Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 244 - 17. desember 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Margret Halldórsdóttir vanliga nevnd Magga fer til gravar 22. desember klokkan 13 úr Kapellinum í Hnífsdal Andlát og jarðarferðir móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Hjá stjóranum í H.N. Jacob­ sens Bókahandli í Havn, Vagn Andersen, byrjaði hós­ dagurin 13. september sum ein vanligur arbeiðsdagur. Men áðrenn hann visti av, var hann miðdepulin í ein­ um hátíðarhaldi, sum starvs­ fólkini saman við nevndini høvdu skipað fyri í sam­ bandi við at í apríl vóru 35 ár liðin síðan hann byrjaði í handlinum, og í summar fylti hann 60 ár. Vagn er dani, ættaður úr Næstved og útbúgvin bóka­ handlari. Meðan hann arbeiddi í Danmark, sá hann í einum fakblaði at H.N. Jac­ obsens Bókahandil í Havn søkti eftir útbúnum starvs­ fólki til handilin. Hann helt at hetta var ein spennandi avbjóðing, søkti starvið og fekk tað. Carl Niclasen var leiðari í handlinum tá. Ætl­ anin var bert at royna hetta í eitt ár, men hann giftist, fekk familju og búsettist í Havn. Síðan 1991 hevur Vagn verið stjóri í H.N. Jacobsens Bókahandli. Gamal handil Við sínum 142 árum á baki er H.N. Jacobsens Bóka­ handil er ein tann elsti hand­ il í landinum. Søgan hjá bókahandilin byrjar, tá Hans Niklái Jacobsen læt upp ein bókahandil í Gongini ólav­ søkudag 1865, har hann búði og hevði bókbindarí. Í 1918 varð gamli Real­ skúlin á Vaglinum keyptur, og hevur bókahandilin verið har síðani tá. Umframt bóka­ handilin hevur ein prent­ smiðja verið í húsinum til fyri umleið tveimum árum síðan, tá hon varð niðurløgd. H.N. Jacobsens Bóka­ handil verður í dag rikin av einum grunni, sum eigur og rekur handilin. Í nevndini sita Tummas Hanus Dam, Malan Marnersdóttir, Heini Joensen, Ólavur Arge og Halgir Winther Poulsen, sum er formaður. mg Hátíðarhald í Gamla Bókhandli Dagurin 18. desember. Gratianus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Tours í Fraklandi. Varð tikin av døgum, tá ið Diocletianus ráddi. Vagn Andersen saman við Mariann O. Johansen, sum júst nú er liðug við sína útbúgving sum bókhaldari í handlinum Bæði fyrrverandi og núverandi starvsfólk vóru til hugnaløtuna í sambandi við 35 ára starvsdagin hjá Vagn Andersen Tummas Hanus Dam, Halgir Winther Poulsen, Heini Joensen, frá nevndini fyri H.N. Jacobsens Bókahandil og Vagn Andersen stjóri í handlinum Hjúnini Katrin og Vagn Andersen