mánadagur 17. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 244 - 17. desember 2007
Í vikuni fingu for
eldrini í Hvalba eitt
hvassorðað skriv frá
skúlanum, um at upp
møtingin er somikið
vánalig, at heim og
skúli mugu taka lógva
tak at rætta upp á
støðuna
Skúli
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Forsøming er ein stórur
trupulleiki í Hvalbiar Skúla.
Sjálvt tá børnini sigast at
vera sjúk, ganga tey og
mala í bygdini. Men nú ger
skúlastjórin í Hvalba, Elsa
Birgitta P. Petersen, bart og
talar við stórum stavum til
heimini um hugburðin til
tað at ganga í skúla.
- Hetta skriv verður sent
tykkum, tí tað hendir alt ov
ofta, at næmingar eru burtur
uttan loyvi. Í onkrum flokki
er tað ein rár hending, at øll
eru í skúla í senn, sigur
stjórin í brævinum. Og hon
vísir á, at foreldur og skúli
svíkur børnini, um tey ikki
læra tey at passa skúlan.
Hini børnini fortelja í
skúlanum, at næmingarnir
eru í Havn, í Klaksvík, í
Sumba, til frisør ella á viku-
skiftislegum
norðanfyri.
Ella við familjuni á stutt-
leikaferð, til dømis við
Norrønu í Edinburg.
- Men hetta er ikki í lagi,
sigur stjórin, sum framyvir
fer at herða eftirlitið við at
føra nágreiniliga protokoll,
og at skriva forsøming í um-
mælisbókina hjá børnunum.
Í brævinum minnir hon eis-
ini heimini á, at skúlin hev-
ur skyldu til at boða mynd-
ugleikunum frá, um næm-
ingur forsømir ov nógv.
Afturvendandi mál
Við Sosialin sigur hon, at
skrivið er sent út í samráð
við lærarar skúlans.
- Hetta er eitt afturvend-
andi evnið á námsfrøðiligum
fundum, og tað vindur alt
meira upp á seg. Serliga hjá
summum børnum, sigur
stjórin, sum kortini valdi at
senda brævið heim til øll, í
einum yvirhøvurbrævi, sum
hon tekur til. Í brævinum
verður eisini greitt frá um
hvussu foreldur skulu fyri-
halda seg, um børnini noyð-
ast at vera burtur, til dømis
í samband við sjúku ella
deyða í familjuni.
- Tað er ein stórur trupul-
leiki, at foreldrini bara taka
børnini við út at ferðast utt-
an
fyri
skúlaferiurnar.
Kanska er ein orsøkin, at
fólk hava fleiri pengar, eitt
nú at ferðast fyri, og at tey
hava ilt við at seta mørk
fyri børnini, sigur skúla-
stjórin, sum leggur dent á,
at tað eru ikki øll børnini,
men tey somu ganga aftur
og aftur.
Fínur skúli
Uppá spurningin, um orsøk-
in kanska er, at foreldur
kenna tað sum at skúlin
ikki tekur uppgávuna í nóg
stórum álvara sjálvur, sigur
hon, at lærararnir møta sera
væl upp, eru fakliga dugna-
ligir, og at nógv spennandi
tilboð eru, serliga nú upp
undir jól.
- Í onkrum flokki var støð-
an somikið vánalig, at lærar-
in mátti leggja venjingina av
jólaleiki niður í nakrar dag-
ar, tí leikararnir vóru burtur-
staddir, sigur skúlastjórin.
Hon heldur tað vera eitt
sera vánaligt signal at senda
børnunum, at tað er í lagi at
forsøma.
Spurd, hvussu foreldrini
hava reagerað uppá brævið,
sigur Elsa Birgitta, at hon
vísti onkrum foreldrum tað
áðrenn tað var sent út, og at
tey hildu tað vera fínar
greiðir. Annars hevur hon
onki hoyrt.
- Tað ringasta er, at børn-
ini missa so nógv, bæði fak-
liga, men sanniliga eisini
sosialt, tá tey eru burtur úr
skúlanum. Vit hava so
nógva frítíð í skúlunum, at
tey áttu ikki at havt tørv á
meira frítíð, sigur stjórin.
Hvalbiarbørn forsøma skúlan
Legs of friends sitting on a fence – í Hvalba!
Hvalbiar skúli hevur tann hugburð,
at næmingarnir skulu passa skúlan.
Tað er teirra dagliga arbeiði, og
tað skal takast í álvara.
Um vit, foreldur og skúli, ikki
læra tey tað, hava vit svikið tey.
Tí tað, sum vit skulu brúka, tá
vit eru vaksin, mugu vit læra, með
an vit eru børn. Læra vit okkara
børn at passa “arbeiðið”, gera tey
tað eisini, tá tey vera vaksin.
Men um vit ikki læra børnini í
Hvalba, at tað er umráðandi at
passa skúlan, at møta til tíðina
ella í heilsa rikið at møta hvønn
dag, so fara tey at føra hetta
víðari til teirra vaksna lív.
Tey fara at venja seg við at
halda, at tað er ikki so álvarsligt,
um tey ikki møta til arbeiðis til tíð
ina ella um tey ikki møta ein dag.
Av og á er tað tó soleiðis, at
foreldur mugu biðja barnið frí frá
skúla, av serligum orsøkum, t.d. tá
onkur stórur føðingardagur er í
familjuni ella kanska deyðsfall. Í
slíkum førum hava myndug
leikarnir gjørt hesar reglur:
Skal næmingurin hava frí ein
dag, skulu foreldur biðja floks
læraran um tað.
Skal næmingurin hava frí meira
enn ein dag, skulu foreldrini biðja
skúlastjóran um tað.
Og tað eru foreldrini, sum skulu
venda sær til skúlan um fríloyvi.
Ikki næmingurin.
Tá næmingurin er sjúkur hevur
hann/hon sjálvandi loyvi til at vera
heima, men foreldrini skulu boða
skúlanum frá, at so er. Hareftir skal
næmingurin, sum sjúkur er, vera
inni. Tað skal ikki vera so, at tann
“sjúki” gongur úti eftir skúlatíð.
Tað er ábyrgdin hjá foreldrun
um at læra tey tað.
Tað eru eisini foreldrini, sum
skulu boða flokslæraranum frá
sjúku við at skriva í “Minn meg á
– bókina”, sum allir næmingar
skúlans hava fingið.
Hetta skriv verður sent tykkum,
tí tað hendir alt ov ofta, at næm
ingar eru burturstaddir úr skúlan
um uttan omanfyristandandi krøv
eru uppfylt. Ja, í summum flokkum
er tað ein rár hending, at allir
næmingar eru í skúla í senn.
Tað hendir alt ov ofta, at næm
ingar eru burturstaddir ein ella
tveir dagar, og skúlin frættir bara
frá hinum næmingunum, at hon
ella hann er í Havn, í Klaksvík
ella Sumba.
Tað kemur eisini fyri, at næming
ur bara fer úr skúlanum kl. 10.30
hósdag, “tí hon/hann skal gera seg
kláran, í bað og pakka. Smyril fer
kl. 14.00. Tey skulu á legu, og tey
vera burtur fríggjadagin og
kanska mánadagin við.
Skúlin hoyrir ikki nakað frá
foreldrunum.
Tað skal ikki skiljast soleiðis, at
Hvalbiar skúli hevur nakað ímóti,
at børn fara á legu saman við for
eldrunum, ella tá tey hálvvaksin
fara saman við vinfólki. Vit vita, at
bæði Brøðrasamkoman og
Heimamissiónin skipar fyri fleiri
góðum og læruríkum samkomum.
Men vit vita eisini, at hvørgin sam
koma er áhugað í at draga næm
ingarnar úr skúlanum. Tí skipa tey
fyri teirra legum í frítíðini, og tí er
tað ikki neyðugt, at næmingarnir
fara úr skúla ein dag fyrr og koma
aftur ein dag eftir.
Onkur næmingur finnur eisini
uppá at fara til frisør í skúlatíðini,
sum um at tað var heilt natúrligt.
Hesi seinastu árini hendir tað
eisini alt ov ofta, at foreldur biðja
næmingar frí, tí familjan skal stutt
leikaferð heima ella uttanlands.
Ein og hvør, sum hevur við børn
og ung fólk at gera, má vera
samdur við okkum um, at hetta er
ikki í lagi.
Tala vit ikki at, tá so er, er okk
ara uppaling farin á glið, og vit
hava ikki gjørt skyldu okkara sum
foreldur og skúli.
Eitt skulu tit vita, og tað er, at
skúlin frættir altíð, hvar næm
ingurin hevur verið og hví.
Fólkaskúlin er vælsignaður við
nógvum frídøgum og ferium, so
ikki skuldi verið neyðugt at fari at
ferðast aðrar tíðir.
Heitt verður tí á foreldur til næm
ingar í Hvalbiar skúla at leggja
frítíðina hjá børnum teirra í
skúlatíðini og at boða frá, tá barn
teirra hevur verið sjúkt.
Hvalbiar skúli fer í framtíðini at
gera meira við at notera í proto
kollina hvørja ferð næmingur hev
ur verið burturstaddur uttan loyvi,
og tað verður eisini skrivað í
ummælisbøkurnar.
Kunngerðin frá myndugleikun
um krevur eisini av okkum, at um
næmingur forsømir ov nógv uttan
loyvi, skulu vit boða myndugleik
unum frá.
Vónandi verður hetta skriv tikið
í sama anda, sum tað er skrivað,
nevniliga fyri at skúli og heim taka
lógvatak um børnini, so vit kunnu
geva teimum tað besta við í ferðini
gjøgnum lívið.
Blíðar heilsanir
Hvalbiar skúli
Elsa Birgitta P. Petersen,
skúlastjóri
Til heimini hjá næmingunum í Hvalbiar skúla
Royal Greenland verri úrslit
Roknskaparárið 2006-2007 royndist ikki so væl hjá Royal Greenlansd
sum undanfarna árið. Umsetningurin minkaði 205 mió. krónur, og
úrslitið av sjálvum rakstrinum var 98 mió. krónur ímóti 110 mió.
krónum undanfarna roknskaparár. Eftir skatt gjørdist nettoúrslitið 63
mió. krónur. Leiðslan í Royal Greenland sigur, at úrslitið seinasta
roknskaparár er merkt av teirri óvissu, sum hevur valdað, eitt nú
viðvíkjandi rækjuvinnuni.
Skulu duga grønlendskt
Tað hevur elvt til orðaskifti í Grønlandi, at landsstýrið
krevur, at ovastu leiðarararnir í grønlendsku umsitingini
skulu duga grønlendskt mál. Tað fekk onkran at gera vart
við, at Hans Enoksen eigur at hugsa um seg sjálvan, tí hann
dugir bara grønlendskt. Men Hans Enoksen vísir á, at
veljararnir hava ikki kravt, at hann skuldi duga annað enn
grønlendskt, og hann heldur fast um, at leiðararnir í
umsitingini skulu duga grønlendskt og danskt.