Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 244 - 17. desember 2007 9 av 10 sjúklingum eru nøgd ella sera nøgd við við­ gerðina, røktina og tænast­ una tey fáa á føroysku sjúk­ rahúsunum. Hetta er heildar­ niðurstøðan nú fyrstu ferð í Føroyum er gjørd ein so­ nevnd nøgdsemiskanning, har sjúklingarnir sjálvir út frá egnum royndum hava givið sjúkrahúsunum karak­ ter. Tað var Sjúklingaráðið sum fyri góðum ári síðani heitti á undiritaða lands­ stýrismannin um at seta slíka kanning í verk. Óheft­ ur danskur stovnur hevur staðið fyri arbeiðinum. Kanningin vísir eitt sera gott úrslit, tá vit hugsa um tann ógvisliga ágangin, part­ ar av okkara sjúkrahúsverki hava verið fyri í fjølmiðlu­ num í langa tíð. Eg óttaðist fyri at hesin áhaldandi kritikkurin fór at síggjast aftur í nøgdsemiskanningini sum ein PISA­líknandi dómur yvir sjúkrahúsini. Føroysku sjúkrahúsini stóðu royndina Tí var eg ógviliga spentur uppá úrslitið. Tíbetur kunnu vit nú fegnast um, at sjúkrahúsini standa seg væl – eisini sjálvt um kann­ ingin staðfestir at okkara sjúkrahús ikki heilt standa seg javnt við miðalstøðuna hjá donsku sjúkrahúsun­ um. Hetta er jú fyrstu ferð at slík kanning verður gjørd í Føroyum – í Dan­ mark er hon gjørd 4 ferðir, so har hava sjúkrahúsini kunna lagt seg eftir at betra um støðuna, har sum úrslitini hava verið minni góð. Og akkurát tað sama kunnu vit nú vænta av okkara sjúkrahúsum, júst tað sum meiningin er við at gera slíka kanning. Álitisváttan til fakliga dugnaskapin hjá heilsustarvsfólkunum Tað besta við kanningini er, at á teim mest grundleggj­ andi virkisøkjunum standa sjúkrahúsini seg væl. Hetta er m.a. viðv. teim lækna­ og røktarfakligu veitingunum, har heili 90­ 95% hava stórt álit á fak­ liga dugnaskapinum hjá heilsustarvsfólkunum! Viðv. upplivaðum feilum stóðu sjúkrahúsini seg væl – munandi betri enn don­ sku sjúkrahúsini. Í Dan­ mark vóru 20% sum upp­ livdu feilir, meðan talið í Føroyum var 15%. Og tá feilir vóru, dugdu starvs­ fólkini væl at handfara teir Eisini viðgerðargongdin verður mett positivt, har 88% hildu læknar og røkt­ arstarvsfólk samstarva væl um viðgerð og røkt av sjúklingunum. Størstu trupulleikarnir við kunning og bíðitíðum Nøgdsemiskanningin peikar á nøkur øki, har neyðugt er við serligum innsatsi fyri at betra um viðurskiftini. Tað snýr seg um kunning­ ina til sjúklingarnar, bæði við innskriving, men ser­ stakliga við útskrivingina. Her vóru heili 52% sum upplivdu, at tey vóru vána­ liga kunnað um hvønn týdning teirra liviháttur hevði fyri heilsuna. Ein annar stórur trupul­ leiki er ov nógv bíðitíð, bæði til at sleppa til inn­ legging, og millum ymisk­ ar kanningar og viðgerðir undir innleggingini. Ein triðji høvuðstrupul­ leiki er, at samskipanin millum sjúkrahúsini øðru­ megin og kommunulækn­ arnar og heimarøktina hinumegin. Munurin millum tey 3 sjúkrahúsini Nú gera fjølmiðlarnir nógv burturúr, at tey smærru sjúkrahúsini standa seg munandi betri enn Landssjúkrahúsið í kanningini. Her er tó neyðugt at minna á, at tað fram um alt júst er Landssjúkrahúsið, sum fær allar tær kompliseraðu og truplu innleggingarnar, eisini allar tær sum man ikki klárar á teim smærru sjúkrahúsunum. Og tað setir starvsfólkini har und­ ir munandi størri trýst. So tað er onki løgið, at sjúk­ lingar tí oftari kunnu vera ónøgdir á Landssjúkra­ húsinum enn á hinum. Hægri politisk raðfesting av sjúkrahúsunum Høvuðsboðskapurin í kanningini haldi eg tí ikki er munurin í nøgdsemi­ num millum sjúkrahúsini, men at tey ­ øll trý ­ standa seg væl á teim grundleggjandi virkisøkju­ num, og at tað eru fleiri innsatsøkir, har tey kunnu betra um dygdina. Hetta krevur eisini at vit í kom­ andi samgongu raðfesta sjúkrahúsini hægri, við bæði fíggjarligum og politiskum uppbakningi. Nøgdsemiskanningin: eitt stórt herðaklapp til starvsfólkini á sjúkrahúsunum landsstýrismaður, Javnaðarflokkurin Hans Pauli strøm Val Hagtølini siga, at nógvar kvinnur eins og nógv væl­ útbúgvin fólk trívast ikki í Føroyum. Orsøkirnar eru mangar. Ein av orsøk­ unum eru vantandi væl­ ferðartænastur ­ hjá til dømis stakum uppihaldar­ um, og lágløntum føroy­ ingum. Ein einsamøll mamma, sum vil brúka sína útbúgving og varð­ veita sítt arbeiði og sín førleika, hevur ongan møguleika at fá endarnar at røkka saman í dag. Tá ið húsaleiga, el, olja, stovnspláss og skatturin er goldin, er einki eftir av lønini. Helst røkkur lønin ikki so langt. Men tað eru eisini tey væl útbúnu, ið velja Før­ oyar frá. Í hesum føri snýr tað seg um vantandi arbeiðs­ og menningar­ møguleikar hjá fólki við serligum førleikum. Samfelagið hevur stóran tørv á kvinnunum. Longu nú eru uml. 2000 færri kvinnur enn menn í Føroy­ um. Hugsið um avleiðing­ arnar, um gongdin heldur fram! Hagtølini siga nevni­ liga, at tað eru kvinnur í aldrinum millum 20 og 39 ár, sum eru í stórum minniluta. Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri teimum væl lærdu. Vinnulívið, heilsuverkið útbúgvingarskipanin og ikki minst mentunarlívið ­ øll rópa eftir væl útbúnum fólki, kreativum fólki og fólki við fjølbroyttum royndum. Fólki, ið kunnu opna dyr og flyta mørk. Hetta er ein katastrofal gongd, sum sigur okkum, at vit bæði mugu styrkja sam­ haldsfestið eins og tora at taka lut í alheimgerðini. Tað er stór skomm fyri Føroyar, bara at lata standa til. Tað mugu ikki vera ósolidariskar skipanir og vantandi hugflog, sum ger, at so nógvir føroyingar velja Føroyar frá. At venda gongdini er ein av størstu avbjóðingunum, skulu Føroyar innan fá ár teljast millum fremstu tjóðir. Hetta eru ikki bert hagtøl – tað eru menniskju Javnaðarflokkurin Helena Dam á neystabø Val Av teimum sum hava verið sjúk í eitt ár kemur bert ein út av 10 til arbeiðis aftur? Og at fleiri longu hava mist arbeiðið, tá tey hava verið sjúkrameldað í 12 vikur? Tað vístu hagtøl úr Danmark og neyvan er støðan frægari her. Tí er sera umráðandi at virka skjótt, tá fólk gerast sjúk. Í arbeiði mínum sum virkiskonsulentur uttan­ landa var leiklutur mín var saman við tí sjúka, arbeiðs­ gevaranum og yrkisfelag­ num hjá tí sjúka at finna munagóðar loysnir, so við­ komandi kundi koma til arbeiðis aftur sum skjótast, men á ein skynsaman hátt. Vit plagdu at virka fyri at finna eina loysn, har allir partar høvdu “ein góðan smakk í munninum”. Fyrsta stig á leiðini var ein sonevnd rundborðssam­ røða. Hetta var ein fundur har hin sjúki, arbeiðsgev­ arin, umboð úr yrkisfelagn­ um og virkiskonsulenturin tosaðu um støðuna. Tosa varð ikki so nógv um sjálva sjúkuna, men um tørvin hjá tí sjúka. Til dømis, hvat viðkomandi megnaði hóast sjúkuna og hvørji atlit skuldu takast. Fleiri høvdu sjálvi hugskot til, hvørjar uppgávur tey megnaðu. Tosa varð um, hvussu nógvar tímar tey megnaðu at arbeiða, nær ráðiligt var at byrja o.s.fr. Viðhvørt var eisini lækni, sálarfrøðingur ella fysioterapeutur við á fundinum. Aloftast var tað ikki stór­ vegis trupulleiki at finna munagóðar loysnir. Allir partar gleddust. Hin sjúki tí hann nú ikki bert var passivt sjúkur, men eisini fekk verið saman við starvsfeløgum sínum og brúk var fyri honum. Ofta er tað nevniliga so, at tað ávirkar sjálvsvirðið hjá fólki rættuliga skjótt, tá tey eru vorðin sjúk og eisini er greitt, at trupult kann vera, at fáa fótin inn á arbeiðs­ marknaðin aftur, um ein er útihýstur/ sagdur úr starvi. Tá tað eydnast at finna varandi loysnir fegnast eisini starvsfelagarnir og arbeiðsgevarin við. Starvs­ felagir kenna seg tryggar, vitandi at um “eg gerist sjúk/ur er rúm fyri mær kortini.” Vit funnu mangan loysnir, bæði tá fólk vóru sjúk eitt tíðarskeið, men eisini um fólk høvdu eina varandi sjúku. Fundurin fann sjálvandi bert stað, tá hin sjúki kendi seg nóg birgan til tess, og tá partarnir vóru áhugaðir í einari losyn. Pointið er, at meðan sjukradagpengamál er av­ greiðslumál í Føroyum burtur av, tí einki munagott verður gjørt til tess at fylgja munnliga upp á dag­ pengamálini, verða tey sum eru sjúk í Danmark boðin til samrøðu á tí sum svarar til Almannastovuni, tá tey hava verið sjúk í 8 vikur. Tað er eitt lógarkrav. Prógvað er, at jú fyrr so­ vorðin mál verða viðgjørd, tess munagóðari og bíligari gerast loysnirnar. Hugvekjandi, haldi eg. So eg haldi at vit áttu at tryggja, at sjúkradagpen­ ingamál ikki bert eru avgreiðslumál. Arbeiðsmarknaðurin er tað eg brenni fyri, nevni­ liga, at øll hava nakað at fara upp til – eisini tey við skerdum førleika. Tøl úr DK vísa, at seinasta árið eru 25.000 nýggj fólk við skerdum førleika komin inn á arbeiðsmarknaðin. Flutt til føroysk tøl, kundi talan verið um 250 fólk – ein gloypubiti fyri sam­ felagið. Eg veit, at tað ber til ­ eisini her – sjálvandi við serligum átøkum. Ofta verður hildið, at fólk annað­ hvørt skulu hava pensión ella arbeiða fulla tíð. Sann­ leikin er ikki annað hvørt, men bæði og. Mong teirra kunnu og vilja fegin ar­ beiða nakað. Megna vit tað ikki nú, verður tað ongan­ tíð. Sum er fáa 8% af før­ oyingunum fyritíðarpensjón. Lat okkum bretta upp um armar og virka fyri at arbeiðsmarknaðurin av álvara gerst rúmligur eisini í Føroyum. Ráðið fyri Breka, Vinnuhúsið og sam­ tak hava gjørt greitt, at tey vilja virka fyri hesum. Eg fari at arbeiða fyri einum rúmligum arbeiðsmarkn­ aði, um eg verði vald á ting komandi val. Tjóðveldi bergtóra HøgnaDóttir Joensen Val Visti tú at..... 34 Tað er alneyðugt at útbyggja samferðslu­ kervið á ein skilagóðan hátt. Tí er ikki nóg mikið bert at vera í móti, men eisini at hava eina loysn at vísa á, sum fremur framgongd á øllum økjum fyri alt landið Ein heildarloysn fyri Sandoynna og Suðuroynna má gerast eftir eini tíðarætlan, sum eisini gevur pláss fyri, at vit samstundis kunnu nýta pening upp á onnur samfelagsvirði. Skal Suðuroyggin yvirliva er alneyðugt at sambandið við meginøkið gerst betur. Ein góð loysn fyri júst Suðuroynna hevði verið ein tunnil til Sandoynna, soleiðis at túratalið við Suðuroynna kundi verið minst tvífaldað. Hetta er ein loysn, sum vit mugu gera eftir eini tíðarætlan, sum fyrst og fremst er fíggjaliga forsvar­ lig, men eisini tekur atlit til, at hon má fremjast, áðrenn Suðuroyggin doyr út. Heildarloysn fyri Sandoynna og Suðuroynna Sjálvstýrisflokkurin rúna sivertsen Val