráðgevingini
hjá børnunum, sigur hon.
Longu í fjør tosaðu tey í
Formula.fo um jólakort og
jólagávur, og í ár gjørdist
so hugskotið veruleiki.
Vónir teirra eru nú, at
onnur fara at taka eftir teim
um og hugsanini um, at pen
ingurin til hetta kann brúk
ast skilabetri.
Tað hevði verið stuttligt
um aðrar fyritøkur fóru at
gera tað sama sum vit. So
hevði tað verið til gleði,
bæði hjá gevara og móttak
ara, slær hon fast.
Gumma í Serbia
Tað er kortini ikki bert hes
in stuðulin á jólum ár, sum
hevur víst, at Formula.fo
ynskir at stuðla vælgerandi
endamálum.
Á sumri í 2005 vóru
umboð fyri Reyða Kross í
Serbia í Føroyum, og her
kom samstarv í lag millum
føroysku deildina av felags
skapinum og Formula.fo.
Úrslitið av hesum førdi
til, at umboð fyri Formula.
fo og Reyða Kross vóru í
Serbia á heyst hetta árið.
Her vitjaðu tey millum ann
að á einum barnagarði fyri
sigoynarar.
Føroyska fyritøkan er eitt
slag av verja fyri henda
barnagarðin, og ikki óvæn
tað er Marit Holm Petersen
kosin gumma hjá hesum
børnunum.
Ongi jólakort í ár
Marit Holm Petersen er gumma hjá einum
barnagarði fyri sigoynarar í Serbia. Á heysti 2005
vitjaði hon í barnagarðinum. – Vit vildu fegin
hjálpt teimum enn meiri, sigur hon
Formula.fo
er heildarveitari av kunningartøkni til fyritøkur og
stovnar í Føroyum. Fyritøkan varð stovnað í 1986 og
her arbeiða 65 fólk.
Heimasíða www.formula.fo
KRIS
hevur til endamál at upplýsa um støddina á trupul
leikanum og vísa á teir møguleikar, sum ein misnýttur
hevur fyri at fáa vegleiðing og hjálp; at upplýsa og
fyribyrgja kynsligum ágangi, og at vegleiða og hjálpa
teimum, ið hava verið úti fyri slíkum ágangi, næstr
ingum og børnum teirra. Endamálið er eisini at gera
tey før fyri at liva eitt lív við vón og framtíð.
Heimasíða www.kris.fo
Tú og eg-ráðgevingin
er ætlað øllum børnum og ungum, sum hava trupul
leikar av ymiskum slagi. Ikki er neyðugt at siga hvør
ein er, tá ein ringir inn til teir vaksnu ráðgevararnar
hjá Barnabata. Opið er mánadag og hósdag millum
kl. 14 og 18 á tlf. 807010.
Heimasíða www.eg.fo
FAKTA
At fyritøkur lata jólagávur
til vælgerandi endamál er
ikki ókent í Danmark. Har
hevur tað vundið rættiliga
uppá seg tey seinnu árini,
og fer helst at verða so í
Føroyum eisini.
Undan jólum í fjør varð
danska Krabbameinsfelag
ið og Læknar uttan landa
mørk vælsignaði við í stór
um tali av gávum hjá vinnu
lívi og fyritøkum, meðan
Mødrehjælpen fekk rætti
liga stórar upphæddir sum
jólagávur.
Árið í fjør royndist sera
gott. Vit hava vanliga fing
ið einar 10 gávur, men
fingu nú 50 gávur. Onkur
upphæddin var uppá 5000
krónur, meðan tann størsta
var heili 300.000 krónur,
segði stjórin í Mødrehjælp
en, Mads Roke Clausen
við Danska útvarpið á jól
um í fjør.
Fyritøkan NCC valdi um
aldaskiftið at gevast við
jólagávum til viðskiftafólk
ini og handilsligu sambond
ini, og heldur stuðla human
iterum endamálum. Í fjør
stuðlaði NCC soleiðis eini
heilsumiðstøð í afrikanska
landinum Togo og Læknum
uttan landamørk.
Ringt at rokna út
Sambært stjóranum í NCC
Property
Developement,
Nikolaj Hertel var stuðulin
íalt 250.000 krónur, sum
svaraði til útreiðslurnar av
jólagávunum.
Hinvegin kann ein ikki
beinleiðis rokna seg fram
til upphæddina: Eitt er at
keypa lutirnar, og eitt ann
að
tað
administrativa
arbeiðið at pakka gávurnar
og senda tær út.
Men íalt svara hesar
250.000 krónurnar nøku
lunda til tær útreiðslurnar,
sum vit høvdu havt, um vit
settu okkum niður at rokna
tað út, sigur Nikolaj Her
tel.
Hann er fegin um at
kunna veita felagsskapun
um eina slíka gávu. Tí,
sum hann sigur; Hetta
loysir í roynd og veru ein
praktiskan trupulleika.
Tað er altíð eitt tjakevni
hvørt ár, hvør skal hava
jólagávur, hvussu leingi
ein skal halda fram við at
geva gávur til einstaklingar,
og hvør ið ikki skal hava.
Fyri at sleppa undan hesum
tjakinum – og kanska ein
um hópi av skuffaðum fólk
um, sum onga gávu fingu
– valdu vit hesa loysnina,
sigur hann við danska
útvarpið.
Vinnulívið stuðlar góðum endamálum
”
Tað hevði verið stuttligt um
aðrar fyritøkur fóru at gera
tað sama sum vit. So hevði
tað verið til gleði, bæði hjá
gevara og móttakara
(Marit Holm Petersen á Formula.fo)