mánadagur 17. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 244 - 17. desember 2007
tíðindi
Magni Laksáfoss
hevur einans verið
landsstýrismaður í
fíggjarmálum í gott
eitt hálvt ár, men
hóast hetta hevur
hann megnað at
kollvela politisku
skipanina. Summi
elska hann, og summi
orka ikki fyri honum.
Hann verður mettur
at vera ein erligur
politikari – ein, ið
torir at siga tingini
bart út. Men hetta
er jú í sjálvum sær
ósambæriligt við tann
partin av føroyskum
politikki, ið snýr seg
um rossahandlar og
duldar dagsskráir
veljarakanning
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Magni Laksáfoss fekk eitt
rættiliga gott fólkatingsval,
ið kann benda á eitt líknandi
gott val til løgtingsvalið.
Um populariteturin hjá hon
um verður staðfestur við
eitt løgtingsval, so er neyv
an nakar ivi um, at hann
framyvir
telist
millum
sterku menninar í Sam
bandsflokkinum.
Verður
lagt afturat, at Sambands
flokkurin møguliga verður
størsti flokkur á tingi, so er
Magni Laksáfoss nærum
óundansleppiligur í einum
komandi landsstýri.
Tí hava fleiri av mótstøðu
monnum hansara hesa sein
astu tíðina roynt at kasta
runu á hvítu skjúrtuna hjá
Magna Laksáfoss. Hann og
hansara meiningar mugu
dálkast
mest
møguligt,
soleiðis at hann ikki kemur
at standa so sterkur eftir løg
tingsvalið. Og higartil hev
ur dálkingartaktikkurin ser
liga ligið í samanberingini
við Bárð Nielsen, ið eftir
øllum at døma hóskaði betri
inn í krammið hjá hinum
samgonguflokkunum.
Einans norðoyingar
vilja skattalætta
Serliga er tað skattaspurn
ingurin, ið liggur í buktini.
Bárður Nielsen arbeiddi
sum fullblóðs liberalistur
fyri at minka um skatta
trýstið. Tað er sjálvandi
nakað, ið vanliga vil hóska
væl inn í politisku ynskini
hjá høgravendum veljarum.
Men Magni Laksáfoss er
hugsjónarliga nærum tað
umvenda av sínum undan
gongumanni. Magni Laksá
foss hevur fingið hugsjónina
um afturhaldandi og regu
lerandi fíggjarpolitikk inn í
føroyska kjakið, og tað er
nakað, ið hóskar betri til
politisku ynskini hjá vinstra
vendum veljarum.
Ein veljarakanning, ið
Fynd hevur gjørt fyri Sosial
in, vísir, at heili 65 % av
veljarunum, ið hava tikið
støðu, ynskja ikki skatta
lætta í komandi valskeiði,
meðan 35 % hinvegin
ynskja skattalætta. Serliga
er tað í Norðurstreymoy og
Suðurstreymoy, at mótsøðan
móti skattalætta er størst.
Her ynskja umleið 7 av 10
ikki skattalætta. Men eisini
í Suðuroy, Sandoy, Vágu
num og Eysturoy ynskja
umleið 6 av 10 ikki skatta
lætta.
Einans í Norðoyggjum er
skattalættin høgt í kurs. Her
ynskja heili 64 % av fólka
floksveljarunum, ið hava
tikið støðu, at skattalætti
skal latast í komandi val
skeiði.
Sí talvu
Tað er ikki nakar avgerandi
munur á kynunum viðvíkj
andi skattalætta. Tó eru tað
nakrar fleiri kvinnur enn
menn, ið siga seg ynskja
skattalætta. 4 út av 10
kvinnum ynskja skattalætta,
meðan 3 av 10 kvinnum
ynskja skattalætta í komandi
valskeiði.
Heldur rakstur
enn íløgur
Men eitt er at tálma vøkst
urin við at varðveita skatta
trýstið og harvið at leggja
hald á part av peningarensli
num í samfelagnum. Onnur
fíggjarpolitiska skrúvan er
almenna
nýtslan.
Tá
búskapurin byrjar at kóka
yvir, eigur tað almenna at
halda aftur við rakstri og
íløgum. Spurningurin er so
bara um man skal velja at
spara í rakstri, íløgum ella í
báðum.
Magni Laksáfoss gjørdi
seg kendan upp á sítt upp
skot um at útseta Sandoyar
tunnilin til verri tíðir. Í
farnu samgonguni var tó
ikki semja um hetta, og
mett varð rættari eisini at
hyggja eftir sparingum í
rakstrinum.
Trupulleikin
við hesi støðutakan er tó, at
tað mesta av rakstrinum er
lógar og sáttmálabundið
og tískil ikki kann broytast
frá degi til dags. Íløgur
kunnu hinvegin gerast, strik
ast ella avtakast við stuttum
skoðbráði.
Og tað tykist vera gingið
upp fyri veljarunum, at tað
ikki er í rakstrinum, at spar
ast skal, men heldur í íløg
unum. 62 % av teimum
spurdu, ið hava tikið støðu,
halda at tað heldur eigur at
sparast í íløgum enn í
rakstri. Serliga í Norður
streymoy er hetta tíðiligt. 7
út av 10 stuðla hesum sjón
armiði. Men eisini í Suður
oy, Vágunum, Suðurstreym
oy, Eysturoy og Norðoyggj
um eru umleið 6 út av 10,
ið, ið heldur vilja spara í
íløgum enn í rakstri.
Í so máta hevur fíggjar
lógaruppskotið rakt rætt, tí
Læran hjá Laksáfoss
Eigur komandi landsstýri
at geva fleiri skattalættar?
Øki
Ja
Nei
Suðuroy
41%
59%
Sandoy
40%
60%
Suðurstreymoy
29%
71%
Norðurstreymoy
26%
74%
Vágar
39%
61%
Eysturoy
37%
63%
Norðoyggjar
64%
36%
Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Eigur landið heldur at spara
í almenna rakstrinum enn í
íløgum í vegir og tunnlar?
Øki
Ja
Nei
Suðuroy
34%
66%
Sandoy
60%
40%
Suðurstreymoy
37%
63%
Norðurstreymoy
30%
70%
Vágar
36%
64%
Eysturoy
39%
61%
Norðoyggjar
43%
58%
Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Eigur landið heldur at spara
í almenna rakstrinum enn í
íløgum í vegir og tunnlar?
Siga seg velja
Ja
Nei
Fólkaflokkin
49%
51%
Sambandsflokkin
38%
62%
Javnadarflokkin
27%
73%
Sjálvstýrisflokkin
23%
77%
Tjódveldisflokkin
39%
61%
Midflokkin
45%
55%
Miðnámsflokkin
38%
63%
Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Eigur komandi landsstýri
at geva fleiri skattalættar?
Siga seg velja
Ja
Nei
Fólkaflokkin
42%
58%
Sambandsflokkin
52%
48%
Javnadarflokkin
32%
68%
Sjálvstýrisflokkin
38%
62%
Tjódveldisflokkin
21%
79%
Midflokkin
33%
67%
Miðnámsflokkin
14%
86%
Tey, ið hava svarað ”veit ikki”,
eru ikki við í prosentútrokningini
Úrslit av veljarakanning, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin týsdagin og mikudagin í síðstu viku