mánadagur 17. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 17. desember 2007
11
tíðindi
Jólasangløta í Kelduni
Tað er vorðin fastur táttur í Kelduni í Skálafirði at syngja jólini
inn tollaksmessudag. Soleiðis verður aftur í ár. - Aftan á tey
seinastu jólainnkeypini og resið, sum er til jóla, bjóða vit øllum
vælkomin til at slappa av við einari hugnaliga sangløtu saman
við okkum, siga tey úr Kelduni. Tey fara at syngja kendar og
nýggjari jólasangir. Ymiskar sangkreftir luttaka, Kvartettin í
Betesda, Lisa Frederiksberg, Terji Vestergaard, Eyðun og døtrar,
Lovsangskórið í Kelduni, o. o. Eisini verður dansiframførsla, og
sum altíð verður eisini kaffi á skránni. Eins og undanfarin ár hav
tey eina innsavnan til missión. Songløtan verður sunnukvøldið
23. desember kl. 21:00.
Hanna Dalsenni tikið seg av
Fólkaflokslistanum
Eitt av kvinnuligu valevnunum hjá Fólkaflokkinum í Norðuroyggjum,
Hanna Dalsenni, boðar nú frá, at hon hevur tikið seg av listanum til
løgtingsvalið. “ - Eg havi gjørt av at taka meg av listanum hjá
Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval. Men eg ynski flokkinum eitt
gott val” , skrivar hon á heimasíðu síni HYPERLINK ”http://www.
hannadalsenni.dk” www.hannadalsenni.dk. Sambært Regini Dalsgaard á
skrivstovuni hjá Fólkaflokkinum stillar Elisabeth G. Hansen upp fyri
flokkin í Norðoyggjum. Hon býr í Klaksvík er nevndarlimur í Norðoya
Fólkafloksfelag.
igari órøkt
- Jógvan á Lakjuni var
sera jaligur, og hann tóktist
at vera kløkkur av, at um-
støðurnar vóru so vánaligar.
Og vit fingu lyfti um, at
hann skuldi søkja fíggjar-
nevndina um økta játtan til
tríggjar læraralønir umframt
pengar til rakstur av svimji-
hylinum.
Nena var glað og spent,
tá hon fór av aftur fundinum,
og hon gjørdi ikki mætari
enn at hon ringdi beinan-
vegin til Annfinn Kallsberg,
formann í fíggjarnevndini,
og greiddi honum frá málin-
um og segði, at Lands-
stýrismaðurin fór at søkja
um økta játtan. Hetta var
klokkan hálvgun trý seinna-
part.
Beint
áðrenn
miðnátt
sama kvøld slitnaði sam-
gongan, og alt fór í vaski.
- Nú kann tað aftur taka
drúgva tíð, til vit fáa mynd-
ugleikarnir at síggja tørvin
og gera nakað við støðuna,
sigur forkvinnan í stýrinum
á niðurslitna skúlanum.
Mugu berjast
og stríðast
Í løtuni fer umbygging fram
á skúlanum, har B-lonin
verður útbygd við 120
kvadratmetrum, sum skulu
brúkast til skúlastovur til
børn við autismu. Og gamli,
kaldi bussurin skal eisini
útskiftast.
- Hetta eru vit sera fegin
um, sigur Hallur, men hann
leggur eisini herðslu á, at
útbyggingin er eitt úrslit av,
at foreldur hava pressað.
- Tíverri er tað so, at einki
hendur, um foreldrini ikki
sjálvi berjast fyri tí, stað-
festir Nena.
- Ongar yvirskipaðar ætl-
anir og visiónir eru. Og
framstig henda bara, tí onk-
ur foreldur orka at stríðast.
Men tað eru langt frá øll,
sum orka tað. Tey flestu
hava nokk í at fáa dagin at
hanga saman, tí eitt barn
við menningartarnað krevur
nógva orku.
- Tí er tað ikki so løgið, at
tey flestu ikki eisini orka at
berjast við myndugleikarnir,
sigur Hallur.
Nena, Ester og Hallur
leggja dent á, at tey starvs-
fólk, sum eru á stovninum
gera eitt stórt og gott
arbeiði.
- Tey royna at gera teirra
besta, men tað má vera
frustrerandi at standa sum
einsamallur lærari hjá fýra
serliga strævnum børnum
og vita, at um tú ikki fert til
arbeiðis, so fáa starvsfelag-
arnir tað upp aftur strævnari,
sigur Nena Thomsen.
Miðalaldurin á lærarunum
er eisini hægri á Skúlanum
á Trøðni enn á øðrum stovn-
um, tí ungir lærarar støðast
ikki í arbeiðsumstøðum,
har tey ikki kunnu geva tað
tey ynskja, har eingir peng-
ar eru til starvsfólkamenning
og har bygningurin far loyvi
at fara í hundarnar, uttan at
nakað hendir.
Fimleikarahøllin stendur eisini í hálvum gekki, har loftslistar hanga leysir
og veggir eru hálvgjørdir
Nena Thomsen í ein av niðurslitnu skúlastovunum, har ein einsamallur lærari hvønn dag hevur
alla ábyrgd av fýra børnum við serligum tørvi. Eingir pengar eru til umvæling, nýggja útgerð ella
læraraavloysarar
Viðgerðin heldur
fram í blaðnum í
morgin