Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 244 - 17. desember 2007 Tórbjørn Jacobsen fær ákoyringingar úr sínum egna flokki. Tíverri toldi hann ikki politiska trýstið í Havnini, sigur Heidi Petersen Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tórbjørn Jacobsen hevur politiskan rygg sum ein kókað pylsa. So hvassorðað er hansara egni floksfelagi í Tjóð- veldinum, Heidi Petersen, løgtingskvinna úr Vestmanna. Saman við Tórbirni Jacobsen, situr Heidi Peter- sen í vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum var tann nevndin, ið hevur viðgjørt málið um flogvøllin í Vágum og málið um Sandoyartunnil. Hon harmast um, at Tórbjørn Jacoben nú er farin at tosað um at strika undirsjóvartunnilin í Sand- oynna og at sleppa ætlanini um at longja flogvøllin í Vágum upp í 1600 metrar og at brúka pengarnar til ein altjóða flogvøll ístaðin. Tað var eitt sjónarmið, sum Tórbjørn Jacobsen førdi fram á almennum fundi í Havn hóskvøldið um altjóða flogvøll í Føroy- um og sum vit útgreinaðu í samrøðu við hann í Sosialinum fríggjadagin. Ein kókað pylsa - Hetta vísir bara, at Tórbjørn Jacobsen hevur rygg sum ein kókað pylsa, sum hon tekur til. Hon sigur, at hetta vísir eisini, at hann hevur ikki orkað at staðið ímóti trýst- inum frá teimum í miðstað- arøkinum, sum ikki vilja vita av Sandoyartunlinum. - Fráboðanin hjá Tórbirni Jacobsen um at strika tunnilin í Sandoy og at sleppa ætlanini um at byggja flogvøllin í Vágum út, stendur fyri hansara egnu rokning, staðfestir Heidi Petersen. Hon sigur, at Tjóðveldi var við at samtykkja upp- skotið um at longja vøllin í Vágum og tað stendur flokkurin við. - Tað tekur eini 10 ár at gera ein aljóða flogvøll, tí kanningarnar eru so drúgvar og arbeiðið tekur eisini sína tíð. - So leingi kunnu vit undir ongum umstøðum bíðað eftir betri flogvøllar- viðurskiftum og tí stóð Løgtingið saman um av- gerðina at byggja vøllin í Vágum út. Tvætl og undanførsla Men nú sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað var undir serligum fortreytum, at hann atkvøddi fyri at longja vøllin. Tað var tí, at arbeiðið skuldi fíggjast úr ílegg- ingargrunninum fyri Føroy- ar og at peningurin varð markaður til vøllin í Vágum? - Hatta er rætt og slætt onki uttan tann bera undanførsla og tað bera tvætl, tí tá ið málið var fyri í Løgtinginum, gekk Tjóðveldi á odda fyri at longja vøllin í Vágum, eisini Tórbjørn Jacobsen. Samstundis ásannar Heidi Petersen, at í spurninginum um tunnil til Sandoyar var flokkurin eitt sindur meira spjaddur. - Men tað slepst ikki undan, at í valstríðnum upp- undir seinasta løgtingsval, hevði Tjóðveldi tað sum eitt mál í valskrá floksins, at tunnil skuldi gerast í Sandoy. - Harafturat kann stað- festast, at tá ið málið var fyri í Løgtinginum, tóku bæði Tórbjørn Jacobsen og eg í vinnunevndini undir við Sandoyartunlinum. Tá ið málið var til aðru viðgerð, atkvøddi Tórbjørn Jacobsen eisini fyri. - Men tá ið málið so kom til triðju og endaliga við- gerð, var hann tíverri boygnaður fyri politiskum trýsti úr miðstaðarøkinum og atkvøddi ímóti, sigur Heidi Petersen. Tað er at harmast um, at Tórbjørn Jacobsen hevur fingið valfepur. Og tað er upp aftur meiri at harmast um, at politikarar, sum rópa hart, hava rygg sum kókaðar pylsur og at dirvið og styrkin svíkur, tá ið harðast leikar á og tað er mest brúk fyri støðufesti, sigur Heidi Petersen. Tobbi rygg sum kókað pylsa - Tað er at harmast um, at politikarar, sum rópa hart, hava rygg sum kókaðar pylsur, tá ið harðast leikar á, sigur Heidi Petersen um floksfelagan, Tórbjørn Jacobsen - Bakkar Tjóðveldið í málinum um undirsjóvartunnil í Sandoy, eri eg ikki við longur, sigur Páll á Reynatúgvu Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er eitt greitt brot ímillum tað, sum Tórbjørn Jacobsen sigur nú og tað, sum hann segði, tá ið málini vóru fyri í Løgtinginum og har hann hevði møguleika at ávirka støðuna. Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Sandoy. Hann heldur ikki, at floks- felagin, Tórbjørn Jacobsen, kann takast í álvara, tá ið hann nú mælir til at strika Sandoyartunnilin og flog- vøllin í Vágum og at byggja altjóða flogvøll ístaðin. Tórbjørn atkvøddi ikki bara fyri at longja flogvøllin í Vágum. Hann mælti enntá til at longja vøllin upp í 1800 metrar og ikki bara 1600 metrar, sum sam- gongan mælti til. - So tað er ein stórur spurningur, hvussu stórt trúvirðið er. At hann brúkar tað sum grundgeving, at peningurin skuldi fáast úr íleggingar- grunninum og at peningurin var markaður til Sand- oyartunnilin, er ein svada. - Peningurin er til staðar og vildu vit heldur brúkt hann til altjóða flogvøll, hevði tað uttan iva latið seg gjørt. - Annars var eg tann einasti í Løgtinginum, sum mælti til at bíða við at brúka 400 milliónir til at longja vøllin í Vágum til vit høvdu fingið greiði á, hvar okkara framtíðar flogvøllur skuldi vera. Ikki við mær Hinvegin kann eisini staðfestast, at tað er ein ávís mótstøða tikið seg upp ímóti Sandoyartunlinum. Hinvegin stúrir Páll á Reynatúgvu ikki fyri, at eitt komandi løgting fer at pilka við ætlanina. - Tað eri eg ikki bangin fyri, tí so mikið stór var undirtøkan fyri honum. Men í øllum førum stað- festir hann, at fer Tjóðveldi at pilka við ætlanina, verður tað ikki við honum, - Eg fari undir ongum umstøðum upp í eitt politiskt samstarv, har ætlanin er at pilka við Sandoyartunlinum. Annars heldur Páll á Reynatúgvu, at tað átti at verið mark fyri, hvussu nógvir løgtingslimir kunnu væntast at vera valdir upp á at vera ímóti Sandoyar- tunlinum. - Framferðin hjá Tórbirni Jacobsen í hesum máli, vísir ikki støðufesti, sigur Páll á Reynatúgvu. Hevur snarað trillrunt Í hesum máli kann Tórbjørn Jacobsen ikki takast í álvara, sigur floksfelagi hansara, Páll á Reynatúgvu Rinda minni kvotugjald Tá íslendska toskakvotan varð skerd ein triðing verandi og næsta fiskiár, bleiv avgjørt, at flotin skal ikki rinda kvotu- ella veiðigjald fyri tosk hesi bæði fiskiárini. Men tað er ikki alt, tí í síðstu viku samtykti Altingið eisini at lækka veiðigjaldið fyri onnur fiskasløg. Sambært lógini rinda skipini millum 8 og 9,5 prosent í veiðigjaldið, men tað verður nú 4,8 prosent hetta og næsta fiskiár. Tilsam- ans sparir flotin um 50 mió. krónur hetta fiskiárið. Fáa fremmandar fiskar Havfrøðingar og fiskifrøðingar eru á einum máli um, at vit fara at fáa fremmand fiskasløg norður ígjøgnum Atlants- havið, nú sjógvurin verður heitari. Kanningar hjá donskum vísindamonnum vísa, at fiskasløg, sum í dag halda til í Biscayavíkini og við Miðjarðarhavið, fara at koma norður ímóti okkara leiðum. Hinvegin er so vandi fyri, at fiskasløg, sum vit hava nú, fara at flyta undan hitanum. Kanska fáa vit ansjósir ístaðin fyri sild, siga teir.