mánadagur 17. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 17. desember 2007
17
tíðindi
vinnur
meðan raksturin er hækk
aður við umleið 200 miljón
um, eru íløgurnar minkaðar
við umleið 100 miljónum.
Einasta øki í landinum,
har veljarin heldur vil síggja
sparingar í rakstri enn í
íløgum er Sandoyggin, har
einans 4 út av 10 ynskja at
spara í íløgum heldur enn í
rakstri. Men her eru tølini
so smá, at tey tíverri ikki
eru so álítandi.*
Sí talvu
Fólkafloksveljarar
heitastir fyri at
spara rakstur
Tað eru tey, ið siga seg vilja
velja
Fólkaflokkin,
ið
ynskja heldur at spara í
almenna rakstrinum enn í
íløgum í vegir og tunnlar.
Men heldur ikki her er tað
sannførandi. Fólkafloksvelj
arar standa umleið á jøvn
um.
Miðflokkaveljarar
eru
eisini rímiliga samdir við
Fólkafloksveljarar.
Her
ynskja 45 % heldur at spara
í almennum rakstri. Fyri
hinar flokkarnar eru tað
umleið 3 til 4 út av 10 velj
arum, ið ynskja heldur at
spara í almennum rakstri
enn í íløgum í vegir og
tunlar.
Sí talvu
Tað bendir á, at Magni
Laksáfoss hevur rakt rætt
við sínum politikki. Hetta
varð fyrst staðfest á fólka
tingsvalinum, og nú bendir
á, at veljarin sum heild
tekur undir við hansara hug
sjón. Tað má sigast at vera
ein góð vitan at fara á val
við.
Sambandsflokkurin hev
ur jú roynt at standa sum
tann ábyrgdarfulli flokkurin,
ið ikki kundi standa vitni til
at ein javnaðarmaður og ein
fólkafloksmaður
høvdu
eina hálva miljard reikandi
uttanfyri
fíggjarlógina.
Bæði
Sambandsflokkurin
sum heild og Magni Laksá
foss sum persónur hava dug
að at sett seg í eina martýr
støðu í mun til hinar báðar
flokkarnar.
Um Magni Laksáfoss og
Sambandsflokkurin megna
at halda fast um “Læruna
hjá Laksáfoss” heilt fram
til valið, so kunnu hinir sam
gonguflokkarnir
verða
noyddir til at laga seg til
hesa læruna. Og tá kann ger
ast talan um eina samgongu
við
einum
fullkomiliga
øðrvísi
búskaparhugsjón
enn tann undanfarna.
Laksáfoss stuðul
úr Tjóðveldi
Men alt er ikki so ljósareytt
sum tað tykist hjá Sam
bandsflokkinum og Magna
Laksáfoss. So løgið tað ljóð
ar eru eingir veljarar so
ósamdir við Magna Laksá
foss sum júst veljararnir hjá
Sambandsflokkinum. Ein
ans 48 % av teimum, ið
hava tikið støðu, stuðla aft
urhaldandi skattapolitikki
num, meðan 52 % hinvegin
vilja hava fleiri skattalættar
í komandi valskeiði.
Sjálvt av fólkafloks og
sjálvstýrisveljarunum vilja
umleið 6 av 10 ikki vita av
skattalætta. Umleið 7 av 10
mið og javnaðarfloksvelj
arunum vilja ikki hava
skattalætta. Og mest móti
skattalætta eru veljararnir
hjá Tjóðveldi og Miðnáms
flokkinum, har umleið 8 av
10 ikki ynskja skattalætta.
Sí talvu
Spurningurin er so um
Magni Laksáfoss í grundini
er limur í skeivum flokki.
Tað eru veljararnir úr Tjóð
veldi, ið eru mest samdir
við honum hvat viðvíkur
skattatrýst. Hinvegin fær
hann eisini dyggan stuðul
úr Sjálvstýrisflokkinum og
Javnaðarflokkinum
hvat
viðvíkur heldur at útseta
íløgur í veghir og tunnlar
heldur enn at spara í
rakstri.
Ella er Sambandsflokkur
in í veruleikanum í ferð við
at velta politisku moldina
til eina heilt nýggja sam
gongu eftir valið?
Viðvíkjandi smáu valdøm
unum og smáu flokkunum
eru tølini í veljarakanningini
so smá, at tað saktans kann
raka meiri enn 10 % við síð
una av, tá hesir smábólkarnir
verða býttir upp í uppaftur
smærri bólkar. Strangliga
tikið má innanhýsis býtið
av meiningum í smáu flokk
unum og smáu valdømunum
ikki síggjast sum annað enn
ein ábending.
Um nakar so hevur Magni
Laksáfoss vent upp og niður
upp á ákoðanina um, hvussu
føroyskur fíggjarpolitikkur
kann rekast
Savnsmynd
Fíggjarætlanin fyri
Sandavág samtykt
Á bygdarráðsfundi tann 30. november
samtykti bygdaráðið í Sandavági
fíggjarætlanina fyri 2008
Kommunan sigur í tíðindaskrivi, at fíggjarætlanin
javnvigar við 34.348.865. Kommunuskatturin verður
20,8% og barnafrádrátturin 3.500 kr.
Bygdaráðið hevur sett soleiðis av til løgur í 2008:
1. Byggibúning 4.920.000
2. Kommunal mál 2.350.000
3. Teknisk mál 800.000
4. Skúla og mentunarmál 1.800.000
5. Almanna og heilsumál 4.000.000
B ÍLØGUR SAMANLAGT 13.870.000
Fígging:
Skattainntøkur 19.465.799
Lántøka 10.000.000
Eginfígging 846.929
Í tíðarskeiðinum 2000 – 2007 vóru gjørdar íløgur fyri
uml. 27.000.000, sum
allar eru framdar uttan lántøku.
Løgur í tíðarskeiðinum 2000 – 2007
1. Byggibúning 12.469.101
2. Kommunal mál 5.823.467
3. Teknisk mál 840.300
5. Almanna og heilsumál 8.556.670
B ÍLØGUR SAMANLAGT 27.689.538
Rósa Samuelsen
kortini á
Sambandslistan
Meðan Sambandsflokkurin í Vágum ikki
skoytti um at hava Rósu Samuelsen á
listanum, hevur landsfelagið nú gjørt av, at
Rósa Samuelsen kortini skal vera millum
valevnini til løgtingsvalið
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú Sambandsflokkurin hevur havt sín síðsta uppstilling
arfund í Havn sunnudagin, var Rósa Samuelsen kortini
er at finna millum valevnini. Rósa varð annars ikki
vald at koma á listan hjá Sambandsflokkinum í Vágum,
tá uppstillingarfundur var her fyrr í vikuni. Fleiri aðrir
flokkar hava annars fríggjað til borgarstjóran í Sanda
vági síðstu dagarnar, men hon valdi altso at fara aftur
til heimaflokkin, tá hon kortini var vælkomin.
Hetta er fínasta slag, og tað er ein góð kensla kort
ini at vera mett at vera skikkað at stilla upp fyri Sam
bandsflokkin, sigur Rósa Samuelsen við Portalin. Hon
fer nú at fyrireika seg til valstríðið, har hjartamál henn
ara vera familjan og tey veiku.
Spurd, um ongin av hinum flokkunum, sum hava
roynt at fáa hana upp á listan var nóg freistandi, sigur
borgarstjórin í Sandavági,
at tað sjálvandi er smikr
andi, at fleiri bjóða seg
upp á listan, men at hon
kortini tók av, tá hon var
boðin á sambandslistan.
Rósa Samuelsen