mánadagur 17. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 17. desember 2007
15
nøvn
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu
okkum tann 13. okt. tá vit hildu 65 og
70 ára føðingardagar okkara takka vit
hjartaliga.
Familju, vinum og kenningum ynskjast
eisini gleðilig jól og eitt av Harranum
signað nýggjár.
Ása og Richard Danielsen
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 85 ára
føðingardegnum tann 25. juli veiti eg
mína hjartans tøkk og við ynskjum um eini
góð og gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Vinarligar heilsanir
Kristina Joensen, Oyndarfjørður
Sunnudagin 16. desember
fylti Tryggvi Johansen, fyrr
verandi stjóri á Sendistovu
Føroya í Keypmannahavn,
70 ár.
Tryggvi er klaksvíkingur.
Eftir lokna skúlagongd fekk
hann sær útbúgving sum
bankamaður og tók HH
prógv á Niels Brocks Hand
elsskole í 1959 og HD
prógv á Handelshøjskolen í
Keypmannahavn í 1962.
Tíðarskeiðið frá 196369
arbeiddi hann í ymiskum
fyritøkum í Føroyum og
undirvísti á Føroya Handils
skúla.
Hann var føroyskur um
boðsmaður á donsku am
bassaduni í Róm frá 1969
73. 1.august 1973 bleiv
hann settur av Føroya Lands
stýri sum føroyskur ráðgevi
í marknaðar og vinnuspurn
ingum í Keypmannahavn.
Hann arbeiddi í Føroyum
ymisk styttri tíðarskeið, eitt
nú var hann stjóri í Norðoya
Sparikassa í 1977.
1. august 1979 varð hann
settur sum stjóri á Føroysku
Viðskiftastovuni í Keyp
mannahavn, sum nú eitur
Sendistova Føroya. Hann
var formaður fyri Færøsk
Kvindeforenings Fond frá
197894 og limur í stýrinum
fyri Dansk Turistråd frá
198194.
Føroyar hava fjøltáttaða
samvinnu við Danmark,
bæði politiskt, vinnuliga og
mentanarliga.
Somuleiðis
búleikast nógvir føroyingar
í Danmark. Summi festa
búgv, meðan onnur arbeiða
ella lesa styttri og longri tíð
arskeið. Fyri sítt arbeiði sum
millumlið millum føroysk
og donsk áhugamál varð
Tryggvi útnevndur til at fáa
„Ridderkorset af Danne
brogsordenen“ í 2003.
Tryggvi var stjóri á Sendi
stovu Føroya til 2005, tá
hann fór frá fyri aldur, og í
mars 2006 tók Herálvur
Joensen við stjórastarvinum.
Sendistova Føroya í Keyp
mannahavn húsast á Norð
urbryggjuni,
har
eisini
Sendiráð Íslands og Sendi
stova Grønlands halda til.
Tryggvi er sonur Louisu,
f. Joensen, og Meinhard
Johansen í Klaksvík. Hann
er giftur Margit, dóttir
Ebbu, f. Hansen, og Niels
Mortensen, keypmannn, í
Havn, tey eiga fýra børn:
Einar, Beinta, Elsuba og
Heðin.
Tryggvi var burturstaddur
føðingardagin.
Tryggvi Johansen 70 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara elskaði sonur og bróðir
Dánjal Jákup Arnason Nielsen
so brádliga bleiv tikin frá okkum.
Takk til tykkum øll, ið vóru við í leitingini henda
lagnudagin og tøkk til starvsfólkini á
Suðuroyar sjúkrahúsi.
Takk til prestarnar Jónsvein Bech og Ólav
Rasmussen, fyri tykkara stóru hjálp.
Hjartans tøkk øll tit mongu, ið góvu blómur, gávur
og kransar og sum fylgdu Dánjal Jákupi
Tit mongu, ið hjálptu so væl til hesar dagarnar,
bæði í heimi okkara, til jarðarferðina og í ervinum,
tykkum øllum takka vit hjartaliga.
Hjartaliga takka vit øllum, sum ringdu ella skrivaðu
til okkum, og sum vitjaðu okkum hesar dagar og í
tíðini aftaná, heilt fram til dagin í dag.
Hjartaliga takka vit teimum, sum umvegis SMS-boð
skipaðu fyri, og luttóku í at seta ljós í vindeyguni
fyri at minnast Dánjal Jákup og Bárðu, tað var
fløvandi at uppliva slíka samkenslu.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt
vælsignað nýggjár.
Arni, Evona, Margit og Petra
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaði
maður, pápi, verfaðir, abbi og beiggi okkara
Pauli Reinert Petersen
Saltnes
so brádliga andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum - bæði
tey, sum vóru um Paula ímeðan hann var har
og tey, sum hjálptu og ráðgóvu okkum avvarðandi,
tá Pauli kom heim úr Danmark.
Takk til starvsfólkið á Hotel Tórshavn, sum vóru um
tey avvarðandi, sum fóru til Danmarkar eftir Paula
og takk til Øssur Berghamar fyri troystarrík orð í
kapellinum á Ríkissjúkrahúsinum.
Takk til tykkum øll, ið vóru við til andaktina har.
Takk til tykkum, ið hjálptu til í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum.
Takk til Hanus Simonsen og Alfred Olsen fyri
troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til Martin Restorff Jacobsen, fyri hjálpsemi í
sambandi við jarðarferðina og fyri troystarrík orð
í kirkjuni.
Takk til Njal fyri sangin í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og til øll
tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum øll, ið lótu blómur, kransar og
peningagávur.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu Paula, á hansara
seinastu ferð her á fold:
Tit, sum tóku ímóti á flogvøllinum, tit sum
vóru í kapellinum á Landssjúkrahúsinum og í
Fríðrikskirkjuni, tá hann kom heim har, og tit sum
fylgdu Paula við jarðarferðina.
Ein takk skal til seinast ljóða til familju, vinir og
kenningar fyri ta stóru hjálp og umsorgan vit hava
fingið í hesi sváru og tungu tíð. Takk fyri vitjan, upp-
ringingar, heilsanir og fyri gávur av ymiskum slag.
Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Fyri tey, ið varða av
Judy, Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid