mánadagur 17. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 244 - 17. desember 2007
Íverksetan í Miðlahúsinum
Í øðrum framkomnum londum er man tilvitaður um, at íverksetan hevur stóran týdning fyri máttin
og vøksturin í búskapinum. Í londum sum Íslandi, Danmark, Írlandi og USA verða fólk frá
barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótandi og
fyrimyndir. Í Føroyum hevur man frá politiskari síðu ikki gjørt stórvegis við hesi viðurskifti, men
nú verður fokus sett á evni í Miðlahúsinum týskvøldið 18. desember klokkan 19.30. Skráin sær
soleiðis út: Elin Rønnemoss Ellefsen, stjóri í Livingskills, heldur fyrilestur um at vera føroyskur
íverksetari í Danmark. Herundir hvørji politiks tiltøk danska stjørnin hevur lagt seg eftir fyri at
skapa karmar fyri danskar íverksetarar. Eftir hetta verður kjak. Í pallborðinum sita: Marita
Rasmussen, komandi stjóri í Vinnuhúsinum, Regin Dalsgaard íverksetari, Niels Mortensen, stjóri í
P/F SMS og Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum og forkvinna í strategi
2015 um íverksetan.
Skúlin á Trøðni
varð kallaður ein
Rolls Royce, tá hann
var bygdur, men
í dag liggur hann
sum eitt illa farið
lasafar. Foreldur
eru ørkymlað um
vánaligu umstøður,
har svimjihylurin
millum annað hevur
staðið óbrúkiligur í
trý ár
SERSKÚLAR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tey menningartarnaðu í
Føroyum eru við sviðusoð
á nógvum økjum. Lógir og
reglugerðir á økjunum eru
avoldaðar, og stovnar húsast
í óegnaðum, niðurslitnum
bygningum. Sosialurin fer í
dag undir viðgerð av vána
ligu umstøðunum á nøkrum
av hesum bygningum
Landsverk hevur ábyrgd
fyri øðrum enn at viðlíka
halda tunlar og vegir. Stovn
urin hevur eisini ábyrgd
fyri viðlíkahaldi av øllum
almennum bygningum, her
undir eisini stovnar og skúl
ar fyri menningartarnaði.
Ein av hesum bygningum
er Skúlin á Trøðni, sum var
bygdur í 1976. Hann var
bygdur til endamálið og var
tá mettur av donskum ser
frøðingum at vera millum
teir best egnaðu í landinum
til børn við serligum tørvi.
Í dag eru tríggir stovnar
kroystir inn í skúlan, og við
líkahaldið kann ikki hava
verið raðfest serliga høgt.
Tað lekur og gísur, og
svampur er sjónligur á fleiri
veggum og loftum. Í fim
leikarahøllini stendur við
líkahald í hálvum gekki og
glasull er løtt at pilka út,
um okkurt óvitandi barn
hevur hug til tað. Flestu
rúm lukta eisini av fukti.
Men tann syrgiligasta
sjónin inni í skúlanum er
svimjihylurin.
Í
februar
2005 varð hann stongdur, tí
pumpiverkið
var
farið.
Heilsufrøðiliga Starvsstov
an stongdi, og Landsverk
hevði ábyrgd at seta í stand.
Men í dag, trý ár seinni,
stendur lítlí svimjihylurin
enn sum eitt skitið byggi
pláss.
Á
støvuta
gólvinum
liggja illa farnar arkitekt
tekningar av svimjihylinum
og ætlaðu umvælingum;
við endan av rúminum
standa stórar hitapumpir
innpakkaðar í plastikk.
Foreldur hjá næmingum
á skúlanum eru so ørkyml
að, at tey ikki vita sær onn
ur ráð enn at venda sær til
fjølmiðlarnar. Tí leiðslan
sigur seg ikki fáa gjørt ann
að enn at heita á Landsverk,
og frá Landsverk fáa tey at
vita at gongd er í málinum,
men púrt einki hendir, og
eingi konkret lyfti eru um
bata.
Forkvinnan í skúlastýri
num, Nena Thomsen, eigur
dóttir, sum gongur á skúl
anum, og Ester og Hallur
Thomsen, eiga son, sum
gongur á skúlanum. Mangl
andi viðlíkahald og ein
óbrúkiligur svimjihylur eru
tey økini, sum hava fingið
bikarið at flóta yvir.
Serligan tørv á vatni
Fleiri av børnunum á Skúl
anum á Trøðni hava serligan
tørv á svimjihyli. Hesi børn
kunnu ikki renna og spæla
sum onnur, og svimjihylurin
er - fyri tey - einasti møgu
leiki at sleppa at røra seg.
Ein túrur í heita svimji
hylinum mýkir allan kropp
in og ger, at hesi børn hava
møguleika
at
mennast
kropsliga. Men í trý ár hava
eingi børn svomið á Skúl
anum á Trøðni. Heiti svimji
hylurin á Landsjúkrahúsi
num verður so nógv brúktur,
at ikki er pláss fyri børnu
num frá Skúlanum á Trøðni.
Og svimjihylurin í Gunda
dali er ov kaldur og um
støðurnar ov illa egnaðar til
mong av hesum børnunum.
Níggju ára gamli Sámuel,
sonur Ester og Hallur, elsk
ar
vatn.
Hann
hevur
autismu, og vatn er fyri
hann tað, sum fótbóltur er
fyri onnur børn.
- Vatnið strimbrar hann á
serligan hátt, og fyri Sámuel
hevur vatn heilt serligan
kensluligan týdning. Tí er
tað so trist at síggja henda
hylin
standa
sum
eitt
skrýmsl. Hann kundi gjørt
so nógvan mun, siga Ester
og Hallur Mohr.
Tey fluttu til av Sandoy
til Havnar fyri nøkrum
árum síðani fyri at geva son
inum betri umstøður. Sám
uel slapp inn á serstovuna
Barnagarðinum á Øksna
gerði, og hetta var sera gott
fyri hann. Skifti frá barna
garði til skúla hevur skelkað
foreldrini, tí umstøðurnar
hava verið so vánaligar.
- Eg veit, at hesin skúlin
var kallaður ein rolls-royce
innan serskúlar, tá hann
varð bygdur. Tí er tað ser
liga hugtungt, at síggja
hann liggja sum eitt lasafar
í dag, sigur Hallur.
Trettan ára gamla Jenny,
dóttir Nenu, gekk í barna
garði á skúlanum á Trøðni,
áðrenn hon byrjaði í skúla
num. Hon er seinment, og
svimjihylurin hevur havt
stóran týdning fyri krops
ligu menningina.
- Men nú er tað søga, sig
ur Nena Thomsen, sum eis
ini er forkvinna í Skúla
stýrinum.
Tá samgongan
slitnaði
Ábyrgdin fyri viðlíkahaldi
liggur hjá Landsverk og har
við landsstýrismanninum í
Vinnumálum. Men skúlin
er eisini merktur av, at alt
ov fá starvsfólk eru á skúlan
um. Ein lærari er einsamall
ur um fýra børn, og verður
lærarin sjúkur, er eingin
avloysari, men børnini vera
býtt út til hinar lærararnar. Í
løtuni er ein lærari sjúkra
meldaður og ein í orlov,
men eingir pengar eru at
seta avloysarar.
Fyri nøkrum vikum skip
aði skúlastýrið fyri foreldra
fundi um vánaligu umstøð
urnar, og niðurstøðan var,
at tey skuldu heita á Lands
stýrismannin í Mentamálum
um eina størri játtan til
læraralønir og til rakstur av
svimjihylinum,
tá
hann
varð klárur at taka í brúk.
Nena Thomsen, forkvinna
í Skúlastýrinum, fór niðan í
Mentamálaráðið at handa
teimum eina skrivliga áheit
an.
Serskúli liggur í ótespil
Foreldur at børnum á Skúlanum við
Trøðni eru ørkymlað um, at bygningurin
er fallin í órøkt, uttan at nakað verður
gjørt við tað. Svimjihylurin, sum hevur
serligan týdning fyri kropsliga menningina
hjá hesum børnum, hevur staðið
óbrúkiligur í trý ár